Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2005 5 – Eg taki hetta ikki sum eitt persónligan ósigur, men hetta var ein ósigur fyri Suðuroy sum heild, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri SKÚLADEPIL OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg má viðganga, at eg eri vónbrotin. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági ásannar, at hennara allarfyrsti fund- ur á odda fyri Vágs Býráð- ið, gekk milt sagt ikki eftir vild hjá henni. Størsta avgerðin á fund- inum var, at býráðið sam- tykti at halda fast um, at miðnámsskúlin skal byggj- ast í Vági. Sostatt vil Vágs Býráð ikki tosa við lands- stýrið um at gera ein skúla- depil í Hovi. Býráðið er einans sinnað at tosað við Vágs Býráð um at byggja røktarheim í Suðuroy. – Hetta var eitt vónbrot, tí eg haldi ikki at vit vita ítøkiliga, hvørjar ætlanirnar eru. Vit hava tikið eina av- gerð, uttan at vit hava kann- að allar møguleikar og tað haldi eg, er skeivt. Sostatt heldur hon, at býráðið hevur tikið støðu í málinum uttan at tað er lýst út í æsir. – Samstundis standa vit í teirri støðu í Suðuroy, at tað er stórt trot á almennum størvum og serliga er trotið stórt á størvum til konu- fólk. Hon sigur, at eitt røktar- heim hevði givið nógv størv til konufólk. – Tí áttu vit atgjørt at tosa við landsstýrið fyri at vita, hvørjar ætlanirnar eru við einum skúladepli í Hovi og røktarheimi í Vági. Tá ið vit høvdu fingið greitt at vita, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevði, kundi so býráðið tik- ið eina endaliga støðu. Sjálv mælti hon býráðnum til at taka upp samráðingar við landsstýrið um málið, men ein meiriluti av býráðnum vildi tað øðrvísi ogsamtykti at halda fast um at skúlin skal byggjast í Vági. – Eg visti at tað fór at verða hips um haps, ti eg visti, at fleiri av býráðslim- unum, sum eisini sótu í undanfarna býráði, fóru at standa við sína støðu. Eg visti eisini, at summir av teimum nývaldu vóru ivingarsamir og úrslitið varð so sum tað var. Var tað kravgongan sum gjørdi munin? – Kanska hon gjørdi munin hjá onkrum! Ein ósigur fyri Vág og Suðuroy sum heild Helst hevur hon havt var- hugan av, hvønn veg tað bar, tí áðrenn málið kom til viðgerðar, royndi hon at fáa tað útsett til næsta fund. Til tá skuldi so býráðið tosa við landsstýrið fyri at fáa nærri at vita, hvørjar ætlanirnar vóru. Men eisini tað uppskotið varð felt og sostatt varð hon tvær ferðir stemmað niður í málinum um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági. – Eg taki hetta ikki sum ein persónligan ósigur. Men eg haldi, at hetta var ein ósigur fyri Vágsbygd og allar Suðuroynna sum heild. Hon vísir á, at spurning- urin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági er ikki ein spurningur, sum við- kemur vágbingum einsa- møllum. Heldur ikki spurn- ingurin um miðnámsskúla er ein spurningur, sum við- kemur vágbingum einsa- møllum. – Vágbingar eiga ikki miðnámsskúlan einsamall- ir. Hann er fyri alla oyna og fyri alt landið og tí er tað skeivt av Vágs Býráði at viðgerða málið sum um at hetta er eitt mál fyri Vág burturav. Ikki ráð Spurningurin er hvat fer at henda á eldraøkinum í Vági. Kirstin Strøm Bech ásannar, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat kommunan hevur ráð til einsamøll, tí inntøkurnar eru so nógv minkaðar. – Vit fáa ikki tikið lán og einsamøll hava vit undir ongum umstøðum ráð til at byggja røktarheim ella ellisheim. – Skulu vit tosa um at byggja sambýlið út, ber kommunan einsamøll meg- inpartin av kostnaðinum til byggingina og hon skal eis- ini betala ein part av rakstr- inum. Og sum støðan er nú, liggur eisini tað nakað langt frammi í tíðini at byggja sambýlið út. – Var talan um eitt røktar- heim, skuldu allar komm- unurnar í Suðuroy betalt 50% av byggingini í felag, samstundis sum landsstýrið hevur boðað frá, at tað er sinnað at finna eitt fígging- armynstur sum gjørdi, at kommunurnar hava ráð at vera við. Harafturat betalir betalir landið einsamalt allan raksturin av