Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2005 7 Bakur og Stelkur eru nú á fimta túri í ár, og allar túrar- nar uttan tann eina hava skipini verið full undir lúkurnar FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er gott, at tað er nógvur fiskur at fáa, tá ið prísirnir eru so lágir. Hetta er so sanniliga galdandi fyri upsan. Prísirnir hava verið og eru framvegis rættiliga lágir, men nøgdirnar, sum skipini føra til lands, eru velduga stór- ar. Upsin er framvegis smáttfallandi. Í minsta lagi 70% av veiðini hjá partrolarunum er upsi 3 og 4, og tað er rættiliga smáur fiskur. Á fimta túri Sum heild fáa partrolar- arnir nógvan upsa, og nógv skip hava seinasta mánaðin siglt til lands – túr eftir túr – full undir lúkurnar. Bakur og Stelkur eru nú á sínum fimta túri higartil í ár. Teir landaðu í Saltangará seinasta mánadag, og hendan túr- in høvdu teir tilsamans 340.000 pund, og tá eru skipini full undir lúkur- nar. Men tað eru ikki bara Bakur og Stelkur, sum rokast í upsanum í løt- uni. Tað gera fleiri aðrir partrolarar eisin. Nýggju leirvíkstrolar- arnir, Polarhav og Stjørnan, landaðu í Saltangará týsdagin, og teir vóru eisini fullir undir lúkurnar. Hesi skipini taka nakað meira enn Bakur og Stelkur, og tí er væntandi, at veiðan hjá teimum hendan túrin mundi liggja um tey 400.000 pundini. Týsdagin landaðu eis- ini Smaragd og Safir. Hesi skipini eru aftur smærri, men eisini teir vóru fullir undir lúkur- nar av upsa. Aftrat partrolarunum, hevur eisini onkur garnabátur landað hjá Beta hesa vikuna. Okkurt aftrat Olaf Olsen, stjóri á Landingarmiðstøðini hjá Beta, sigur, at hesa vikuna hava teir havt nógv at gera. - Her hevur nógv fólk verið til arbeiðis, og líkt er til, at onkur landing verður aftrat, áðrenn vikan er úti. Stjórin væntaði í gjár, at onkur av gomlu Kuba -trolarunum kom inn at landa – í gjár ella í dag. - Jú, tað er gott, at nógvur fiskur er at fáa, tá ið prísirnir eru so lág- ir, sigur Olaf Olsen. Partrolararnir rokast á upsaveiði Fleiri skip hava landað hjá P/F Beta hesa vikuna og partrolararnir, sum veiða upsa, hava verið fullir undir lúkurnar Mynd: Vilmund Jacobsen Nótaskipini hava rættiliga borið við svartkjaft á leiðunum við Írland, og bæði Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fulla last. Nú eru onnur nótaskip á veg suður á hesar leiðir FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Finnur Fríði kom á Fugla- fjørð á midnátt mikukvøld- ið við 2500 tonsum av svartkjafti, sum er full last. Tróndur í Gøtu verður væntandi inni fyrrapartin í dag; teir hava eisini fulla last, eini 2600 tons av svartkjafti. Tað tekur umleið eitt samdøgur at landa skipini í Fuglafirði, og tá ið lastin er tóm, fara tey aftur á leið- irnar við Írland at royna. Siglitíðin hvønn vegin liggur um stívliga tvey samdøgur. Sum skilst, eru onnur føroysk nótaskip eisini á veg suður á hesar leiðir, eitt nú Krúnborg og Christian í Grótinum. Christian í Grótinum hevur verið ein túr á hesta- makreli, men eftir hvat skilst, er hetta fyrsti túrurin hjá Krúnborg í ár. Kemur væl við Hetta er tíðin, tá ið svart- kjafturin plagar at taka seg upp á leiðunum við Írland og so hvørt, sum tað líður út á várið, tekur hann seg norður yvir. Góði fiskiskapurin kem- ur væl við hjá nótaskipun- um, tí tað hevur sæð eitt sindur ivingarsamt út við svartkjaftinum í seinastuni. Seinastu árini hevur stovnurin verið rættiliga hart troyttur, og ein ávísur ótti hevur verið um, hvørt slaki fiskiskapurin seinastu tíðina hevur samband við stóru royndina eftir svart- kjafti, sum strandalondini ikki kunnu semjast um. Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu á Fuglafirði við fullum skipi Tróndur í Gøtu, sum her liggur høgt í sjónum, er fullur, nú hann kemur á Fuglafjørð við 2600 tonsum av svartkjafti fyrrapartin í dag Tríggir trolarar hava landað í Vestmanna hesa vikuna FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna hevur verið støðugt fiska- arbeiði, síðan gongd kom á aftur framleiðsluna, 10. januar í ár. Jákup Eli Thomsen, virk- isleiðari, sigur, at tey ar- beiða við tveimum vaktum; tann fyrra frá 8-16 og tann seinna frá 16 til midnátt. Eini 50 fólk eru á hvørji vaktini. Landingar - Fyrstu dagarnir av árinum var minni fiskur í útboði í Føroyum, tí upsaprísurin í Skotlandi var rættiliga góður, einar 8-9 krónur fyri kg., og fleiri trolarar nýttu høvi at fara niður til Skot- lands við fiskinum. Jákup Eli sigur, at síðan verulig gongd kom á aftur eftir jóla- og nýggjárshøg- tíðina, hevur eingin steðgur verið í framleiðsluni. Nú mánadagin landaði Vesturbúgvin í Vestmanna. Teir høvdu 225.000 pund, meginparturin upsi. Í dag vænta tey Vesturtúgvuna og Grønanes, sum hava eini 240.000 pund tilsamans. Eisini her er meginparturin av veiðini upsi. Virkisleiðarin sigur, at upsin í fyrstu lastunum, sum virkið keypti í ár, var rættiliga smáur, men nú er slagið betur. - Vit hildu, at fiskurin bæði var smáur og rak, men nú sær betur út, sigur hann. Jákup Eli sigur, at fisk- urin, sum Vesturbúgvin hevði mánadagin, var góður. - Tað vísir seg, at slagið avhongur nógv av, hvar skipini royna, leggur hann aftrat. Skúlanæmingar Á virkinum hjá Fiskavirk- ing í Vestmanna arbeiða til- samans 100 fólk, og tað er ikki bara sum at siga tað at manna reinskeriborðini. - Vit hava nakrar skúla- næmingar, sum plaga at hjálpa til á seinnu vaktini. Hetta eru framhaldsskúla- næmingar og næmingar, sum ganga á Fiskivinnu- skúlanum. Jákup Eli Thomsen sigur, at teir royna at vera so fleksiblir sum tilber. - Onkur, sum arbeiðir á kvøldvaktini, ynskir bara at arbeiða hálva vakt, og tá kann tað vera heppið, um onkur næmingur kann taka hin helmingin av vaktini. Virkisleiðarin sigur, at teir plaga at laga seg eftir slíkum umstøðum, tá ið fólk sjálvi kunnu finna út av at skipa seg saman. Skúlanæmingar taka hond í á fiskavirkinum í Vestmanna