Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Amerikanarin Juan Manuel Alvarez ætlaði at taka lívið sær. Hann setti seg í bilin og sett hann á jarnbreytina. Men so slepti hann ætlanini TOKVANLUKKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 25 ára gamli Juan Manuel Alvarez sat í bilin- um á jarnbreytini nær- hendis Glensdale uttan fyri Los Angeles og bíðaði eftir, at eitt tok skuldi koma. Men tá rokið kom, sveik dirvið. Í síðstu løtu leyp hann úr bilinum. Stoyturin var ógvusligur, tá tokið úr Los Angeles rendi á bilin. Ein av vogn- unum bleiv slongdur av breytini og yvir á eina aðra breyt, har hann rakti ein annan vogn. Tá bjargingar- liðið og løgreglan komu á staðið, vóru ellivu fólk deyð, og meiri enn 125 máttu flytast á sjúkrahús. 60 onnur máttu fáa sálar- liga hjálp. Sambært myndugleikun- um er hetta tann ringasta tokvanlukkan í Kalifornia í trettan ár. Men spurningur- in er, um talan var um eina vanlukku. Juan Manuel Alvarez bleiv tikin beint aftan á tilburðin, og ákæru- valdið í Los Angeles segði í gjár, at nú skal støða takast til, um hann skal skuld- setast fyri morð. Juan Manuel Alvarez hevur viðgingið, at hann setti bilin á jarnbreytina, tí hann ætlaði at beina fyri sær. Tað gjørdi hann ikki, men nú kann hann vænta at enda sum drápsmaður ístaðin fyri. 2 Nr. 19 - 28. januar 2005 Ætlað sjálvmorð kostaði ellivu mannalív Heimsins norð- asta oljuleið Norski boripallurin "Eirik Raude" er í ferð við at leita eftir olju á einari leið stutt sunnan fyri Bjarnoynna. Norsk Hydro, sum stendur fyri leitingini, hevur góðar vónir um at finna olju á leiðini. Eydnast tað, er hetta heimsins norðasta oljuleið, skrivar Aften- posten. "Eirik Raude" skal bora tríggjar brunnar í Barents- havinum í vetur. Teir báðar seinnu skal hann bora fyri Statoil. Boringarnar hava sera stóran áhuga í olju- vinnuni. Bæði Norsk Hydro og Statoil hava góðar vónir um at finna nógva olju í økinum, og roknað verður við, at fleiri altjóða feløg fara at liggja framvið, tá norsku mynd- ugleikarnir fara at útluta fleiri leitingarloyvi í Ba- rentshavinum næsta ár. Í 1980 loyvdu myndug- leikarnir teimum fyrstu boringunum í Barentshav- inum, men hóast 60 brunn- ar eru boraðir síðani, hava feløgini bara funnið eina leið, sum er burðardygg. Tað er Snøhvit-leiðin, sum verður útbygd í løtuni. Kenna seg hava ábyrgd Ein kanning í týska blað- num Stern vísir, at meiri enn 20 prosent av týska fólkinum kenna seg hava ábyrgd av tí, sum hendi í teimum nazistisku týning- arlegunum undir seinna heimsbardaga. 74 prosent svaraðu nei. Gerhard Schrøder, kanslari, segði í einari røðu í gomlu týningarleg- uni Auschwitz mikudagin, at nógv teir flestu týskarar- nir, sum eru á lívi í dag, hava ikki skyldina av tí, sum nazistarnir gjørdu, men at teir kortini hava eina serliga ábyrgd. Mikudagin varð skipað fyri minningarhaldi í Auschwitz í sambandi við, at 60 ár eru liðin, síðani sovjetski herurin fríaði teir fangarnar, sum vóru eftir á lívi har. Hildið verður, at næstan hálv onnur millión fólk vórðu týnd í leguni. Nógv tey flestu vóru jødar, og kanningin hjá Stern