Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2005 17 Citroën eru um at vera klárir við avloys- aranum fyri fyrrver- andi XM-seriuna. Talan verður um Citroën C6, sum kemur á marknaðin seinni í ár. Bilurin verður væntandi frumsýndur á Genéve Motorshow í mars BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Citroën hava í nøkur ár ikki havt nakað veruligt flagg- skip, sum t.d. luksusbilin Citroën XM, ið gekk út í 2001. Á Genéve Motorshow í mars verður nýggi luksus- bilurin Citroën C6 vænt- andi frumsýndur. C6 verður ein stórur luksusbilur við komforti á høgum støði og við fram- komnu Hydrakiv-3 fjaðra- skipanini. Millum størru motorar- nar vera t.d. ein 3,0 litur V6 bensin og ein 2,7 litur V6 diesel. Toyota og PSA (Citroën og Peugeot) hava gjørt eina íløgu upp á 10 milliardir krónur í eina felags bilverksmiðju í Kekkia, ið hevur kapasitet til at fram- leiða 300.000 bilar árliga. Bilarnir verða frumsýndir á Genéve Motorshow í mars BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er við stórum spenn- ingi at bíða verður eftir hes- um bilum við fronskum de- signi, japanskum samli- kvaliteti og (vónandi) til kekkiskar prísir. Toyota bilurin fær navnið Aygo, ið merkir "I go", Citroën bilurin verður teirra minsti og fær tí navnið C1, meðan Peugeot bilurin kemur at eita 107 og verður ivaleyst avloysarin fyri Peugeot 106. Hóast bilarnir verða gjørdir á sama samlibandi, verða teir ikki heilt eins at síggja til. Allir hava teir hvør síni sereyðkenni. Tveir ymiskir sera fram- komnir og orkusparandi motorar verða at velja í millum: 1,0 bensin og 1,4 diesel. Til støddar verða bilarnir umleið 340 cm langir, 163 cm breiðir og 147 cm høgir. Tað vil siga, at teir verða minni enn t.d. Toyota Yaris. Allir tríggir bilarnir verða gjørdir á eini felags verksmiðju í Kolin, 40 km eystan fyri kekkiska høv- uðsstaðin Prag. Verksmiðjan kostaði 10 milliardir krónur at byggja. Har arbeiða 3.000 fólk, sum kunnu framleiða 300.000 bilar árliga. Bilarnir verða frum- sýndir á Genéve Motor- show í mars 2005, og fyrstu bilarnir kunnu royndar- koyrast í apríl. Prísin vita vit tó einki um enn. Ársins »off-roadari« Toyota LandCruiser er kosin "Ársins off- roadari 2005" av stóra bilblaðnum "Offroad". 28,4 prosent av lesar- um blaðsins valdu LandCruiser. Kelda: Motor Magasinet Daewoo framgongd í Evropa Suðurkoreansku Dae- woo, sum nú verða seldir undir navninum Chevrolet, høvdu eina framgongd upp á heili 42 prosent í Evropa í 2004. Verksmiðjan, sum verður stýrd av General Motors, fram- leiddi 900.000 bilar í fjør í mun til 580.000 í 2003 Kelda: Motor Magasinet Audi Quattro 25 ár Tá altjóða bilafram- sýningin Genéve Motorshow letur upp fyrst í mars, kann Audi hátíðarhalda at 25 ár eru liðin síðan fyrsti Audi Quattro (4x4) bleiv sýndur fram fyrstu ferð á Genéve Motorshow fyri júst 25 árum síðan Kelda: Motor Magasinet Toyota og PSA felags um kekkiskan bil Toyota og PSA (Citroën og Peugeot) hava gjørt eina íløgu upp á 10 milliardir krónur í hesa felags bilverksmiðjuna í Kolin í Kekkia Toyota bilurin fær navnið Aygo, ið merkir "I go" Peugeot bilurin kemur at eita 107 og verður ivaleyst avloysarin fyri Peugeot 106 Citroën bilurin verður teirra minsti og fær tí navnið C1 C6 verður flaggskipið hjá Citroën C6 verður ein stórur luksusbilur við komforti á høgum støði og Hydrakiv-3 fjaðraskipan. Bilurin verður væntandi frumsýndur á Genéve Motorshow í mars