fríggjadagur 28. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2005
9
Tríggjar
staðbundar
nevndir
Til
tess
at
røkka
áhugamálunum
hjá
øllum
borgarum
í
teirri stóru kommun-
uni hevur Runavíkar
kommuna
nú
valt
staðbundnar nevndir
fyri Skála, Oyndar-
fjørð og Elduvík.
Endamálið við hes-
um nevndum er at vera
sum ein ráðgevandi
nevnd í lokalum mál-
um.
Í nevndirnar eru hesi
fólkini vald:
Skálanevndin:
1 Gunnvør G. Hansen
2 Petur Poulsen
3 Súni S. Kristiansen
Varalimir:
1 Jens Bech
2 Ruth Olsen
Fyri
býráðið
eru
vald:
Rodmundur Nielsen
og Kári Johannesen
Varalimur: Asbjørn
Mikkelsen
O y n d a r f j a r ð a r -
nevndin:
1 Erika L. Petersen
2 Hallur Ellingsgaard
3 Ingeborg Jacobsen
Varalimir:
1 Louis Houman
2 Janhild Olsen
Fyri
býráðið
eru
vald:
Rodmundur Nielsen
og Kári P. Højgaard
Varalimur: Hans J.
Lamhauge
Elduvíkarnevndin:
1 Michael Pattinson
2 Dánjal Martin
Hansen
3 John Kjeld
Varalimir:
1 Frida Reyná
2 Hans P. Hansen
Fyri
býráðið
eru
vald:
Rodmundur Nielsen
og Ólavur Asafsson
Olsen
Varalimur: Klæmint
Østerø
Rodmundur Nielsen er
føddur formaður í hes-
um nevndum. Ætlanin
er, at tær skulu hava
sínar fyrstu fundir í
komandi.
Trýst á miðstaðarøkið
Íløgukarmurin hjá Runa-
víkar kommunu er umleið
19 mió. kr. í ár. Og her eru
mong viðurskifti, ið skulu
setast í gongd ella sum bøt-
ast skal um.
Eitt mál, sum altíð er við-
komandi í slíkum viður-
skiftum er lendi til sethús.
Her er kommunan í teirri
støðuni, at grundøki eru tøk
í øllum kommunum. Men
tað undrar neyvan nakran,
tá sagt verður, at størsta
trýstið er á miðstaðarøkið í
Runavík og Saltangará.
Í løtuni er ein bíðilisti
eftir grundøkjum við beint
omanfyri 30 umsóknum,
men spurningurin er, um
her er talan um fólk sum
eru sinnaði at fara undir
bygging alt fyri eitt ella tey
bíða til seinni. Ein ítøkilig
ætlan um útstykking liggur
í løtuni klár uppi á Høga-
leiti, har ætlanin er at fara
til verka í summar. Hinveg-
in eru eisini smærri út-
stykkingar
í
teimum
smærru
bygdunum
í
kommununi. Í løtuni standa
t.d. tvey sethús í gerð lið
um lið í Rituvík.
Fyri Rodmund er eingin
ivi um, at møguleikin hjá
fólki at fáa grundøki er
samanbundin við vøksturin
í fólkatalinum á staðnum.
Hann vísir her til Skála, har
ein miðvíst hevur lagt seg
eftir at kunna nøkta tørvin á
grundøkjum.
Á odda í
skúlaviðurskiftum
Skúlaviðurskiftini í komm-
ununi er eitt, ið borgarstjór-
in er nógv upptikin av.
Hann vísir á, at í undan-
farna býráðið var eitt ávíst
arbeiði gjørt við at minka
um skúlaeindirnar, fyri at
fáa eitt betri skúlaverk og
við minni flutningi av
skúlabørnum.
Eitt annað er, at skúla-
børn í Oyndarfirði og á
Skála ganga í 8. til 10.
flokk á Strondum. Henda
skipanin hevur virkað væl,
men fer eisini at verða hugd
eftir í framtíðini.
Tá tað snýr seg um tey
brekaðu og menningartarn-
aðu hevur kommunan í
stóran mun sjálv loyst øll
málini. Hetta hevur hon
gjørt m.a. at útgerða skúlan
í Lamba til hetta og í Søld-
arfirði, har partar av skúl-
unum eru tiknir burturav til
undirvísingina av hesum
børnum.
Tað er tí ikki av leið, sum
sagt verður í seinastu út-
gávuni av MBF-blaðnum,
at Runavíkar skúli hevur
gingið á odda tey seinastu
25 árini við at geva børnum
við serligum tørvi eitt
skúlatilboð á staðnum, har
næmingurin býr ella har
hann ynskir at ganga í skúla
Rodmundur hugsar ikki
bert um tey »vanligu«
skúlaviðurskiftini í komm-
ununi, sum hann stjórnar.
Hann heldur, at nógvir av
skúlaspurningunum
fyri
hesi børnini við serligum
tørvi, eiga at verða loystir
av øllum kommunum í
Eysturoynni. Ikki hvør í
sínum lagi.
– Eg vil siga, at higani er
ein góður vilji til at tosa
saman um hesi viðurskift-
ini, men enn vantar so tann
landspolitiski viljin til at
koma eitt fet víðari.
Hann vísir á, at í Søldar-
fjarðar skúla eru tvær
skúlastovur settar av til
menningartarnaði børn og í
skúlanum í Lamba ganga í
løtuni tríggir næmingar –
tveir við fjølbreki og ein
við autismu.
Í løtuni fer fram ein út-
bygging av skúlanum í
Oyndarfirði, og á Skála er
ein sera góður skúli, sum
lýkur øll krøv. Í Funnings-
firði er eisini ein góður
skúli við góðum karmum.
Har kundi ein tó ynskt sær
uppaftur fleiri skúlabørn.
n stór og sterk eind
– Vit skulu nú læra okkum at hyggja út um okkara egna
sandkassa, og læra okkum at hugsa, at henda stóra
kommunan nú skal savnast til eina stóra og sterka eind, sigur
Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
uni, sum nú er víðkað eisini til vestara arm á Skálafjørðinum