Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2005 13 Í kvøld, fríggjakvøld, skal Guðrun Sólja Jacobsen kappast millum stjørnur í kappingini Stjøra eittt kvøld á DR. - Tað er ein onnur kensla hesaferð. Og tað siga øll tey luttakandi. Tað er sum um at tað hesaferð verður leitað eftir einum veruligum vinnara. Hetta er jú endaliga umfarið millum úrvalslið av stjørnum. Vónin er altíð at vinna. Men ein má taka tað við løttum sinni, sigur Guðrun Sólja Jacob- sen TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Fríggjadagurin verður lang- ur og strongdur hjá Guðr- uni Sólju Jacobsen. Tá lut- tekur hon í kappingini Stjørna eit kvøld hjá DR- endaliga kappingin í bestu senditíð. Mikukvøldið hevði hon bert verið til ein fund við sendileiðsluna og ikki fyrr enn fríggjadagurin upprennur, verður hol sett á. Tá verða kameraroyndir, ljóðroyndir og endaligar royndir, generalroyndir. Kameraroyndirnar merkja m.a., at luttakarar fáa at vita hvar upptøkutólini eru og hvar best er at venda sær og so framvegis. Ljóð- royndirnar eru bæði til gagn fyri sangarar, men sanniliga eisini tøkningar- nar og generalroyndin er síðsti møguleikin, innan stóra slagið. - Tað verður ein strævin dagur, men strævin á ein stuttligan hátt, sigur Guðr- un Sólja, tá hon blíð ringir uppaftur mikukvøld, eftir at vit allan mikudagin hava roynt at fingið fatur á henni. - Eg havi verið í føðing- ardagi, er rímuliga umber- ingin. Hugsa tær - Imagine Guðrun fer at framføra lagið hjá John Lennon, Imagnie. Eitt lag, sum hon altíð syngur, tá hon sjálv bert skal murra eitt lag fyri sær sjálvari, og eitt lag, sum hon ofta framførir, tá meira lættar framførslur eru á skránni á heimavølli. - Eg vil tó siga, at talan er um eina eitt sindur øðrvísi framførslu av lagnum. Tó er grundin hin sama. Hetta er ein ballada. Men roynt verður líkasum at gera sangin størri, enn hann van- liga er, við at lata røddina koma meira til sættis, sigur Guðrun. Guðrun hevur sjálvandi vónina um at koma víðari og at vinna kappingina. Hesa endaligu kappingina millum stjørnurnar. Kapp- ingatumfarið, sum setur punktum fyri kappingina Stjørna eitt kvøld. - Vónin er altíð at vinna. Men ein má taka tað við løttum sinni, sigur Guðrun Sólja Jacobsen. Uppá fyrispurning sigur hon, at sjálvsagt vónar hon, at føroyingar fara at stuðla henni, eins og áður, við at atkvøða fríggjakvøldið. Sjálv hevur hon við ídni og áhuga fylgt við í teimum undanfarnu umførunum. - Eg havi sitið heima og fylgt við, atkvøtt, rópt og heppað, sigur ein flennandi Guðrun. Stúrir fyri Lenu Men Guðrun er greið yvir, at hetta endaliga umfarið er ein kapping millum stjørn- ur. Kennir tú nakran av teimum, ið eru við í sama umfarið sum tú nú frúggja- kvøldið? - Nei, eg kenni ikki øll. Men eg stúri fyri Lene Mathisen, sigur ein ærlig Guðrun, ið als ikki er vís í sini søk. Guðrun er greið yvir at hetta er harðari kapping, enn stjørnurnar áður hava verið við í. - Tað er ein onnur kensla hesaferð. Og tað siga øll tey luttakandi. Tað er sum um at tað hesaferð verður leitað eftir einum veruligum vinnara. Hetta er jú enda- liga umfarið millum úrvals- lið av stjørnum, sigur Guðrun. Fløga 7. februar - At eg syngi Imagine er jú eisini góður lýsingarmøgu- leiki fyri komandi fløguna, har lagið eisini er á. Men hetta er yvirhøvur eitt feitt lag, sigur Guðrun. Tann 7. februar kemur nýggja fløgan hjá henni og tað eru navnframir menn, sum eru framleiðslustjórar, nevniliga Poul Halberg og Stig Kreutzfelt. Báðir gamlir í garði innan dansk- an tónleik. - Tað hava verið nevndir fleiri útgávudagar, tann fyrsti í august, síðani nú í januar, men nú kom henda kappingin, so nú er enda- liga avgjørt, at útgávan kemur tann 7. februar, sigur Guðrun. Og alt meðan Guðrun, eins og vit onnur, spent ger seg klára til stóru kapping- ina, arbeiða onnur við framtíðarætlanum. Kon- sertir heima í Føroyum eru um at koma á pláss og Guðrun verður væntandi eisini við, tá stóru donsku festivalarnir byrja í summ- ar. - Enn hevur alt verið sum vant, men seinastu tvær vikurnar eru fólk byrjað at tosa við meg um kapping- ina, tey spyrja um tað ikki eri eg, sum skal verða við, og so framvegis, so áhugin er har, sigur Guðrun, sum vónar góðan stuðul frá føroysku hyggjaunum, tá hon skal kappast millum úrmælingarnar fríggja- kvøldið. Stressað og stuttlig avbjóðing TÓNLEIKUR Broyting er komin í skránna fyri stuðulstil- takið í Fuglafirði leygar- kvøldið. Hóast tey fegin vildu, so liggur ikki fyri hjá Anniku Hoydal og Kára p at taka lut. Fyri- reikararnir harmast, tí tað hevði verið kupp at havt tey á palli, men hinvegin fegnast teir um, at restin av fráboðaðu skránni er sum hon skal. Og tað er ein skrá við sera góðum nøvnum, so blómutyssið av føroyskum tónleikar- um tekur seg væl út, hóast tvær av stóru blóm- unum vanta. -do- Broyting í skránni