Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 • hósdagur • 27. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tað verður uttan iva eitt sera uppsett Stjørnulið, sum fer á vøllin í KÍ-høllini í kvøld at spæla seinnu hálvfinaluna í Coca- Cola kappingini móti VB STJØRNAN-VB Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru ikki meiri enn tríggjar dagar síðani, at VB seinast var á vitjan í Klaks- vík, og tað gjørdist ein minniligur túrur fyri vágs- kvinnur, sum smurdu heimaliðið av. Men eitt var dysturin sunnudagin, og eitt annað er dysturin í kvøld, og einki er avgjørt enn. Mentala yvirvágin Tann fyrra hálvfinalan, sum var leikt í Vági fyri sløkum tveimum vikum síðani, endaði við einum teprum sigri til VB við einum máli. Um gestirnir úr Vági fara at megna verja hesa leiðslu í Klaksvík í kvøld er ilt at meta um, men lítið man verða at ivast í, at tað eru tær í VB, sum hava mentalu yvirvágina á Stjørnuni í løtuni. Tá ið liðini hittust sunnu- dagin, gjørdist tað talan um ein eyðmýking av Stjørnuni á heimavølli, og tað er einki at ivast í, at leikararnir hjá Stjørnuni verða ómetaliga uppsettar til dystin í kvøld, tí hann er eitt kærkomið høvi hjá teimum til at fáa eina skjóta uppreisn eftir lemjandi ósigurin sunnu- dagin. Dysturin er samstundis ein endurtøka av finaluni frá í fjør, og tað er neyvan nakað dulsmál, at tað av liðunum báðum, sum vinn- ur sær sess í finaluni, ið verður leikt 5. februar, verður stórfavorittur til at vinna finaluna eisini. Í hesum sambandi er kanska vert at nevna, at í fjør tapti Stjørnan bara tann eina dystin. Tann dysturin var ímóti VB, sum bara eina viku undan steypa- finaluni vann greiðan sigur í Klaksvík. Kanska er tað eitt tekin um, at leikarar til tíðir kunnu hava trupult við at hugsa um ein dyst í senn, men tí spurninginum fer hálvfinalan í kvøld helst at svara. Talan verður undir øllum umstøðum neyvan um eina endurtøku av 37-21 stór- sigrinum hjá VB sunnudag- in, men uttan iva verður tað ein javnur og spennandi dystur, har avgerðin helst ikki fellur fyrr enn seint í dystinum. Skal Stjørnan gera sær nakra vón um at basa VB, so er neyðugt, at tær aftur fáa skil á verjuna hjá sær, sum als ikki virkaði í dystnum sunnudagin. Har- umframt noyðast tær at verða væl meiri avgjørdar í álopspartinum. Eitt tað sterkasta vápnið hjá Stjørnuni hevur í nógv ár verið skjótálop, men í dystinum sunnudagin var tað bert hendingaferð, at tær fingu nakað líkinda skjótálop í lag. Fáa tær glið á kontraspælið aftur í kvøld, kann alt henda. Útisetarnir ígongd Sunnudagin byrjaði endaspælið í flogbólti hjá teimum liðum, sum ikki megnaðu at vinna seg fram í elituendaspælið. Talan er um sonevndu elitukvalifikatiónina, og her høvdu Holte IF vitjan Bedsted KFUM. Ragnar í Haraldsstovu og Bárður B. Mikkelsen vóru báðir á liðnum hjá Holte, meðan Steinar Eirikstoft ikki fekk tikið lut vegna skaða. Og talan gjørdist um ein tryggan sigur til Holte. Við settúrslitunum, 25-21, 25-17 og 25-20 var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara, og soleiðis kom Holte væl avstað í kappingini um at endurvinna sær sætið í bestu deildini, tá farið verður undir nýggja landskapping í heyst. -jm Ov fáar kvinnur Tað tykist, sum verður talan um framúr góða undirtøku, tá kappast skal um FM í innandura rógving komandi vikuskifti. Ikki minst til stafettina hevur luttøkan verið framúr góð, har heili 63 rógvarar hava boðað frá luttøku. Ein trupulleiki er tó, at tað enn eru alt ov fáar kvinnur, sum hava teknað seg. Einans tvær eru á luttakaralistanum higartil, og tí hava fyrireikararnir gjørt av at leingja freistina fyri tilmelding. Nýggja freistin er ásett til hósdagin. -jm Boccia í Vestmanna Komandi leygardag skipar ÍSB fyri boccia kapping í Vestmanna. Hetta er árliga vetrarkappingin. Hetta er samstundis fyrsta ferðin, at boccia kapping verður hildin í Vestmanna. Byrjað verður kl. 10.30, og um hálvgum tvey tíðina seinnapartin endar kappingin, og so verður talan sjálvandi um heiðursmerkjahandan. Kappast verður í teimum vanligu bólkunum. Tað vil siga at rørslu- og menningartarnað verða bólkað hvør sær, og at tað síðani verður býtt upp í vaksin, børn og systkin. Hartil verður talan eisini um ein pensionistabólk. -jm Finnur Helmsdal skal venja MB Tað verður ein maður við fjølbroyttum royndum, sum skal venja MB komandi kappingarár. Finnur Helmsdal var í mong ár partur av sterka HB-liðnum, og síðani hevur hann eisini gjørt vart við seg sum venjari. Eisini hevur hann drúgvar royndir innan hondbóltin, umframt at hann í fleiri ár hevur skrivað um bæði hond- og fótbólt í Oyggjatíðindum. Umframt alt hetta koma so borgarligu álitissessirnar, sum hann hevur røkt seinnu árini, so alt í ált eru royndirnar bæði nógvar og drúgvar hjá manninum, sum nú skal kjølfesta fótbóltin í MB, sum í ár byrjar av nýggjum at kalla. -jm Stjørnan vil hava uppreisn Tað er lítið at ivast í, at heimaliðið, Stjørnan, vil hava uppreisn, eftir at tær um vikuskiftið snøgt sagt vórðu úrlætnar av VB Mynd: Álvur Haraldsen