Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 18 - 27. januar 2005 Nocko takkar fyri seg Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík fer fyrst í mars mánað at skipa fyri stórari kapping fyri yngru liðini HONDBÓLTSKAPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingin fer fram í viku- skiftinum 5. og 6. mars, og genturnar kappast fyrra dagin, meðan dreingirnir kappast tann seinna. Øðrvísi reglar Spælt verður í trimum ald- ursbólkum. Gentur og dreingir 10 ár, sum eru fødd 1994-1996, gentur og dreingir 12 ár, ið eru fødd 1992-1993, og tann elsti bólkurin er gentur og dreingir 14, sum eru fødd 1990-1991. Spælt verður eftir gald- andi reglum hjá HSF, men tó eru nakrar serliga reglur galdandi fyri kappingina. Eitt nú er spælitíðin átta minuttir, og hvørt liðið kann hava átta leikarar. Tá ið farið verður undir enda- spælið av kappingini, verð- ur golden-goal reglan eisini við. Tað merkir, at stendur tað á jøvnum millum tvey lið, tá ið tíðin er farin, verð- ur spælt viðari, til annað liðið skorar eitt sonevnt golden-goal. Vinnandi liðini fær eitt gávukort upp á 1.500 krón- ur, og teir átta leikararnir fáa hvør sína persónliga gávu. Næstfremsta liðið fær 500 krónur umframt átta persónligar gávur, meðan triðfremsta liðið fær persónligar gávur til allar leikararnar. Tilmeldingarfreistin er 11. februar, og luttøku- gjaldið er 800 krónur fyri liðið. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tjaldur@tjaldur.fo. Fyrrverandi HB-leik- arin Nocko Jokovic hevur valt at gevast sum yrkisleikari Jokovic hevur seinastu tíð- ina verið knýttur at Randers FC, men hevur verið nógv darvaður av skaða. – Eg havi dagliga pínu í fótinum, og tað ber ikki til hjá mær at halda fram sum fótbóltsspælari, sigur 31 ára gamli Nocko Jokovic. Í sínari tíð sum yrkis- leikari hevur Nocko Jok- ovci leikt við AGF, Silke- borg og Randers í Dan- mark, Livingston í Skot- landi og so við HB, sum hann vann føroyameistara- heitið við í 2002. Tað var einastu ferð, at Nocko Jokovic í sínari tíð sum yrkisleikari var við til at vinna eitt gullheiðurs- merki. At Nocko Jokovic átti sín part í meistaraheit- inum hjá HB tað árið er vist, tí í avgerandi dyst- inum móti NSÍ í Runavík, sum HB vann 2-0, skoraði Jokovic bæði málini. tn Ungi klaksvíkingurin Kristoffur Jacobsen, sum herfyri var og royndarvandi í Chelsea, er í hesum aftur í enska stórfel- agnum og roynur seg FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alt bendir á, at tað gekk væl hjá 16 ára gamla KÍ- leikaranum, Kristoffur Jac- obsen, sum herfyri var og royndarvandi í enska stór- felagnum Chelsea úr London. Tað gekk ikki lang tíð eftir heimkomuna til Klaksvíkar, so vóru aftur boð úr London um, at Chelsea fegin vildi hava Kristoffur á vitjan enn einaferð. Kristoffur fór til Ong- lands sunnudagin, og í dag gongur leiðin so heimaftur. Enn er nakað tíðliga at spáa um møguleikarnar hjá Kristoffuri fyri at fáa ein sáttmála við enska felagið, men at teir vilja hava hann at koma enn ein túr til London, kundi bent á, at áhugin fyri unga klaksvík- inginum er stórur í Chelsea. Ein av ungdómsvenjar- unum í KÍ, Eyðun Klak- stein, var við á fyrra túrin- um hjá Kristoffur í Chelsea, og hann er ikki bilsin av, at onglendingar- nir sendu boð eftir honum aftur. – Tað gekk sera væl hjá Kristoffur undir venj- ing, og hann tóktist verða heilt væl fyri, sigur Eyðun Klakstein. Føroya Bjór Simultan Árliga Føroya Bjór Simultan kappingin í Bridge, verður leikt leygardagin BRIDGE Bogi Simonsen Kappingin, ið er tann stórsta og best umtókta kappingin, sum FBS, sera væl stuðla av Føroya Bjór, skipar fyri, verður leikt kring alt landið. Luttøku tali í fjørð var sera høgt, tá leiktu oman- fyri 100 spælarar. Føroya Bridge Samband miðar í ár at koma upp á 150 spælarar. Spælt verður í Bridge- húsinum í Havn, í skúlan- um í Miðvági, í Bridge- húsinum í Vági, á mat- stovuni í Ítróttarhøllini á Kambsdali, í Bridgehøl- inum í Klaksvík Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verða somu spøl á øllum spælið støðunum. Ein vinnari verður sjálvandi fyrst funnin á hvørjum spælið stað sær, síðani verður gjørt upp fyri alt landið og ein samlaður vinnari verður soleiðis funnin. Tað skulu spælast ikki færri enn 27 á hvørjum spælistað og tað eru spøl 1 til og við 27, ið telja við í tí samlaðu uppgerðini. Føroya Bjór letur nógvar góðar vinningar til øll spælistøðini og til teir samlaðu vinnaranar. Tilmelding er á staðnum. Dlr: West Vul: None QJ7 62 KQ842 K1093 A4 653 A8 A974 KQJ85 J6 A109 8652 109742 3 753 Vestan Norðan Eystan Sunnan Pass ((( 1 kl(( 3 NT((( All Pass((( Útspæl(: ((hj4((( ((( Vit spæla parakapping, so yvirstikkini hava stóran týdning. Um útspælið hevði ver- ið kleyvari, so var ikki so nógv at skriva um. 11 stik høvdu komi av sær sjálvum. Fyrsti hjartarin verður loraður og næsti tikin við essinum. Vit taka tvær ferðir rútara, og enda á borðinum. Nú spæla vit kleyvar drong til kong og ess. At enda spæla vit rút- aran. Áðrenn tann síðsta er støðan: Gev:Vest Q J 7 Hæt:None hj Q rú kl Q sp QJ7 hj Q rú kl Q sp K1093 A4 hj 6 rú 5 kl 109 sp 865 hj 109 rú kl Tann síðsti rútarin noyðir norðan at kasta sín hjartara og vit kunnu reisa kleyv- arastikkið og hava reyst. Eitt spæl Í fjør vórðu tað teir báðir, Magni og Allan, sum vunnu Føroya Bjór Simultan kappingina Kristoffur aftur í Chelsea Stór hondbóltskapping í Runavík