fríggjadagur 28. januar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 19 - 28. januar 2005
Ymsar fatanir av lóg-
ini um fyritíðarpen-
sionistar hevur volt
til ósemju millum
tingmann Tjóðveldis-
floksins, Finn Helms-
dal, og landsstýris-
mann Javnaðarfloks-
ins í almanna- og
heilsumálum, Hans
Paula Strøm. Málið
varð viðgjørt í tingin-
um mikudagin
PENSIÓNSMÁL
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Ósemja hevur tikið seg upp
um pensiónsupphæddina
hjá fyritíðarpensionistum,
tvs. hjá borgarum, sum av
eini ella aðrari orsøk ikki
eru arbeiðsførir og tí eru
vorðnir pensionistar áðrenn
vanligan pensiónsaldur.
Snýttir pensionistar
Tingmaður
Tjóðveldis-
floksins, Finnur Helmsdal,
setti fyri stuttum lands-
stýrismanninum í almanna-
og
heilsumálum,
Hans
Paula Strøm úr Javaðar-
flokkinum, ein skrivligan
fyrispurning,
og
undir
orðaskifti
í
tinginum
seinnapartin
mikudagin
svaraði landsstýrismaðurin
fyrispurninginum frá ting-
manninum.
Talan er um eitt fløkt
mál,
men
orsøkin
til
ósemjuna í málinum er, at
Finnur metir fyritíðarpensi-
onistar hava verið fyri
órætti orsakað av skeivum
tulkingum av pensións-
lógini. Fyritíðarpensionist-
arnir fáa eina skiftisupp-
hædd á 10272 krónur um
árið. Hetta tí teirra pensión
minkaði við somu upp-
hædd, tá pensiónslógirnar
vórðu broyttar 1. januar
2000. Við lóg er ásett, at
grundupphæddin hækkar
við fýra prosentum um árið
(regulering), men kjarnin í
málinum tykist vera, at
myndugleikarnir samstund-
is hava minkað skiftisupp-
hæddina samsvarandi, og tí
er talan ikki um nakran
reellan bata fyri teir fyri-
tíðarpensionistarnar, sum
Finnur spyr um. Við øðrum
orðum verður ein upphædd
økt
(grundupphæddin),
men sama krónutal verður
tikin av aftur á aðrari veit-
ing (skiftisupphædd), sum
fer til somu fólk. Hesum vil
Finnur ikki finna seg í, og
hann hartar nú landsstýris-
mannin fyri at praktisera
lógina á henda hátt.
– Lógin varð gjørd fyri at
betra um sømdirnar hjá
ávísum fyritíðarpensionist-
um, og eyka skiftisupp-
hæddin varð samtykt við tí
endamáli at minka um
ávísar óhepnar avleiðingar.
Men nú verður skiftisupp-
hæddin skerd, so hvørt sum
grundupphæddin hækkar,
og so er talan jú ikki um
nakran bata, sigur Finnur
Helmsdal.
Embætisverkið
Tingmaður
Tjóðveldis-
floksins var í trivnaðar-
nevndini sjálvur ein av
arkitektunum handan lóg-
ina, tá Tjóðveldisflokkurin
sat í samgongu, og hann
sigur, at skerjingin í skiftis-
upphæddini hjá fyritíðar-
pensionistum er í stríð við
andan og endamálið hjá
teimum, sum tá smíðaðu
lógina. Hann krevur nú svar
frá avvarðandi landsstýris-
manni um, hví skiftisupp-
hæddin verður skerd, so illa
støddu fyritíðarpensiónist-
arnir ikka fáa nakran saml-
aðan vinning.
– Orsøkin til misskiljing-
ina er, at embætisverkið
hevur tulkað lógina á ein
hátt, sum bert ger sømd-
irnar verri hjá avvarðandi at
hesi lóg. Hetta er eitt gott
dømi um, hvussu ein lands-
stýrismaður er í lummanum
á embætisfólki hansara.
