Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 19 - 28. januar 2005 Heri Mohr Tann syndarliga og óhugnaliga náttúruvan- lukkan í Asia 2. jóladag í fjør fór sum snarboð um allan heim í somu løtu, avleiðingin av jarð- skjálvtanum norðan fyri Sumatra var veruleiki. Takkað verið fram- komnu samskiftis- møguleikum, sum sjón- varp og edv (e-mail), vórðu samkenslu- og hjálpitiltøk upp á stutta tíð sett í verk í at kalla øllum framkomnum londum á ein slíkan hátt, at allir gluggar fóru upp á víðan vegg, og lýggjar og fjálgar kenslur - næstakærleikin - vann á slavtoku sálarinnar: Ósannindi, øvund og maktgirnd . Náttúruvanlukkur hava altíð verið og fara altíð at vera, so leingi jørðin er til, og um vit fara langt aftur í tíðina, so hava slíkar vanlukkur valla haft stórvegis ávirkan á mannalívið uttan bert har, sum náttúran í ólukku mát vísti sína megi. Sam- skiftið tá í tíðini var ikki annað enn bátur og skip. Fyri 121 árum síðani var ein náttúruvanlukka við suðurendan á Su- matra, sum hendan 2. jóladag var við norður- endan, men munurin er tann, at tá var einki radio, sjónvarp, edv og illa nokk telefon til, so ilt er at ímynda sær, hvussu ræðuligt fólkið har hevur haft tað - ætlandi við ongari hjálp yvirhøvur. Um hesa náttúrukata- strofu kunnu vit lesa í Den Store Danske En- cyklopædi: Krakatau er vulkanoyggj í Sunda- strætinum millum Java og Sumatra. Hon er ser- liga kend fyri ta stóru, eksplosivu spreing- ingina í 1883. Vulkanin hevði tá ikki gjørt vart við seg í umleið 200 ár. Fyrst í árinum 1883 hevði oyggin fleiri gos, og 20. mai fór vulkanin at goysa. 26. og 27. au- gust hendi nøkur eks- plosiv gos, øll oyggin eksploderaði við miklari megi, og tað mesta av oynni hvarv í havið. Eksplosiónin hoyrdist 4800 km til Australia, og trykkaldan varð regist- rerað á barometrum um alla verðina. Í sambandi við eksplosiónina komu 40 m høgar flóðaldur, sum gjørdu stóran skaða: 115 bygdir vórðu lagdar í oyði, og meira enn 36000 fólk lótu lív, stórar mongdir av vul- kanskari øsku vórðu tveittar upp í atmo- sferuna og køvdu økið í 3 dagar. Støvkenda evnið (materiale) fór við vindinum um allan knøttin og doyvdi sólar- geislarnar so mikið, at tann globali miðaltem- peratururin fall uml. 0.5 stig, celsius. Síðani 1927 hava áhaldandi gos gjørt eina nýggja aktiva vulkan, Anak Krakatau, sum merkir Krakataus barn. Náttúruvanlukka VIÐMERKINGAR Heri Mohr Fyri kortum sóu og hoyrdu vit í Sjónvarpi Føroya eina frálíka konsert, sum varð hildin av Eivør og Bourne í Mullers Pakkhúsi tann 2. januar í ár. Eingin ivi um, at bæði tvey skoraðu fleiri av teimum 6 møguligu stjørn- unum. Verri gekk hjá SvF, sum umframt onkra stjørnu eisini skoraði eitt løgið spursmálstekn. Mentanar- stovnurin hevði nevniliga fráboðað á skermi og í bløðunum, at ein "Rúnar- bundin Konsert við Eivør!" var á skránni nakrar ferðir, og hetta gevur orsøk til spursmálið: Hvat ella hvør er ein Rúnarbundin Kon- sert? Í teirri føroysku orðabók- ini finna vit orðið rúna- binda/rúnabundin, og tað er kanska hetta orðið, ið sjón- varpið hevur ætlað at knýtt til "Konsert", og sum fekk okkum at líkjast einum spursmálstekni, tí veruleik- in er tann, at flest øll - bæði í pakkhúsinum og heima í stovuni - sótu rúnabundin og lurtaðu eftir sanginum og tónleikinum, sum SvF hevur navngivið "Rúnar- bundin Konsert". Ljóðfrøðiliga er navnið í lagi, tað liggur væl á tung- uni og er eggjandi, men hvussu skal hetta - við ella uttan r - skiljast? Ein góð konsert kann rúnabinda fólk, men ein konsert kann ikki vera rúnabundin. At fáa hana rúnabundnað krevur meira enn gand og gott handalag. Rúnabundin konsert, rúnabundin sjónleikur v.m. er eins høpisleyst sum sól- brend sól - væl at merkja, um tað ikki snýr seg um torskildan, heiðursvirdan skaldskap, sum bert tey fáu við vitan