fríggjadagur 28. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 19 - 28. januar 2005
Sverre Midjord hevur
seinasta hálva árið
forsømt flest ting-
fundir, meðan Alfred
Olsen møtir hvørja-
ferð. Sverre Midjord
sigur, at avmarkaðir
ferðamøguleikar úr
Suðuroynni og onnur
politisk álitisstørv
eru orsøkin til, at
hann ikki møtir í
tinginum hvørjaferð
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Allir uttan ein løgtingslim-
ur hava forsømt ein ella
fleiri tingfundir seinasta
hálva árið.
Gerðabókin hjá løgting-
inum vísir, at tað er munur
á, hvussu væl tingfólk møta
til tingfundirnar. Summir
eru javnan burturi uttan
nakra serliga orsøk, meðan
aðrir møta trúliga næstan
hvørjaferð.
Og so er tað tann eini,
sum altíð er á tingfundi –
Alfred Olsen úr Sambands-
flokkinum.
Tey flestu møta væl
Frá ólavsøku í fjør og fram
til jólaferiuna í desember
vóru
38
tingfundir
á
skránni, og tað var bara
undantakið, at øll ting-
fólkini vóru á fundi sam-
stundis.
Meginparturin av ting-
fólkunum møtir væl, og tey
flestu eru bara burturi
nakrar fáar fundir – ein ella
tveir – í einum hálvári.
Men so eru tað eisini
onnur, sum er oftari burturi.
Tann, sum seinasta hálva
árið hevur førsømt flest
tingfundir, er javnaðarmað-
urin Sverre Midjord, sum er
valdur í Suðuroynni.
Hann var ikki á tingfundi
11 ferðir av teimum 38. Tað
merkir, at hann skulkar
næstan triðju hvørja ferð,
tingfundur verður hildin.
Onnur tingfólk, sum hava
verið ofta burturi seinast
hálva árið, eru fólkatings-
limirnir Høgni Hoydal og
Lisbeth L. Petersen og Ger-
hard Lognberg.
Tímir ikki sjónleik
Sverre Midjord er millum
teir av núverandi løgtings-
limunum, sum hevur flest
politiskar royndir. Hann
hevur verið virkin í polit-
ikki í yvir 40 ár og hevur
bæði sitið í løgtinginum og
í býráðnum á Tvøroyri.
– Tað eru fleiri orsøkir til,
at eg var nakað burtur frá
løgtingsarbeiðnum áðrenn
jól. Eg havi onnur politisk
størv at røkja, og í heyst var
kommunuval, sum fór við
nógvari tíð, sigur hann.
– Sjálvandi skal eg møta í
tinginum, men við hvørt
eru tað bara bagatellir, sum
eru á skránni. Fyrispurn-
ingar til løgmann og lands-
stýrismenn upp í saman um
ymisk mál. Tað er ein sjón-
leikur uttan nakran týdning,
og tá havi eg ikki altíð møtt,
sigur Sverre Midjord.
Hann vísir eisini á, at
ferðasambandið úr Suður-
oynni er sera avmarkað, og
tað ber ikki til hjá honum at
ferðast aftur og fram fleiri
ferðir um dagin.
– Eg havi bara ein kjans
at sleppa til Havnar, og tað
er tíðliga á morgni, og fari
eg avstað tá, so eri eg allan
dagin burturi. Tað kemur
javnan fyri, at arbeiðið í bý-
ráðnum og í løgtinginum
rennir saman, og tá má eg
velja millum míni politisku
størv, tí suðuroyingar hava
ikki somu ferðamøguleikar
sum onnur í landinum,
sigur Sverre Midjord.
Ein skylda at møta
Alfred Olsen brillierar við
sínar uppmøting í løgtingin-
um, men tað eydnast okkum
ikki at fáa hann at taka
telefonina fyrrapartin í gjár
fyri at spyrja hann um hetta.
Ein annar, sum møtir so
at siga hvørja ferð, er ting-
maðurin hjá Miðflokkin-
um, Bill Justinussen, og
hann heldur, at tað er ein
skylda hjá tingfólki at møta
hvørjaferð.
– Um tú gongur upp í títt
arbeiðið, so er tað púra
nátúrligt, at tú møtir hvørja
ferð, sigur hann.
