fríggjadagur 28. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 19 - 28. januar 2005
– Vit ynskja at fáa
stabilitet í kommun-
una, soleiðis at tað
ikki skal vera munur á
at búgva í Oyndar-
firði, í Elduvík, á Skála
ella í Runavík. Vit
skulu øll føla, at vit
búgva í eini stórari
kommunu – og í eini
kommunu sum
virkar, sigur
Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri í
Runavíkar kommunu
BÝARMENNING
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
– Enn eru so bara gingnir
28 dagar síðani vit løgdu
allar hesar fýra kommun-
urnar saman. Tað ber illa til,
at siga nakað um tað enn.
– Men mín vón er, at um
fýra ár fara vit øll at siga, at
tað var ein røtt avgerð at
leggja kommunurnar sam-
an. At allir borgararnir í øll-
um bygdunum kunnu fegn-
ast um tað, sigur Rodm-
undur Nielsen.
Hann er í dag borgarstjóri
í eini stórari kommunu, ið
fevnir um bygdir heilt úr
Æðuvík til Elduvíkar. Men
ætlan hansara er at gera alt
fyri, at allir borgarar í øllum
bygdunum koma at føla seg
sum eina eind.
Bæði Rodmund og umsit-
ingin í Runavíkar kommunu
vita, at hetta er eitt stórt
mál. Men júst hetta málið
fer at hava hægsta prioritet
hesa komandi tíðina.
Á
nýggjárinum
varð
Runavíkar kommuna økt
við
teimum
»gomlu«
kommununum í Oyndar-
firði, Skála og Elduvík.
Avgreiðsla á staðnum
Tað er ein fullkomuliga
nýggj kommuna, sum nú
skal fara til verka. Í fyrsta
lagi er hon víðkað við fleiri
kommunum, og haraftrat
eru nýggj fólk eisini komin
í sjálvt býráðið, sum er
víðkað til 11 limir.
– At fáa hesar fýra komm-
unurnar at virka sum eina
eind, tað er tann stóra av-
bjóðingin hetta komandi
skeiðið. Vit ynskja at fáa ein
stabilitet í kommununa, so-
leiðis at tað ikki skal vera
munur á at búgva í Elduvík,
Skála ella Runavík. Vit
skulu øll føla, at vit búgva í
eini stórari kommunu – og í
eini kommunu sum virkar.
– Teir fyrstu mánaðirnir
fara helst at ganga við at fáa
hetta í rættlag. Men vit hava
tí eisini sett júst hetta sum
eitt mál, ið hevur hægsta
prioritet í okkara arbeiði.
Slíkt hendir ikki frá einum
degi til annan, sigur Rodm-
undur.
Eitt stórt arbeiði skal eis-
ini gerast í øllum bygdunum
í kommununi, soleiðis at tey
venja seg við hugsanina um,
at tey nú hoyra til Runavíkar
kommunu. Fyri mangar
bygdir er hetta ein rættiliga
nýggj avgerð, meðan ein
t.d. á Skála hevur havt fleiri
ár til at fyrireika seg uppá
samanleggingina,
tí
samstarvið varð formalis-
erað fyri fleiri árum síðani.
– Mín vón er, og tað
ynskja vit øll, at eftir fýra
árum fara vit øll at siga, at
tað var ein røtt avgerð at
leggja kommunurnar sam-
an. Enn eru so bara 28 dag-
ar farnir, men vit arbeiða
miðvíst at tvinna alt saman
til eina stóra eind, sigur
Rodmundur.
Avgreiðsla á staðnum
Millum Oyndarfjørð og
Runavík eru bert 25 km.
Hetta er ikki so nógv í fjar-
støðu, tá ein veit at vega-
sambandið er gott. Men tá
talan er um kommunalmál
og ein fyrispurning frá ein-
um borgara, kann fjarstøðan
tykjast long.
Fyri at tryggja øllum
borgarunum í kommununi
eina góða tænastu, hevur
stórkommunan fingið sær
bæði staðbundnar nevndir
og avgreiðsluskrivstovur í
trimum av bygdunum í
kommununi. Hesar fara so
at hava opið ávísar dagar
um vikuna.
Skipanin verður so, at
avgreiðsluskrivstovan
á
Skála verður opin eina ávísa
tíð týsdag og hósdag; tann í
Oyndarfirði mikudag og
tann í Funningsfirði fríggja-
dagar. Her fer eitt starvsfólk
at hava ábyrgdina av at taka
ímóti teimum, sum hava
ørindi har og so fáa tey send
víðari til avgreiðslu í Runa-
vík. Við millumbilum er
ætlanin at borgarstjórin
sjálvur skal vera til staðar
hesar dagar.
Í øllum hesum førunum
er talan um eina ávísa
endurnýtslu. Tað verður ein
maður
við
royndum
í
kommunalum
málum,
nevniliga skrivarin í teirri
gomlu kommununi á Skála,
Eyðun Rasmussen sum fer
at hava hetta arbeiðið undir
sær.