og serkunnleika duga at skilja. P.S.: Heppin var tystur maður, ið kom fram á keldu! Í Sosialinum 22.01.05. lesa vit á síðu 3, at í Norð- oyatunnlinum er heppin kelda !?? Hans Birgir Hansen Rúsdrekkasølan við sínum 6 deildum eigur at vera um- skipað sum heilsølur í bert flýggja út til loyvdu skeinkistøðini og til handl- ar í fáa loyvi at selja rús- drekka! Øll privatsølu frá Rús- drekkasølu við sínum 6 deildum eigur at vera steðga tað ongantí ovskjótt av Vinnumálaráðnum og vit skula hava skerpað 18 ára aldursmarki! Blaðkioskir/handlar skula ikki fáa loyvi at selja til tey í eru undir 18 ára ald- ursmarki tá vit skula av- marka slíkar sølur og rús- drekkaskaðar ungdómar í Føroyum! Vit skula hava samskipa alla kunning - upplýsing um vandar við ovirnýtslu av rúsdrekka innan al- manna verkir/ myndug- leikar/vøldir/felagsskapir/v iðgerarstovnar! Loyvisnevndin skal javn- an vitja loyvdu skeinkistøð- ini uttan nakra fráboða fyri at kanna eftir um loyvis- havarar yvir halda síni skeinkiloyvir/útskeinkjar- nir! Vit skula hava løgregluna javnan at patrulera gjøg- num býin og hava eftirlit við loyvdu skeinkistøðum og fullum børnum/ung- dómum/tilkomin í ganga drukkin í býnum! Rúnarbundin konsert Rúsdrekkasølan í Føroyum Jústinus Leivsson Eidesgaard Útlendingamálið hevur ver- ið væl lýst í seinastuni í fjølmiðlunum, seinast hós- morgunin í útvarpssending- ini "Føroyar í dag". Og mín niðurstøða er, at tað er onk- ur sum ikki sigur sannleik- an, antin landsstýrismað- urin Jógvan við Keldu, ella embætisfólk hansara. Í sendingini siga embæt- isfólkini, at hava útlending- ar arbeiði, so er talan um ein formalitet at fáa longt arbeiðsloyvi og hetta tekur í mesta lagi nakrar vikur. Samstundis sigur ákærin hjá fútanum, Hesselberg, at danski myndugleikin í so at siga øllum førum eftirlíkar tí sum føroyska innlendis- málaráðið kemur fram til. Hví skulu so hjúnini Raba í Vestmanna bíða upp móti einum ári at fáa longt sítt arbeiðsloyvi? Hesin spurningurin er enn ikki svaraður. Undar- førslan er, at landsstýris- maðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu ikki út- talar seg um einstøk mál. Hendan siðvenjan er tó ikki heilt fastgrógvin í sitandi samgongu, tí Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, úttalaði seg um lítla Petur, men tá var kanska bert talan um eitt lítið verjuleyst barn. Eg spyrji bara. Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka. Eg skilji væl Jógvan við Keldu, um hann óttast ov nógvar útlendingar í Før- oyum.Visti slett ikki av at yvir 1000 útlendingar eru her og fleiri túsund aðrir ynskja at koma hendan- vegin. Fleiri túsund útlend- ingar, sum ynskja at flyta til Føroyar, tí her er betri materielt at vera enn í heimlandinum, kann gerast ein trupulleiki hjá okkum føroyingum, sum ikki telja 50.000 sálir. Um føroyingar eru skeptiskir, koma ov nógvir útlendingar til land- ið, so hevur tað einki við fremmandahatur at gera, men er heldur ein spurn- ingur um sunna fornuft.At ein hvør er sær sjálvum næst er ikki serliga kristi- ligt, men er vanliga góð- tikið sum gott latín millum manna og hevur verið ein av fyritreytunum fyri und- ankomu mannsins gjøgnum øldirnar. Hvussu tey flestu av okk- um hugsa djúpt inni í okk- um sjálvum, kom sjónliga fram í eini blaðsamrøðu undirritaði hevði við ein maskinmeistara ættaður úr Nólsoy, eg hitti hann um- borð á skipi niðri í Ham- burg fyri fimm árum sína. Hann segði: "At míni børn, mín kona og eg hava tað gott, tað er tað, tað heila snýr seg um." Hesin var føroyingur, búsitandi í Før- oyum, skattgjaldari í Før- oyum, men í starvi hja døn- um og kanska júst hansara starv troðkaði onkran dana burtur, sum nú gekk ar- beiðsleysur. Men tað er ein heilt onnur søga, ið hoyrir aðrari sjálvrannsakan til. Útlendingamálið - onkur sigur ósatt