Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 19 - 28. januar 2005 Ein týðandi partur av Suðuroyarætlanini er longu skotin niður av Vágs býráð. Sambært ætlanini var hildið skilabest, at byggja miðnáms-og heilsuskúla í Hovi og røktarheim í Vági. Ein skúladepil í Hovi vildi alt annað líka kunna gjørst ein vitnar- og mentanardepil og ein menningartáttur í oynni. Men hetta verður so av ongum, og suðringar fáa nú tveir miðnámsskúlar, ið báðir eru ov smáir til at gerast eitt gott og mennandi umhvørvi. Spurningurin er so hvørja lagnu røktarheimsætlanin fær. Tað er sjálsvagt eingin orsøk at revsa suðringar við ikki at fara undir at projektera røktarheim. Landsstýrið eigur at halda høvdið kalt og fremja røktar- heimsætlana skjótast! Tað mest ítøkiliga í ætlanini er, at landsstýrið fer undir at gera berghol millum Øravík og Hov í ár, og lógaruppskot um verkætlanina verður løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Hvussu nógv arbeiðspláss talan verður um er m.a. tengt at, um tað verður eitt útlendskt ella eitt føroyskt felag sum vinnur útbjóðingina. Ein leyslig meting er tí, at verkætlanin beinleiðis skapar 30-40 føroysk arbeiðspláss í miðal um árið í umleið 2,5 ár, um felagið velur at nýta sama leist sum NCC hevur nýtt í Norðoyatunlinum. Avleitt keyp av vørum og tænastum fer vantandi eisini at skapa nakað av virksemi í Suðuroy. Hetta hevur sjálvsagt týdning, men størsta týdingin hevur tað, at oyggin mestsum verður ein býur, tá bergholið er gjørt og infrabygnaðurin sostatt er vorðin heilt munandi bøttur. Hetta krevur eisini, at nýggi Smyril verður troyttur til fulnar, so sambandið við meginøkið veruliga verður mun- andi betri enn í dag. Her er veruliga talan um nógv betri karmar og mennandi fortreytir, um farið verður í gongd og um Smyril einferð fer í sigling! Ætlanin er sera varin tá um kommunusamanleggingina ræður. Hett er mikið spell. Tað er ikki nóg mikið at staðfesta, at landsstýrið stuðlar ætlanini at leggja oynna saman í eina kommunu. Hetta vil sjálvsagt geva eina sterka umsitingar- liga eind, sum fær tørv á útbúnum fólki av ymiskum slag m.a. løgfrøðingum, búskaparfrøðingum og verkfrøðingum. Sum ein kommuna fer oyggin ikki longur at vera í innanhýsis kapping, men í kapping við restina av landinum og útheimin. Hví ikki seta eitt sindur av trýsti á her? Øll vita, at samanlegging er meginfortreytin fyri framburði í oynni. Ein grundleggjandi trupulleiki, sum Suðuroyggin hevur er, at stóra talið av ungdómi, sum flytur burtur í lestrarørindum, ongantíð fær møguleika at venda aftur til oynna, tí ov fá størv eru, har tey kunnu brúka sína útbúgving. Landsstýrið vil tí virka fyri, at almenn arbeiðspláss eisini koma Suðuroynni til góðar. Hetta, saman við einari sterkari kommunalari fyri- siting í samanløgdu kommununi, fer at skapa grundarlag fyri enn fleiri førleikakrevjandi størvum. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og almanna- og heilsumálum arbeiða við ítøkiligum ætlanum, ið m.a. hava við sær, at nýggj almenn arbeiðspláss verða í Suðuroynni. Hetta er sera skilagott og tað er bert at vóna, at hesi hugskot verða fylgd upp. Landið hevur gjørt íløgur í nýggja samferðsluhavn á Trongis-vágs- firði, og Tvøroyar Kommuna hevur fingið Drelnes at ráða yvir. Harafturat hevur landsstýrið partvíst fíggjað djúphavn í Vági. Við hesum hava havnirnar, bæði á Tvøroyri og í Vági, fingið nýggjar vakstrarmøguleikar. Grundarlag skuldi tískil verið fyri at økt um virksemið við eitt nú umskiping av fiskavørum og soleiðis