hósdagur 27. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Annika Hoydal, Kári
P, Martin Joensen,
Kári Sverrison,
Makrel, 200, Kristleif
Zachariasen, Knút
Háberg Eysturstein
og Showmenn vera
millum nøvnini, ið
fara at framføra á
stóru stuðulskonsert-
ini í Mentanarhúsin-
um leygardagin 29
januar. Peningurin, ið
kemur inn frá tiltak-
inum, fer til tey, ið
vóru rakt av flóðald-
uni í Asia 2. jóladag
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Leygardagin verður stórt
tónleikatiltak í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Tað eru Plátufelagið Tutl
og Mentanarhúsið, ið skip-
að fyri tiltakinum í felag.
Talan er um eina bæði stóra
og fjølbroytta skrá, ið fevn-
ir um eitt breitt úrval av
bólkum og einstaklingum,
ið hava givið út fløgur á
plátufelagnum Tutl seinastu
árini. Byrja verður kl 15 við
barnakonsert og so heldur
tónleikurin fram út á nátt-
ina, tó við tveimum steðg-
um á hálvan tíma hvør. So-
statt verður tiltakið nærum
sum ein eindags festivalur
við
barnakonsert,
jazz
framførslum, fólkatónleiki,
singer/songwriter,
rock
konsert og dansi.
Hetta verður eitt frálíkt
høvi hjá øllum aldursbólk-
um at hoyra dygdargóðan
føroyskan tónleik á einari
konsert, og samstundis
stuðla einum góðum enda-
máli.
Kostnaðurin
fyri
at-
gongumerki verður 200 kr
fyri allan dagin. Børn undir
12 ár sleppa inn fyri 50 kr.
Eftir kl 01:00 tá dansurin
byrjar verður kostnaðurin
fyri atgongumerki 120 kr.
Showcase
Knút Háberg Eysturstein er
samskipari av tiltakinum.
Hann sigur, at upprunin til
tilktakið er, at í november
tosaðu fólk frá Tutl og
Mentanarhúsinum saman.
Ætlanin var at gera eina
sonevnda showcase - eina
konsert, ið skuldi vísa
nakað av tí, sum Tutl hevur
givið út. Dentur skuldi
leggjast á aktuell nøvn í
stóran mun.
Men 2. jóladag komu tíð-
indini um flóðalduna í Asia
og so var jú upplagt at skipa
tiltakið sum eina stuðuls-
konsert.
- At fáa tónleikarar at
stuðla hevur ikki verið ein
trupulleiki og hinvegin er
hetta eisini ein møguleiki
hjá teimum at gera vart við
seg, sigur Knút H. Eystur-
stein, ið metir, at tiltakið í
stóran mun er skipað sum
ein heildaruppliving og eig-
ur at njóstast sambært hes-
um.
- Tutl hevur verið virkið
útgávufelag síðani 1977,
men tó eru tað kanska ikki
øll sum vita, hvat Tutl er og
stendur fyri. Kanska serliga
tey yngru vita lítið um
felagið, hóast tey kanska
kenna útgávur, sum felagið
hevur staðið fyri. Tí er
rímuligt at gera vart við fe-
lagið, sigur Knút Háberg
Eysturstein.
Stuðulskonsert í Mentanarhúsinum
Skrá:
Kl. 15:00 Sóljudansir (barnakonsert, tónleikur og sangur
til yrkingar eftir Alexander Kristiansen)
Kl. 16:00 Mari Mons (finsk songkvinna, spælir
frumkendan fólkatónleik)
Kl. 16:45 Yggdrasil (folk/ jazz)
Kl. 17:30 Brandur Jacobsen v/ bólki (folk/jazz)
steðgur hálvan tíma
Kl. 18:30 Kristleif Zachariasen (singer/songwriter)
Kl. 19:15 Knút H. Eysturstein v/ bólki
(singer/songwriter)
Kl. 20:00 Kári Sverrison (folk/jazz)
Kl. 21:00 Martin Joensen v/ bólki (folk)
steðgur hálvan tíma
Kl. 22:00 Makrel (rock)
Kl. 23:30 200 (punk)
Kl. 01:15 Showmenn (dansur)
Kári Sverrisson og Óli Olsen. Teir verða við á konsertini í
Fuglafirði leygardagin og tann 4. februar eru teir á palli í Rex