Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2005 11 Gjald fyri valgreinar Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka gjald fyri valgreinar, sum verða settar í blaðið, hetta fram til fólkatingsvalið. Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi. Sosialurin Annita á Fríðriksmørk tingkvinna og valevni Tjóðveldisfloksins. Tjóðveldisflokkurin er fyri samstarvi í útnorði, tí tjóðirnar har sam- starva á jøvnum føti. Tjóðveldisflokkurin er fyri, at Føroyar fáa limaskap í Norðurlanda- ráðnum, tí tá fingu vit har eina sjálvstøðuga rødd og vildu soleiðis samstarva á jøvnum føti við hini Norðurlondini. Somuleiðis eru vit fyri, at Føroyar gerast limaland í Sameindu Tjóða. Men hví er Tjóðveld- isflokkurin so ímóti limaskapi í ES, tá vit ynska limaskap við ST, Norðurlandaráðið og útnorðurráðið? Í stuttum er at siga, at hendan mótstøðan móti ES, sum allir politisku flokkarnir í Føroyum hava - uttan Sambands- flokkurin - kemst eina- mest av tí fiskiríkidømi, sum er runt Føroyar, - hvørs ríkidømi vit missa ræði og ávirkan á, um vit gerast limir í ES. Eisini eru vit í heila tikið ímóti limaskapi við felagsskapir, sum ikki tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og vald á sínum tilfeingi og framtíð. Men vit halda tað verða umráðandi, at vit fáa limaskap og virka í altjóða felagssakpum, sum hava týdning fyri vinnu okkara, mentan, útbúgving og gransk- ing. Slík stremban vil geva okkum ein nógv størri pall at spjaða virk- isváðan, og opnar dyr allastaðni úti í heimi og vil soleiðis forka okkum inn í virksemi av alskyns slagi, sum annars ong- antíð síggja dagsins ljós í einum afturlatnum heimastýri. Útnorðurráðið eigur at samstarva miðvíst við ES Um vit eru ímóti lima- skapi í ES so er alneyð- ugt at vit hava eitt gott samstarv við ES. Hetta samstarv fæst best við, at londini í útnorði standa saman sum ein mótvekt og samstarvs- felagi hjá ES. Sam- starvsavtalur av slíkum slag skulu tryggja hes- um trimum londunum í útnorði marknaðarat- gongd til tann stóra marknaðin niðri í ES. Eisini eiga samstarvsav- talurnar at útbyggja út- búgvingar- og gransk- ingarmøguleikar fyri ungdóm okkara alla- staðni í Europa. Hetta er alneyðugt um framtíð- artilfeingi okkara — tey ungu og børnini — skulu hava nakran møguleika í framtíðini at lyfta Føroyar á eitt altjóða støði, sum er og verður kravið, um tú skalt fylgja øðrum vest- urlendskum tjóðum. Hetta eigur at verða boðskapar okkara eisini á Fólkatingi nú tey fyri- reika at senda alsamt fleiri mál niður til Brússel at umsita. Vit mugu ikki siga sum Sambandsflokkurin, at tey stóru og tungu máls- økini eru betur umsitin í Brússell enn heima hjá okkum. Vit mugu hava høvuðsábyrgdina og mugu finna samstarvs- loysnir við onnur lond. Onnur lond kunnu ikki hava høvuðsábyrgdina og gera avtalur fyri okk- um. Tað megna vit best sjálvi, tí tað eru vit, sum vilja hava samband við allan heimin! ...tí tað eru vit, sum vilja hava samband við allan heimin! Nú valstríðið stendur fyri framman vil eg við nøkr- um fáum orðum ynskja øllum veljarum eitt gott val og í stuttum greiða frá politikki Sambandsflok- sins. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Vit í Sambandsflokkinum vóna, at okkara politiska stevnuskrá og okkara kon- struktiva arbeiði í farna valskeiði fer at endurvinna okkum sessin á fólkatingi, har vit eisini framyvir ætla at arbeiða álitisfult, og við framtíðini í huga. Vit í Sambandsflokkin- um ætla okkum ikki at seta spurningar, sum vit kenna svarið á frammanundan, og vit ætla ikki at verða tey, sum rópa harðast. Haraftur- ímóti fer umboð Sam- bandsfloksins at grundgeva fyri okkara sjónarmiðum, soleiðis at vit fyri hvønn dag menna okkara sterka felagsskap. Vit kunnu lova, at vit Føroya fólks vegna fara at reka ein politikk, ið leggur stóran dent á at varðveita ein sterkan ríkisfelagsskap, har trúvirði og tað at halda gjørdar avtalur eru í hásæti. Tað er í hesum døgum av størsta