vísir, at 47 prosent av týska fólkinum halda seg hava eina ávísa skyldu mótvegis jødum. Fiskimenn fáa bátar Í Noregi hava menn havt ætlanir um at senda fleiri fiskibátar til Suðurasia, har fiskimenn mistu fleiri túsund bátar í flóðalduni annan jóladag. Longu beint aftan á flóðalduna kom eitt upp- skot um at senda teimum bátleysu fiskimonnunum fiskifør, sum liggja ymsa- staðni í Noregi, og sum kortini skulu høggjast upp. Men seinni hevur tað víst seg, at í veruleikanum hava norðmenn bara tríggjar bátar, sum eru egnaðir til endamálið. Teir eru ikki sendir avstað, tí tað er ikki fíggjarliga ráði- ligt at senda tríggjar smáar fiskibátar so langan veg, skrivar Dagsavisen. Tí hava tey, sum standa fyri ætlanini, gjørt av at bíða, til fleiri bátar verða lagdir. Fiskimálaráðharrarnir í ES-londunum samdust týsdagin um at lata fiski- monnunum í Suðurasia bátar, sum verða lagdir, tí teir skulu høggjast upp. Talan verður bara um bát- ar, sum kunnu brúkast í økinum, og enn veit eing- in, hvussu nógvar bátar talan kann verða um. Fox er ein trupulleiki Ted Turner, sum stovnaði sjónvarpið CNN, heldur lítið um kappingarneytan Fox News. Í einari røðu herfyri segði Turner, at Fox News er ein hóttan ímótii demokratiinum. - Tað er í lagi, at Fox News styðjaði George W. Bush upp undir valið í november, men tá slíkt verður gjørt við at reingja sannleikan ella í frægasta lagi við at snara sannleik- anum, so er tað ein trupul- leiki, segði Turner í einari røðu nú um dagarnar. Hann fór enntá so langt sum at samanbera leiklutin hjá Fox News við tað, sum týska sjónvarpið gjørdi fyri Adolf Hitler. Leiðslan í Fox News letur ikki atfinningarnar við seg koma. Hon heldur, at orðini hjá Ted Turner eru ikki annað enn eitt ill- sinnisgleps frá einum tap- ara og sipar til, at í dag hevur Fox News fleiri hyggjarar í USA enn CNN. Ted Turner eigur ikki CNN longur. Í 1996 keypti Time Warner sjón- varpsstøðina. Fyri fyrstu ferð í søguni fáa kvinnur- nar í menningar- londunum færri enn trý børn í meðal BØRN Árni Joensen fartekst@mail.dk Í mong ár hava vísindafólk stúrt fyri, at fólkatalið í heiminum og serstakliga menningarlondunum fór at veksa nógv við tí úrsliti, at tað kundi gerast trupult at breyðføða øll. Men nú vísir ein nýggj kanning, at har er einki at stúra fyri. Kanningin umfatar 192 menningarlond, og hon vísir, at nú fáa kvinnurnar í menningarlondunum bara 2,9 børn í meðal, og tað er minni enn nakrantíð fyrr. Um orsøkina sigur kann- ingin, at fólk bíða longri við at gifta seg og at fáa børn. Tølini vísa, at bólkur- in av ógiftum kvinnum í aldrinum 25 til 29 ár er vaksin úr 15 prosentum í sjeytiárunum upp í 24 prosent. Hjá monnum er sami bólkur vaksin úr 33 í heili 44 prosent. Ein onur orsøk er, at fyri- byrging munandi vanligari nú enn fyrr. Í kanningini sæst, at talið á kvinnum, sum brúka okkurt fyri- byrgjandi, er vaksið 38 pro- sent seinastu tjúgu árini. Hjá monnunum er vøkst- urin 52 prosent. Kvinnur í menningarlondum fáa færri børn nú enn fyrr UTTAN ÚR HEIMI Tokið, sum rendi á bilin hjá Juan Manuel Alvarez, koyrdi við 90 kilometra ferð Mynd: Reuters