– Eg var burtur ein fund,
og eg haldi meg minnast, at
tað var ein framløga. Í ein-
um slíkum fundi skuldi eg
til Havnar at vera í løg-
tinginum í fimm minuttir
og so avstað aftur.
Men eru tað ikki nógvir
slíkir dagar, har fyrispurn-
ingar, sum bara fá tingfólk
hava áhuga í, eru á skránni,
og so kann tað verða líka-
mikið at møta?
– Eg haldi, at eitt tingfólk
skal lyfta seg upp um tað
støðið, at tað bara gevur
einum kjaki ans, tá ið tað
snýr seg um eitt mál, sum
hann hevur áhuga fyri, og
annars ikki hevur hug at
møta. Sjálvandi skulu vit
møta til øll orðaskifti og
vísa teimum ans, tí Føroya
fólk hevur krav upp á eitt
gott orðaskifti, og at vit
halda lív í fólkaræðinum,
sigur Bill Justinussen.
Johan Dahl betrar seg
Sosialurin gjørdi í fjør eitt
yvirlit yvir, hvussu ting-
menninir høvdu møtt í ting-
inum fyrra hálvár í 2004. Tá
var Johan Dahl toppskorari
sum skulkari, men hann var
eisini nógv í andgletti tá.
Johan Dahl hevur eisini
betrað seg nógv síðani, tí
seinasta hálva árið hevur
hann bara forsømt 5 av 38
fundum afturímóti 12 av 39
fundum í seinasta yvirlitin-
um.
Seinast vóru tað fýra løg-
tingsmenn,
sum
ongan
tingfund høvdu skulkað,
men bara ein av teimum yv-
irlivir sum lýtaleysur hesa-
ferð, og tað er Alfred Olsen.
Hinir tríggir, Olav Eno-
moto, Vilhelm Johannesen
og Heðin Zachariasen, hava
allir verið burturi onkran
tingfund seinasta hálva
árið.
So nógv skulka tey
Frá ólavsøku 2004 til ársskiftið vóru 38 fundir í løg-
tinginum. Niðanfyri sæst, hvussu ofta tey ymsu ting-
fólkini hava verið burturi. Farloyvi hjá tingfólki eru
ikki við í yvirlitinum.
Løgtingsfólk
Sverre Midjord (C): 11
Høgni Hoydal (E): 8
Gerhard Lognberg (C): 7
Lisbeth L. Petersen (B): 7
Jákup Mikkelsen (A): 6
Jørgen Niclasen (A): 6
Johan Dahl (B): 5
Hergeir Nielsen (E): 4
Heidi Petersen (E): 4
Páll á Reynatúgvu (E): 4
Óli Breckmann (A): 3
Andrias Petersen (C): 3
Heðin Zachariasen (A): 3
Marjus Dam (B): 2
Olav Enomoto (B): 2
Karsten Hansen (E): 2
Kaj Leo Johannesen (B): 2
John Johannessen (C): 2
Poul Michelsen (A): 2
Finnur Helmsdal (E): 1
Annita á Fríðriksmørk (E): 1
Kári P. Højgaard (D): 1
Torbjørn Jacobsen (E): 1
Edmund Joensen (B): 1
Kjartan Joensen (A): 1
Vilhelm Johannesen (C): 1
Bill Justinussen (H): 1
Anfinn Kallsberg (A): 1
Maiken Krabenhøft (E): 1
Kristian Magnussen (C): 1
Henrik Old (C): 1
Jenis av Rana (H): 1
Alfred Olsen (B): 0
Landsstýrismenn
Jóannes Eidesgaard: 8
Hans Pauli Strøm: 8
Jógvan við Keldu: 7
Bárður Nielsen: 6
Bjørn Kalsø: 5
Bjarni Djurholm: 5
Jógvan á Lakjuni: 3
Ríkisumboðið
Berit Kleist: 24
Sverre skulkar mest og Alfred er duksur
Hesin maðurin møtir hvørja ferð á løgtingsfundi. Bæði í
hesum yvirlitinum og í seinasta yvirlitinum í fjør var Alfred
Olsen á hvørjum einasta tingfundi
Sverre Midjord var frá ólavsøku til ársskiftið tann tinglimurin,
sum var oftast burturi frá løgtingsfundunum
Tingfólk møta sum heild væl upp í tinginum, men øll uttan ein hava skulkað onkran tingfund, og toppskorarin kemur upp í
næstan triðja hvønn fund