týdningi at okkara rødd verður hoyrd, tí fyri framman standa stórar av- bjóðingar. Til hetta fólka- tingsvalið fer okkara dags- skrá at snúgva seg um tríggjar fyritreytir fyri ein- ari sunnari menning av Før- oyum. • Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast og men- nast, tí saman standa vit sterkari. • Vinnulívið skal hava betri marknaðaratgongd úti í Evropa, tí hetta gevur arbeiðspláss her heima. • Gransking og nýhugsan skulu raðfestast í fremstu røð, tí hesi skapa fram- burð og nýggjar vinnu- møguleikar. Sambandsflokkurin fer altíð at verja tína vælferð. Johan Dahl Løgtingsmaður og valevni til Fólkatingið Sambandsflokkurin vil frælsi og tryggleika fyri hvønn einstakan! Oftast verður orðið frælsi tengt at orðinum "suvereni- tet". Tíverri má eg siga at "suverenitetur ella full- veldi" hava lítið og einki við veruligt frælsi at gera. Vit síggja og hoyra hvønn dag um sokallað suveren lond ella fullveldi, har íbúgvarnir í landinum als ikki eru frælsir. Fyri mær merkir veruligt frælsi tað at tjóðin hevur frælsi. Hvat er so tjóðin ? -tað eru vit sum her búleikast og virka. Tað eru vit, fólkið — menniskjuni. Vit skulu m.a. hava frælsi til : • At fáa okkum góða út- búgving • At seta okkum búgv, og geva okkara familju eitt trygt og gott lív • At fáa eitt gott starv og møguleikar fyri at ar- beiða okkum upp. • At hava møguleika og karmarnir til at skapa okkara egnu eydnu. Vit skulu eisini hava trygg- leika: • Hóast tú kanst vera fødd- ur á lívsins sokallaðu skuggasíðu, so skal dag- ligdagurin kortini verða tryggur • Tú skalt kunna vera veik- ur í samfelagnum og kortini hava eitt trygt gott lív • Og hóast tú ert eldri, skalt tú kunna hava tryggar karmar og eitt gott og sømiligt lívs- kvøld. Uppgávan hjá teimum fólkavaldu er áhaldandi at tryggja hvørjum einstøkum av okkum hetta frælsi. Í Amerika hava fleiri enn hálvthundrað statir tikið seg saman fyri at tryggja sínum borgarum hesar møguleikar og hesi frælsi. Hvør einstakur statur er nógvar ferðir størri enn onnur lond. Hóast tað, so hava statirnir sæð, at uttan at standa saman, kunnu teir ikki tryggja tjóðini veruligt frælsi. Prísurin fyri veruligt frælsi er at lata nakað av avgerðarrætti til Washing- ton Londini í Evropa hava eisini sæð, - eftir mong kríggj og stríð teirra mill- um,- at veruligt frælsi og veruligir møguleikar fyri tjóðirnar einans kunnu tryggjast við at standa sam- an. Úrslitið av hesum er ,at alsamt fleiri av londum hava tikið seg saman í ES. Prísurin fyri at tryggja borgarunum — tjóðini — frælsi og møguleikar, hevur eisini her verið at londini lata avgerðarrætt frá sær - til Brússel Í Føroyum er støðan ikki øðrvísi enn í Amerika og restini av Evropa. Fyri at tryggja tjóðini veruligt frælsi, mugu vit hava ein sterkan stat — eitt sterkt sambandsríkið og fyri hetta lata avgerðarrætt í ávísum førum. Uttan ein sterkan stat kunnu vit ikki tryggja tjóð- ini veruligt frælsi. Vit tryggja Føroya fólki — tjóðini - frælsi, menning og møguleikar gjøgnum Ríkisfelagsskapin. Eru vit ikki longur í Ríkisfelagsskapinum fáa vit "suverenitet / fullveldi ", men tjóðin missir frælsi og møguleikar. Hvat er tá vunnið? Frælsi kann ikki fatast, - uttan í mun til ófrælsi. Tann ið ikki kennir ófrælsi, - kennir heldur ikki frælsi. Í dag hava vit í Føroyum stórt sæð einki ófrælsi, ið stendst av stjórnarstøðuni ella sum kann bøtast við at broyta stjórnarstøðuna. Sambandsflokkurin ar- beiðir fyri áhaldandi at hava størst møguligt frælsi og trygd til hvønn ein-stak- an av okkum. Hetta vilja vit eisini mill- um mong onnur áhugamál , áhaldandi brúka okkara fólkatingssess til at virka fyri. Við Sambandsumboðan á Fólkatingið eru tygum í góðum tryggum hondum. Farið tí á val tann 8 . febr- uar og setið kross við Sam- bandsflokkin ella eitt av valevnum hansara. Við Sambandskvøðu. VIÐMERKINGAR Hesum vil Sambandsflokkurin virka fyri VAL05 Ríkisfelagsskapurin og frælsi hjá tí einstaka føroyinginum VAL05 VAL05