Og skrivstovurnar sjálvar
verða í hølunum hjá teimum
gomlu kommununum, so-
leiðis at neyðugt ikki er at
byggja nýtt.
– Hetta er so ein loysn, vit
hava valt at seta í verk. Vit
vita kortini ikki enn um hon
er hin rætta, men tað vil
tíðin so læra okkum.
– Tað sum hevur týdning
fyri meg persónliga er, at
íbúgvararnir í útjaðaranum
hava eitt stað, har teir kunnu
fáa síni mál avgreidd í
heimbygdini, sigur hann.
Út um egnan
sandkassa
Nógv samband er í dag
millum kommunurnar í
Eysturoynni. Okkurt skal
endurskoðast og okkurt skal
dagførast.
Millum hesi málini er
samstarvið
millum
teir
mongu skúlarnar. T.d. hevur
Runavík samstarv við Nes
kommuna um breytirnar í
skúlanum;
næmingar
á
Skála ganga í Stranda skúla
og næmingar úr t.d. Funn-
ingi ganga í skúla í Runa-
vík.
Somuleiðis er havnin í
Funningsfirði felags havn
millum ta gomlu Elduvíkar
kommunu
og
Funnings
kommunu. Í dag er hon so
ístaðin vorðin ein felags-
havn fyri Funnings og
Runavíkar kommunur.
– Út frá hesum er greitt,
at áhugamálini og samstarv-
ið gongur á kross millum
kommunurnar í oynni. Vit
ætla tó ikki at fara inn og
gera nakrar kollveltandi
broytingar
beinanvegin,
men heldur fara hóvliga til
verka.
– Alt fer at taka sína tíð,
nú sjónarringurin og stødd-
in eru vorðin størri. Vit
skulu nú, um eg so má siga,
hugsa út um okkara egna
sandkassa, og læra okkum
at hugsa, at henda stóra
kommunan nú skal savnast
til eina stóra og sterka eind,
sigur Rodmund.
Hann er sjálvur tann, sum
hevur staðið næstur í øllum
arbeiðinum í hesi víðkanini
at kommuni. Hinir limirnir í
býráðnum og fólkið úti í
teimum ymsu bygdunum
skulu eisini venja seg við
hesar tankarnar. Fólkið í
Runavíkar kommunu er
kortini ikki heilt ókent við
at hava eina stóra og
spjadda kommunu, tí tann
gamla kommunan fevndi jú
bæði um t.d. Æðuvík,
Lamba og Skipanes.
Rodmundur er tó fegin
um tann positiva viljan, sum
hann
møtir
allastaðni.
Serliga fegin er hann um
vælvildina hann møtir í
umsitingini til hesar broyt-
ingar. Uttan eina positiva og
góða umsiting, sum er ein
av stóru grundarsteinunum í
arbeiðinum at leggja allar
hesar bygdirnar saman í
eina kommunu, hevði ar-
beiðið
verið
munandi
truplari.
Uttan havn
- eingin
Runavík
Flestu kommunurnar í
økinum eru vaksnar
frá havnaøkinum og
hava síðani ment seg
fram við strondini ella
niðaneftir. Og just
hetta
við
góðum
havnaviðurskiftum er
ein av grundstuðlun-
um í virkseminum í
hesi stóru kommun-
uni.
Fyri
Rodmund
Nielsen er tí eingin ivi
um, at havnaviður-
skiftini eisini í fram-
tíðini fara at standa
ovarlaga á listanum
yvir útbyggingar og
betringar, soleiðis at
tænastustøðið
kann
vera á somu hædd sum
nú.
– Vit fegnast sjálv-
andi um tað stóra virk-
semið sum er á og
kring
havnirnar
í
kommununi. Og okk-
ara ynski er, at enn
meiri lív má koma í
framyvir.
Hann hugsar her um
viðurskiftini á Skála
við m.a. skipasmiðj-
uni, eins og hann við
spenningi sær, hvussu
virksemið í Søldar-
firði spakuliga er farið
at økjast aftur.
Har hevur ein latið
byggja
eina
stóra
goymsluhøll til m.a.
alifóður, sum ætlanin
er at útflyta til onnur
lond. Teir hava somu-
leiðis keypt ein bát til
endamálið,
og
tað
skilst, at ein ætlar at
byrja eina fasta rutu
við hesi framleiðsluni
millum Søldarfjørð og
meginlandið í næstum.
Umstøðurnar í Runa-
vík og á Skála eru sera
góðar, og tí væntar
Rodmund at virksem-
ið fer at halda fram
sum nú og helst vaksa
eitt sindur. Enn er tó
ikki talan um nakrar
útbyggingar, men betr-
ingar og viðlíkahald er
altíð á skránni.
Men ofta vísir tað
seg, at eitt viðlíkahald
er meiri at líkna við
eina útbygging.
Runavík skal gerast ein
Vinnulívið hevur altíð staðið sterkt og havt góð kor í Runavík. Hetta er ein av grundstuðlunum í kommunu