Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 18 - 27. januar 2005 Dopingeftirlitið í Føroyum fylgir strongum altjóða reglum og er eins gott sum nakra aðrastaðni í heiminum, sigur Finn Mikkelsen frá Anti Doping Dan- mark DOPING Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Sum á so nógvum øðrum økjum, so fylgir føroyska dopingeftirlitið eisini donskum ásetum. Føroyska dopingeftirlitið er vorðið til veruleika í tøttum sam- starvi við Anti Doping Danmark. Tað er danska dopingeftirlitið, sum stend- ur fyri at fáa tikið og kann- að føroysku royndirnar. Leiðarin fyri Anti Dop- ing Danmark, Finn Mikkel- sen, kennir seg sannførdan um, at føroyska doping- eftirlitið er á høgum altjóða støði. - Tær somu reglurnar eru galdandi í Føroyum og í Danmark. Tað er eitt eftir- litið, sum virkar sambært øgiliga strongum altjóða krøvum, sigur Finn Mikkelsen. Hann kennir seg eisini rættiliga sannførdan um, at arbeiðið, ið føroyingar eru farnir í holt við innan anti doping er munagott og gev- ur úrslit. • Vit halda, at tað gongur rætta vegin í dystinum móti doping í Føroyum. Tað er eisini øgiliga umráðandi, at føroyingar fóru í holt við anti doping, áðrenn hetta gjørdist altjóða krav, sigur Finn Mikkelsen.. Finn Mikkelsen leggur stóran dent á, at tað hevur alstóran týdning at arbeiða fyri at fáa doping. Aðalmál- ið hjá Anti Doping Dan- mark er rættiliga einfalt og lætt at skilja. • Vit mugu halda doping úr ítróttinum, og berjast ímóti doping á øllum økj- um, sigur Finn Mikkel- sen. Eisini í Føroyum Royndirnar, sum Anti Dop- ing Danmark tekur í Føroy- um og í Danmark, verða sendar til Norra til kann- ingar. Har verður so av- gjørt, um royndirnar skulu nýtast til at fella ein møgu- ligan dóm móti ítróttaíðkar- anum. Royndirnar verða tiknir sambært sera strongum reglum. Royndirnar eru góðsku tryggjaðar við einari ISO góðkenning, sum vit kenna í líknandi út- gávum frá vinnulívinum. Ì Danmark vóru 1.700 royndir tiknar í fjør. Harav vóru 21 positivar. Tá vit í Føroyum taka 23 royndir, og tað búgva eini hundrað ferðir so lítið av fólki í Før- oyum, so er skjótt at rokna seg fram til, at tað í Føroy- um verða tiknar lutfalsliga nógvar royndir. Men Finn Mikkelsen ávarar ímóti, at vit nýta hendan mótan at rósan okkum sjálvum. - Eg sigi ikki, at tað verður gjørt ov lítið við at kanna í Føroyum, men tað er heldur ikki soleiðis, at vit kunnu siga, at tað verður gjørt nóg nógv, sigur Finn Mikkelsen. Hann sigur seg ikki stúra fyri, at Føroyar fara at verða floymdar við alskyns dopingevnum. Men hann ávarar í sama viðfangi ímóti, at vit halda okkum vera ov langt burturi frá dopingevnunum. • Føroyar eru væl eins útsettar sum øll onnur lond. Men vit nýtast ikki at trúgva ikki, at tað verður alsamt meira doping í Føroyum. Tað kann hetta arbeiðið í stóran mun vera við til at syrgja fyri, sigur Finn Mikkelsen. Eitt politiskt mál Í Danmark er doping sett á dagsskránna innan ítróttin, og donsku fjølmiðlarnir hava víst stóran áhuga fyri evninum. Kjakið í Dan- mark hevur seinastu tíðina snúð seg um, at listin yvir doping evni er ov umfat- andi. Fleiri ítróttaíðkarar halda, at alt ov nógvur van- ligur heilivágur er at finna á dopinglistanum. Doping er eisini komið á politisku dagsskránna í Danmark. Danski menta- málaráðharrin, Brian Mikkelsen, hevur staðið á odda fyri at fáa viðtikið altjóða reglur móti doping og skipa altjóða samstarv í bardaganum móti doping. Doping er kortini ikki vorð- in ein stórur partur av val- stríðnum í Danmark, men doping er komin á politisku dagsskránna fyri at vera. Anti Doping Danmark er sjálvstøðugur stovnur. Fíggjarliga orkan eru 12,5 milliónir um árið. Góðskutryggjað dopingeftirlit Vit mugu halda doping úr ítróttinum, og berjast ímóti doping á øllum økjum, sigur Finn Mikkelsen Tilvildarlig modellmynd – Tað er lætt at fáa hendur á doping á Internetinum - eisini hjá føroyingum. Tískil er neyðugt hjá okkum í