einum røktar- heimi. – Tí haldi eg at tað hevði verið sera áhugavert at vita ítøkiliga, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevði og, hvussu landsstýrið hevði hugsað sær, at kommun- urnar kundu fíggja eitt røktarheim, sigur Kirstin Strøm Bech. Hon fer nú at boða lands- stýrinum frá støðuni hjá Vágs Býráð.Og hon er, at býráðið heldur fast um, at miðnámsskúlin skal byggj- ast í Vági, men at býráðið vil hava fund við lands- stýrið um at byggja røktar- heim í Suðuroy. – So fáa vit at síggja, hvørja støðu, landsstýrið hevur til tað, sigur hon. Borgarstjórin í Vági vónbrotin Í samrøðuni við Hans Paula Strøm, landsstýris- mann, í blaðnum í gjár, er ein feilur komin í, har tað verður greitt frá út- reiðslubýtinum ímillum land og kommunur í sambandi við at byggja og reka røktarheim og sambýli. Har stendur, at í sam- bandi við sambýli skal Vágs Kommuna einsa- møll betala 90% av rakstrinum. Hinvegin skal komm- unan ikki betala eitt oyra av rakstrinum av einum røktarheimi. Tað rætta er, at í sam- bandi við sambýli, skal kommunan betala 90% av sjálvari byggingini. Hinvegin betalir landið raksturin. Tó skal komm- unan sjálv betala náttar- vaktirnar, umframt við- líkahald. Men í sambandi við eitt røktarheim betala landið og kommunurnar í økinum, hvør sína helvt av byggingini. Hinvegin betalir landið allan raksturin, sum hann er. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, ger eisini vart við, at honum hóvar ikki yvirskriftina á greinini. Har stendur at »Vágb- ingar vilja bara hava utt- an at lata nakað aftur- fyri«. Hans Pauli Strøm sig- ur, at hetta eru ikki hans- ara orð. Tað er rætt, tí yvirskriftin er ein niður- støða av tí, sum stendur sjálvari greinini. Har stendur, at spurn- ingurin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági, er eitt samlað til- boð til suðuroyingar. Men býráðið í Vági hev- ur samtykt, at tað heldur fast um, at skúlin skal byggjast í Vági, men at tað vil kortini tosa við landsstýri um røktarheim í Suðuroy. Ì tí sambandi sigur landsstýrismaðurin, at vágbingar kunnu ikki bara taka tað burturúr samlaða tilboðnum, sum hóvar teimum best og nokta at tosa um tað, sum ikki hóvar teimum. Og tað stendur lands- stýrismaðurin framvegis við. Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, skjýtur enn einaferð upp at umisitingin av Strandferðsluni verður flutt til Suðuroyar MIÐFIRRING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hergeir Nielsen, løg- tingsmaður, hevur enn einaferð skotið upp fyri Løgtinginum, at umsit- ingin av Stransferðsluni verður flutt til Suðuroyar. Hann sigur ætlanin er at byggja eina farstøð á nýggju samferðsluhavn- ini og hann mælir nú til, at tað arbeiðið verður víðkað, so at tað eisini umfatar høli til umsiting- ina hjá Strandferðsluni. Hann heldur, at tá enn ikki er farið undir far- støðina, er tað eitt sjálv- sagt høvi til at víðka verkætlanina, fyri at gera tað so kostnaðarleyst sum til ber. Hergeir Nielsen sigur, at tá ið undirsjóvartunn- ilin undir Leirvíksfirði er komin, fer øll tann umsit- ingarliga tyngdin á Strandferðsluni, at við- víkja Suðuroynni. Og hann ivast ikki í, at tað stendst ein beinleiðis rakstrarfyrimunur av at flyta alla umsitingina av Strandfaraskipum Land- sins nærri tí stóra talinum av brúkarum. Samtundis vildi hetta givið lokal- samfelagnum fleiri við- komandi størv, samstun- dis sum hann heldur, at tænastustøðið verður hækkað munandi. Hann vísur á, at verður umsitingin flutt í ein bygning í Suðuroy, slepst eisini undan leigu- útreiðslum til ein um- sitingarbygning í Havn. Hann metir at tilsam- ans fara farstøðin og um- sitingarbygningurin at kosta einar átta milliónir. Saman við tí, sum er brúkt og játtað higartil, verður neyðugt at seta fimm milliónir av á næstu fíggjarlóg Skulu betala meiri til sambýli Fyrimunur at flyta Strand- ferðsluna til Suðuroyar Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, í djúpum tonkum á býráðsfundinum týskvøldið. Hon royndi at tala sína søk, men tapti