fríggjadagur 28. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2005
3
Svans
Tað er beinleiðis
svans, sum gongur
fyri seg, tá bátar liggja
og ferðast út og inn
úr fiskiflotanum, eftir
at teir hava fingið
upphøggingarstuðul,
heldur fyrrverandi
fomaðurin í Lands-
stýrismálanevndini,
Heini O. Heinesen
STUÐUL
Edvard Joensen
Føroysk lóggáva verður
innanholað fyri løtuvinning
hjá nøkrum einstaklingum.
Og tað ringsta er, at í
summum førum eru al-
menninr myndugleikar eis-
ini við í spælinum. Tilvitað
ella ikki. Hetta er beinleiðis
at svansa við almennum
pengum, sigur fyrrverandi
løgtingsmaðurin og for-
maðurin í Landsstýris-
málanevndini, Heini O.
Heinesen, sum í mong ár
umboðaði
Tjóðveldis-
flokkin á tingi.
Millum
annað
hevur
borið til at fingið upphøgg-
ingarstuðul til skip, sum
kortini er farið út aftur til
fiskiskap og at enda lagt,
og fiskiloyvi og fiskidagar
sundurlimað til fleiri skip at
liva av.
Løgtingið hevur gjørt
fleiri lógir, sum skulu
hjálpa upp á støðuna í
fiskivinuni, sum ikki ókent
gongur upp og niður, sigur
Heini. Men so koma onkrir
smartir fýrar og finna hol
her og har, og tey verða so
tambað og útnyttað út í odd
og egg fyri egnan løtuvinn-
ing. Verður talað at, er tað
eisini komið fyri, at Løg-
tingið við at láta sum einki
hevur góðkent lógarbrot og
gjørt tey lóglig, sigur hann.
– Tað líkist svarta ong-
um, at eitt nú skip, sum
hava fingið upphøggingar-
stuðul, skulu kunna koma
aftur í flotan og fiska víð-
ari, sum um einki var hent,
heldur Heini O. Heinesen.
Men vit hava fleiri dømi
um tað, sigur hann.
Fiska fyri
upphøggingarstuðul
Millum mong mál, Heini
O. Heinesen hevur verið
við at viðgjørt í Landsstýr-
ismálanevndini, hevur eis-
ini málið um upphøgging-
arstuðul, sum fleiri føroysk
skip fingu undir kreppuni,
sum var.
Ætlanin við hesum var
heilt greitt at fáa tey brutur
úr flotanum fyri á tann hátt
at lætta um hjá teimum,
sum eftir vóru, vísir Heini
O. Heinesen á. Men tað
gekk ikki altíð, sum hugs-
anin við lógini var. Hin-
vegin hendi tað meira enn
so, at skip, sum høvdu fing-
ið
upphøggingarstuðul,
vórðu seld øðrum og komu
aftur í flotan, sum um einki
var hent. Talan var um reina
spekulatión við almennum
pengum. Og tað gekk fínt,
sigur fyrrverandi løgtings-
maðurin.
– Vit áttu at gjørt, sum
teir gjørdi í eitt nú Dan-
mark. Har var eingin sling-
ur í valsinum Eitt skip, sum
fekk upphøggingarstuðul,
varð forkomið. Vit sóu, at
rímiliga nýggj eikiskip í
fínum standi, vórðu sagað
sundur, tí tey skuldu úr
flotanum. Tað fóru tey so
eisini har, men ikki altið hjá
okkum, sigur Heini O.
Heinesen.
Handlað fleiri ferðir
Dømi eru um skip, sum er
handlað fleiri ferðir gjøgn-
um landskassan. Fyrst við
upphøggingarstuðuli
og
síðan við fiskiloyvum og -
døgum.
Í samband við viðgerð av
málum um upphøggingar-
stuðul, sum Landsstýris-
málanevndin viðgjørdi í
2002, varð ein listi gjørdur
við nøvnum á skipum, sum
høvdu fingið upphøgging-
arstuðul.