Tað skal sigast, at lógin er
ógreið, men vit hava nú
undirstrikað, hvat ætlanin
var við lógini, tá vit evnaðu
hana til, og núverandi støða
stríðir ímóti øllum sannfør-
ingum og sjónarmiðum um
avlamispensionistar.
Tá
endamálið við øllum er, at
upphæddin fyri fyritíðar-
pensionistar skal hækka við
fýra prosentum um árið,
kann tað ikki vera rætt, at
myndugleikarnir taka til-
svarandi upphædd frá teim-
um á viðbótini (skiftisupp-
hæddini),
sigur
Finnur
Helmsdal.
Greið lóg
Mikudagin
seinnapartin
fekk Finnur svar frá lands-
stýrismanninum
Hans
Paula Strøm, og hann sigur,
at talan als ikki er um nakra
ósemju.
– Vit eru báðir samdir
um, at reformar eiga at
verða gjørdir á økinum, og
eg eri prinsipielt ímóti, at
peningur til fyritíðarpensi-
onistar verður skerdur. Men
samstundis havi eg eina
greiða lóg at halda meg til,
sum tíverri sigur, at skiftis-
upphæddin skal skerjast, so
hvørt sum grundupphædd-
in hækkar. Eitt stórt em-
bætisverk við fleiri instans-
um hevur hugt at lógini, og
hana má eg fyrihalda meg
til, so leingi broytingar ikki
eru farnar fram, sigur Hans
Pauli Strøm. Landsstýris-
maðurin sigur, at talan er
um eitt stórmál, tí nógvir
føroyingar eru umfataðir av
lógini, og reformar á økin-
um fara at kosta tíggjutals
milliónir.
Landsstýrismaðurin met-
ir tað vera løgið, at Finnur
og onnur einki hava gjørt
við trupulleikan øll tey
árini, teir sótu í samgongu,
og tað, hann nú kemur og
sigur, er júst tað, Hans
Pauli og hini í andstøðuni
vístu á í undanfarnu full-
veldissamgongu.
– Teir hava samtykt eina
lóg, sum eg nú má halda
meg til, og hvat teir hava
ætlað og havt til endamáls,
kann eg ikki nýta til nakað,
so leingi lógin talar greitt,
slær
landsstýrismaðurin
fast.
Men Hans Pauli Strøm
leggur til endan afturat, at
hann í framtíðini ætlar sær
at fremja broytingar á økin-
um, so áðurnevndu trupul-
leikar verða rættaðir.
Opið stríð um pensiónsveitingar
Sjálvinnskriving hjá
Atlantsflogi
Atlantsflog bjóðar nú ferðafólki sínum
sjálvvirkandi innskriving í Kastrup
Ferðafólk hjá Atlantsflogi, sum ferðast um floghavnina
í Kastrup, kunnu nú skriva seg sjálv inn í innskriving-
armaskinunum, sum standa yvir av skrivstovuni hjá
felagnum í Temrinal 2 í Kastrup, sigur Atlantsflog í tíð-
indaskrivi.
Hetta fer at spara ferðafólki væl av tíð í mun til gomlu
skipanina, har standast skuldi í bíðirað, viðhvørt rætti-
liga leingi, áðrenn avgreiðslan var fingin frá hondini.
Nú klara fólk sjálv innskrivingina upp á einar tveir
tríggjar minuttir, og kunnu so fara víðari.
Hendan tænasta gongur eisini ynski frá fleiri og fleiri
ferðafólkum á møti, sigur Kent Christensen, sølu- og
marknaðarleiðari hjá Atlantsflog í tíðindaskrivinum.
ej
Ósemja hevur tikið seg upp millum Hans Paula Strøm, landsstýrismann, og Finn Helmsdal, løgtingsmann, um praktiseringina av pensiónslógini. Finnur finnist at
skerjingum í veitingunum hjá fyritíðarpensionistum, meðan Hans Pauli sigur seg noyðast at halda seg til lógina