hósdagur 27. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 27. januar 2005
19
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
TOYOTA YARIS
Árg 2000, Km 21.000. Kr. 85.000.
Tlf. 313887 / 553897
MERCEDES BENZ 240 D ÁRG.
1977
Árg 1977, Km 240000. Altíð verið í
Føroyum. Hevur automatisk gear,
leðurinntrekk og sóltak. Sum
ellisakfar rindar hann ongan
vegskatt og sera lítið í trygging. .
Kr. 17000.
Tel 216409.
ellis@post.olivant.fo
MERCEDES BENZ 200 D ÁRG.
1966
Árg 1966, Hetta snotuliga
ellisakfar, sum er í góðum standi,
er til sølu. Bilurin er
høvuðsumvældur og
sproytlakkeraður fyri uml. tveimum
árum síðani. Sum ellisakfar rindar
hann ongan vegskatt og sera lítið í
trygging. . Kr. 40.000.
Tel 216409.
ellis@post.olivant.fo
i
Fyrivarni verður tikið fyri villum
Enn er bólkurin, sum
skrivar álit um støð-
una hjá rútmiska tón-
leikinum í Føroyum,
ikki liðugur við enda-
ligu tilráðingarnar.
Væntandi síðsti ar-
beiðsfundirin verður
fríggjadagin, men
longu nú kann Urd
Johansen frá arbeiðs-
bólkinum avdúka
nakrar ábendingar,
sum breið semja er
um í bólkinum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ein ferðabrúgv bæði sjó-
vegis og loftvegis er neyð-
ug, um lættast skal um hjá
føroyskum tónleikarum at
gera vart við seg uttanfyri
landoddarnar. Hetta er ein
av breiðu semjunum í ar-
beiðsbólkinum, sum ger
álit um rútmiskan tónleik í
Føroyum.
Hetta er ein ásannan av,
at kostnaðarmikla ferðingin
aftur og fram úr Føroyum
ger tað trupult hjá føroysk-
um bólkum at virka uttan-
fyri Føroyar, og at her er
ein hjálpandi hand frá
myndugleikum kærkomin.
Urd Johannesen er verk-
ætlanarleiðarin í bólkinum,
sum skrivar álit um støðuna
hjá rútmiska tónleikinum.
Tað eru Vinnuframagrunn-
urin og Mentamálaráðið, ið
hava biðið um álitið, og ar-
beiðið verður umsitið av
Menningarstovuni.
Spæli og
venjingarstøð
Arbeiðsbólkurin er enn ikki
liðugur við endaligu tilráð-
ingarnar, men Urd Jo-
hannesen kann longu nú
siga eitt sindur um tær
breiðu semjurnar í bólkin-
um, sum hevur sína síðsta
arbeiðsfund fríggjadagin,
innan álitið verður endaliga
avgreitt og skal til prent-
ingar.
Breið semja er m.a um, at
stórur tørvur er á venjingar-
hølum. Eisini er semja um,
at tørvur er á einum spæli-
stað, í øllum førum í mið-
staðarøkinum.
Men Urd Johannesen ger
vart við, at hesin spurning-
urin er eitt sindur størri, tí
síðani kemur jú spurningur-
in um, hvør hevur ábyrgdina
av hesum og í mongum
førum verður hetta óivað
eitt kommunalt mál.
Urd sigur, at arbeiðið í
Mentamálaráðnum annars
sum heild m.a. gongur út
uppá, at betrast skal um
umstøðurnar hjá tónleika-
undirvísingini, Musikskúl-
anum, og kanska serliga í
útjaðaranum er tørvur.
MIC sýnisglugga
Síðsti parturin av álitinum
er spenandi. Her verður
komið inn á møguleikan
við Mic, einum Musicin-
formationcentre.
Einum
miðsavnandi
kunningar-
depli. Og hetta kann t.d.
verða ein portalur, ið er ein
sýnisgluggi fyri føroyskan
tónleik, bæði inn- og útefti.
Og bæði fyri tónleikarar og
fyrireikarar, tað vil t.d. siga
festivalar.
– Her kunnu t.d. verða
leinkjur til heimasíður hjá
bólkum og festivalum, sig-
ur Urd Johannesen.
Annars er álitið um
føroyskan rútmiskan tón-
leik ein støðulýsing. Og
hetta er galdandi bæði her
heima, men eisini viðvíkj-
andi Norðurlondum og í
heimshøpi.
– Hetta ásannandi, at
Føroyar eru ikki avbyrgdar,
sigur Urd Johannesen.
Liðugt í næstum
Álitið um rútmiska tónleik-
in í Føroyum verður liðugt í
næstum. Í løtuni verður tað
lisið ígjøgnum og arbeiðs-
bólkurin hevur væntnandi
seinasta arbeiðsfund fríg-
gjadagin. Tá verða endaligu
tilráðingarnar gjørdar.
– Tær fara alment at
snúgva seg um t.d. at ar-
beiðs miðvíst og at hava
fingurin á pulsinum, sigur
Urd Johannesen, sum enn
ikki torir at siga neyvt, nær
almenna framløgan av álit-
inum verður.
Men álitið, ella partar av
tí, verða tøkir á heima-
síðunum hjá Vinnuframa-
grunninum
og
Menta-
málaráðnum í næstum.
Tónleikaálitið:
Ferðabrúgv, spælistøð og
sýnisglugga