skipa ein tilfeingisdepil. So mikið um sjálva ætlanina. Her eru bæði visiónir og ítøkilig uppskot. Nú er at halda fast og fylgja øllum hesum upp. Í hesi tilgongd hava suðringar sjálvir størstu ábyrgdina saman við landsstýrinum. Hetta verður eit langt og tungt hál. Her skulu fremjast bráðfeingis loysnir so væl sum langtíðar loysnir. Ætlanin er góð. Allir partar tykjast hava hug og vilja at samstarva. Nu er eftir at fremja viljan í verki. DAGSINS MEINING Sosialurin Suðuroyarætlanin 3 VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Samgongan, við Javnaðar- flokkinum á odda, hevur sett sær fyri at fáa sjálv- stýrismálið á føroyskar hendur. Leisturin, sum Javnaðarflokkurin og sam- gongan hevur valt, er settur saman av trimum týðandi tættum: 1. Yvirtøkulóggávu, sum er ein nútímansgerð av heimastýrisskipanini 2. Lóggávu um størri utt- anríkispolitiskar heim- ildir og 3. Nýggjari stjórnarlóg um rættindi og skyldur før- oyinga og um manna- gongdir í sambandi við sjálvsstýristilgongdina. Á henda hátt ætlar Javn- aðarflokkurin at slóða fyri einari hóvligari tjóðskapar- ligari semju í sjálvstýris- málinum, og hetta er ein góð ætlan. Men mangir eru leikir í longum talvi, og tað tykist sum møtir landsstýrið mót- burði í teimum donsku politisku og løgfrøðiligu korridorunum á Christians- borg. Langar løgfrøðiligar tulkingar koma aftur og aftur í vegin, og grundlóg- in, sum skuldi vera frælsis- skjal dana, vísir seg nú at forða fyri bæði hesum og hasum, tá ið talan er um, at føroyingar ætla at taka ábyrgd av egnum viður- skiftum. Tað liggur væl fyri at tamba grundlógina, tá ið danski ES-limaskapurin skal fáast at passa inn í grundlógina, men tað gongur striltið, tá ið vit tosa um Føroyar. Í hesum drúgva talvi er tað altavgerðandi, at før- oyska fólkatingsumboðan- in, er tann tolnari, drúgvari og snildari telvarin, at fólkatingsumboðanin telvar vegna landsstýrið og vegna Føroya fólk, og ikki bert er ein hálvur løgtingsmaður, ið fyri dupulta løn, verður so sundurbýttur, at hann hvørki er her ella har, men bara hevur orku til at fara í onkra hissini konfrontatión, sum ikki førir til nakra loysn. Fólkatingsumboðið skal ikki blanda seg uppí dansk- an politikk, men stútt og støðugt virka til frama fyri Føroyar. Sjálvsstýrismálið á føroyskar hendur VAL05 Kristian Magnussen Valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið Á forsíðini á heimasíðu síni hevur Sjúrður Skaale ein boðskap, ið skal lýsa veru- leikan, sum hann vil hava okkum at fata hann. Tað snýr seg um ráðstevnuna, "Høvdið á blokkin" , ið var hildin á Christiansborg síðsta vár. Henda lýsing hansara er í besta fall bert hálvur sannleiki og harvið í hvussu er hálv lygn. Snildur sum hann heldur seg vera, avmarkar hann sína lýsing til bert at um- fata tað sum var á tí for- mellu ráðstevnuni á Christ- iansborg, meðan millum annað tað sum varð sagt í donskum fjølmiðlum í somu ørindum verður tagt burtur. Tey sum ynskja eina meira nuanseraða fatan av øllum málinum, ella eina øðrvísi fatan av sannleikan- um kunnu finna hann á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo Leitast kann m.a. í bløðun- um nr. 324 og 334. Men annars er nóg mikið at vísa til TV2 málið, har fyrst TV2 tók tíðindini aft- ur sum ósonn og síðan hev- ur Kristian Thulesen Dahl, formaður í donsku fíggjar- nevndini váttað, at hann gjørdi sínar viðmerkingar á skeivum grundarlag. Hvat samband Sjúrður hevði við hesi tíðindi og hesa øsing fáa vit kanska eina ábending um á hansara heimasíðu. Síðan hjá Sjúrða VAL05