Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • hósdagur • 27. januar 2005 • 79. árg. Leygardagin 29. januar verður nýggi Ford Focus alment sýndur fram hjá P/F Wenzel í Havn. Nýggi Focus, ið er bæði størri og rúmligari enn forgangarin, fekk hægsta karakter og fimm stjørnur í EuroNCAP krasj- testunum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eftir at hava verið á mark- naðinum í seks ár og verið ein av mest seldu bilum yvirhøvur, verður núver- andi Ford Focus avloystur av einum heilt nýggjum Fo- cus. Kappingin er beinhørð í klassanum, og tí hava Ford gjørt alt fyri at kvaliteturin, designið, komforturin, trygdin og koyrieginleik- arnir skulu vera heilt í topp. Tað sær eisini út til at hava eydnast teimum. Tað er ikki smávegis við rósandi orðum nýggi Focus fær við á leiðini frá t.d. donskum motorjournalist- um. Í Bil Magasinet stóð m.a. "Den nye Focus har den bedste og mest har- moniske undervogn, man kan købe for penge i denne klasse og i klasser over". Nýggi Focus er bæði longri og breiðari enn for- gangarin, og aksilfrástøðan er størri. Hetta gevur mun- andi betri pláss í kabinuni, sum er væl ljóðdoyvd og merkt av gjøgnumførdum kvaliteti. Eisini er kabinan gjørd úr umhvørvisvinar- ligum tilfari, sum verjir móti ovurviðkvæmi. Motorskráin sær soleiðis út: Bensinmotorar: 1,4 litur við 80 hk, 1,6 litur við 100 hk, 1,6 litur Ti-VTC við 115 hk, og ein 2,0 litur við 145 hk. Dieselmotorar: 1,6 litur TDCi við 109 hk og ein 2,0 litur TDCi við 136 hk. Nýggi Focus hevur nakr- ar av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa til at verja tey ferð- andi í bilinum. Bilurin fekk hægsta karakter og fimm stjørnur í EuroNCAP krasj- testunum. ESP er standard í øllum útgávunum. Focus fæst í fimm ym- iskum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Ambiente, Trend, Sport, Ghia og Titanium. Ambiente er standardút- gávan, og Titanium er luk- susútgávan við allari út- gerð. Bilurin kemur í fyrstu atløgu sum hatchback við trimum og fimm hurðum og sum stationcar, sedan út- gávan kemur seinni. Bílig- ast Focus 1,4i Ambiente kostar 197.500 krónur. Leygardagin 29. januar frá kl. 10-17 verður opið hús hjá P/F Wenzel, har høvið verður at síggja og royna nýggja Focus. Focus við komforti og trygdini í fokus Ford Focus 1,6 Trend 5/h Kabinan er væl ljóðdoyvd og gjørd úr umhvørvisvinarligum tilfari Mynd: Jens Kristian Vang Aftan líkist nýggi Focus forgangaranum við lyktunum við síðuna av bakrútinum Mynd: Jens Kristian Vang Nýggi Focus er bæði longri og breiðari enn forgangarin, og aksilfrástøðan er størri Mynd: Jens Kristian Vang Ford Focus stationcar hevur størt viðførisrúm og lessihæddin er lág Mynd: Jens Kristian Vang Motorurin: 1,6 litur 4. syl bensin 100 hk 0-100 km/t: 10,1 sek Bensinnýtsla: 15,6 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 195/65-15 Stødd og vekt Longd: 434,2 cm Breidd: 174,0 cm Hædd: 144,7 cm Eginvekt: 1.350 kg Viðførisrúm: 385 litrar Prísur: kr. 221.600,- Søluumboð P/F Wenzel Akranesgøta 5 FO-110 Tórshavn Tel. 354500 www.wenzel.fo