Í grein í Dimmalætting,
tá málið var fyri í Lands-
stýrismálanevndini, varð
víst á, at fleiri av teimum
skipum, sum stóðu á hesum
listanum, framvegis vóru í
vinnu.
Og tað eru summi teirra
enn, og onnur eru pettað
sundur
og
brúkt
sum
grundarlag
undir
fleiri
størri skipum.
Eitt av hesum skipum,
sum stóð á listanum hjá
Landsstýrismálanevndini,
var útróðrarbáturin Hav-
búgvin, sum undir øðrum
navnið hevði fingið upp-
høggingarstuðul. Eftir at
táverandi eigarin hevði
fingið upphøggingarstuðul
útgoldnan, varð báturin
seldur og fór aftur í vinnu.
Báturin er síðan aftur seld-
ur og lagdur, men fiskiloyvi
og fiskidagar vórðu seld
víðari hvørt sær til tvey
ymisk skipa at brúka.
Útróðrarbáturin fær
upphøggingarstuðul.
Verður seldur og fer
aftur til fiskiskap.
Nýggjur eigari. Nýtt
navn. Báturin verður
aftur seldur, og fiski-
loyvi og fiskidagar
verða pettað sundur
til tvey stállínuskip.
Landskassin rindar
upphøggingarstuðul
og fiskidagarnar fær
skipið fyri einki
GONGDIN
Edvard Joensen
Søkt verður um upphøgg-
ingarstuðul til útróðrarbátin
Janus, tí eigarin vil sleppa
av við hann. Báturin fær
upphøggingarstuðul,
og
skal so eftir hugsanini í
lógini
um
upphøgging
strikast úr flotanum fyri
well.
Báturin verður tó ikki
forkomin, men seldur øðr-
um, sum fara til fiksiskap
við honum undir navninum
Havbúgvin.
Havbúgvin verður seinni
seldur reiðarínum hjá West
Freezer.
Íslandsloyvið
verður tikið frá Havbúgv-
anum og flutt yvir á West
Freezer. Hinir dagarnir fara
til Prestanga, sum reiðaríið
hjá West Freezer eisini
eigur.
Presttangi fer aftur til
Noregs, og flestu fiskidag-
arnir fara nú til West
Freezer. Fyri ikki at missa
loyvini, verða tveir fiski-
dagar, ein á Bankanum og
ein á landgrunninum, fluttir
aftur til Havbúgvan, sum
liggur við bryggju Mið-
vági.
Havbúgvin verður seldur
til Vestmanna, og loyvini
við tveimum døgum verða
flutt á Thomas Nygaard,
sum er lagdur, tí annað skip
er komið í flotan fyi hann.
Fyri at fáa loyvi at fara
aftur til fiskiskap við
Thomasi Nygaard, verður
Havbúgvin keyptur, og
loyvini hjá hesum útróðrar-
bátinum, sum fyrst hevur
fingið upphøggingarstuðul
úr landskassanum, síðan
ókeypis fiskilovyi undir
Føroyum og Íslandi og í
áravís ikki dripið ein ein-
asta fisk, eru nú vorðin
grundarlag undir tveimum
stállínuskipum.
– Tað líkist svarta ongum, at tað skal bera til at svansa soleiðis í landskassanum fyri egnan
løtuvinning. Vit gjørdu vart við hetta, men tað varð ikki lurtað eftir okkum, sigur Heini O.
Heinesen, fyrrverandi formaður í Landsstýrismálanevndini
Soleiðis gekk hetta
Útróðrarbáturin Janus fær upphøggingarstuðul. Verður seldur
og fer aftur í vinnu undir navninum Havbúgvin
Íslandsloyvi og teir flestu dagarnir hjá Havbúgvanum undir
Føroyum enda umborð á West Freezer.............
.........áðrenn Havbúgvin við fiskiloyvi og tveimum døgum verð-
ur seldur til Vestmanna, har loyvini skulu brúkast til Thomas
Nygaard, sum áður er lagdur, tí annað skip er komið í flotan
fyri hann