Føroyum at berjast ímóti doping, sigur Sofus D. Jo- hannesen, formaður fyri Dopingeftirlits- nevndina DOPING Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað hava ikki verið tey nógvu málini um doping frammi í Føroyum. Bert eitt mál seinnu árini, um ein útlending, sum ávegis til Føroya varð steðgaður fyri at hava ólóglig doping við sær, hevur verið at hoyrt. Bogi Eliasen skrivar á Tinghelluni í seinasta Viku- skiftis Sosialinum, at dop- ing óivað eisini er at finna í Føroyum. Nógvar leysasøgur sigast at ganga um, at doping skal finnast innan ítróttin í Før- oyum. Ikki minst innan styrkivenjingina standa leysasøgurnar seg væl. Hesir leysasøgur hevur Sofus D. Johannesen eisini hoyrt. Hann er formaður fyri Dopingeftirlits-nevnd- ina hjá ÍSF. Tað er tann nevndin, sum stendur fremst í stríðnum móti doping í Føroyum. Formað- ur vísir á, at dopingevni ikki eru so langt burturi fyri tey, sum ynskja at fáa fatur á teimum – Tað er lætt at fáa hend- ur á doping á Internetinum - eisini hjá føroyingum. Ein og hvør kann bíleggja dopingevni og fáa tey send sum vanligan post. Tað er so spurningurin, um tað ber at steðga øllum tílíkum brøvum. Tískil er neyðug hjá okkum í Føroyum at berjast ímóti doping, sigur Sofus D. Johannesen. Dopingeftirlitsnevndin tekur eini 20 roynir árliga í samstarvi við Anti Doping Danmark, sum tað ber til at lesa meira um aðrastaðni á síðuni. Umframt virkar eftirlitsnevndin fyri at kunna føroyingar um dop- ing. Ætlanin er at halda fram við kunningini og við tíðina at økja talið av royndum eisini. Ein av hvørjum hundrað Dopingeftirlitsnevndin byrjaði at taka doping- royndir í Føroyum í 2002. Enn er eingin tikin fyri at hava nýtt doping. Sofus D. Johannesen sigur, at statist- iskt verður roknað við, at ein av hvørjum hundrað royndum vísir seg at vera positiv fyri doping. Higartil eru bert eini seksti royndir tiknar í Føroyum. Skal statistikkurin vísa at seg at vera sannur, skal ein roynd næstu tvey árini vísa seg at vera fongd av doping. Dopingeftirlitsnevndin virkar undir ÍSF og hevur við ítróttafólk í teimum ymsu sersambondunum at gera. Herfyri vísti ein dop- ingroynd hjá einum 22 ára gomlum manni í Grønlandi seg at vera positiv fyri dop- ing. Maðurin er ikki limur í nøkrum sersambandi hjá grønlendska ítróttasam- bandinum. ´ Í Føroyum hevur doping- eftirlitið hjá ÍSF ikki heim- ild at fara inn í sokallaði Fitness Center at taka royndir, men hetta liggur ikki so langt frammi í tíð- ini. - Vit arbeiða við at fáa tað í lag. Ìtróttafólk hjá ÍSF verður bannaði frá allari venjing og kappingum í tvey ár, verða tey tikið fyri doping. Hetta sama skal eftir ætlan eisini vera gald- andi fyri fólk, sum venja aðrastaðni enn í feløgunum hjá ÍSF, soleiðis at vit fáa saman bart ímóti doping, sigur Sofus D. Johannesen. Hann heldur, at vit sam- anumtikið kunnu vera nøgd við støðuna í Føroyum, og tað arbeiðið, sum nú virkar til frama fyri at niðurberja doping. – Vit eru samanumtikið væl nøgdir við gongdina við at hava dopingeftirlit í Føroyum. Men vit arbeiða við at gera eitt betri arbeiði, sigur Sofus D. Johannesen. ÍSF nýtir einar 50.000 krónur árliga til doping- eftirlit umframt eitt sindur afturat til upplýsing. Væl móttiknir Eitt er, hvat ÍSF hevur sett sær fyri. Eitt annað er, hvussu ítróttafeløg og íðk- arar taka ímóti dopingeftir- litinum. Sofus D. Johanne- sen sigur, at fólk hava tikið arbeiði hjá dopingeftirlit- inum meira til sín. - Vit fáa javnan fyri- spurningar frá ítróttafólki og leiðarum, um tey nú kunnu spæla, eftir at hava tikið ein ávísan heilivág. Tað vísir eisini, at fólk hava virðing fyri arbeiðinum Og Dopingeftirlitið hev- ur ongantíð møtt mótstøðu frá ítróttafólki, tá teir hava lagt leiðina framvið fyr at taka royndir. - Sjálvt um spælarar hava verið móðir, so tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at fáa tikið royndirnar, sigur Sofus D. Johannesen. Ikki so langt burturi