Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 19 - 28. januar 2005 Her eru nakrar av kapping- unum og ítróttarúrslitunum á ólavsøku 1933. HB spældi móti Hetlandi í Gundadali, kappsvimjing var á Eystaru vág og í gamla svimjihyli í Gunda- dali, og kappróður var á skránni. Sambært bløðunum í 1933 sær tað út til, at eingin kappríðing hevur verið hesa ólavsøkuna. Kappróður: 10 mannafør: 1. Vestmenningur 2. Havnarbáturin 3. Tvørábáturin 8 mannafør: (fyrsti róðurin) 1. Bátur úr Vági 2. Bátur av Tvøroyri 8 mannafør (annar róðurin) 1. Lerkurin, Hvalba (havn- armenn) 2. Smiril, Vágur 3. Generalurin, Norðdepil (havnarmenn) 4. Hoyvíksbátur 6 mannafør: 1. Norðradalsbátur (havnarmenn) 2. Bátur úr Kollafirði 4 mannafør: (kvinnur) 1. Havnargentur 2. Vestmannagentur 3. Havnargentur II Kappsvimjing: (Eystaru Vág og gamli svimjihylur) 1. 100 metrar: 1. Poul Guttesen, Tórshavn 2. Poul Rustin, Fugla- fjørður 800 metrar: 1. Hans Joensen, Tórshavn 500 metrar: 1. Osmund Olsen, Kollafjørður, 2. Hans Jóhs. Clementsen, Tórshavn, 3. Sára Hansen, Tórshavn, 4. Gunnar Hansen, Tórshavn 5. Judith Hammer, Tórshavn, 6. Sverri Djurhuus, Kollafjørður. 400 metrar: 1. Mourits Rubeksen, Tórshavn 300 metrar. 1. William Smith, Vágur, 2. Leivur Hanen, Tórshavn, 3. Ansgar Jensen, Tórshavn, 4. Sølve Jespersen, Tvøroyri 200 metrar: 1. Jóhs. Vang, Miðágur, 2. Andreas Ejdesgaard, Oyndarfjørður, 3. Jákup Hansen, Tórshavn. 100 metrar: 1. Arne Rein, Tórshavn, 2. Jacob Ellefsen, Miðvágur 3. Dánial Hansen, Mykines 4. Marin Súsanna Debes, Tórshavn 5. Kristine Mortensen, Tvøroyri, 6. Hary Rubeksen, Tórshavn 7. Niels Debes, Tórshavn Fótbóltur HB-Hetland 1-4 Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband hesa myndina og ítróttarúrslitini á ólavsøku 1933, eru væl- komin at seta seg í sam- band við Birgar Johannes- sen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168. Havnar leksikon: Kappingar og ítróttarúrslit á ólavsøku 1933 Næstu ferð hava vit mynd av frælsis- stríðsmanninum Otto Jacobsen, (sum er ein av svimjar- unum á myndini í dag). Otto varð skot- in av týskum her- manni í Danmark, beint eftir at kríggið var liðugt í Danmark í 1945. Nakrir av ungu svimjarunum sum ólavsøkudag í 1933 svumu í gamla svimjihylinum, aftara rað f.v.: William Dam, Jákup Pauli Johansen, Harry Rubeksen, Gullak Zachariassen og Thorstein Mortensen Fremst f.v.: Hjørleif Hansen, Pætur Petersen, Niels Debes, Tollakur í Dali og Otto Jacobsen. Mynd: Føroya Fornminnissavn Í Vági eru tey komin væl áleiðis at fáa havnina at virka sum depil fyri umskipan, men ES-krøv og al- mennir stovnar gera hetta trupult, sigur Johan Dahl VÁGUR Jákup Mørk Hóast tosaið oftast snýr seg um kreppu, tá Vágur verður umrøddur, so eru tó eisini tekin um, at arbeiðspláss verða skapt. Herfyri hevur Faroe Cold Stores gjørt avtalu við russ- iskt felag, soleiðis at skip- ini hjá hesum koma til Vágs at landa og umskipa. Og vónin er, at hetta bara er byrjanin. - Málið hjá okkum hevur alla tíðina verið, at hetta skal virka sum ein depil fyri umskipan. Vit hava eina góða frystigoymslu og djúphavn er eisini gjørd, so fortreytirnar skuldu verið til staðar, sigur Johan Dahl, stjóri í Faroe Cold Stores. Hann hevur ígjøgnum nógv ár havt eitt tætt sam- starv við Árna Dam um russisk skip undir Føroy- um, umframt at hann eisini í aðrar mátar hevur havt við hesi at gera. Samlaða veið- an hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi liggur um eini 170.000 tons um árið, so lítið er at ivast í, at nøgdirnar eru til staðar. - Vit hava tó ein stóran trupulleika. ES-krøvini um veterinærgjøld og Bip-gjald gera, at tað næstan er ógjør- ligt hjá okkum at kappast við ES-marknaðin annars. Tey hava sjálvandi somu reglur at halda seg til, men veruleikin er, at tey fara lættari um hesi, samstundis sum hava ein yvir-sensitiv- an myndugleika í Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni, staðfestir hann. Tað ger so, at skip kanska heldur sigla til Hollands sjálvi, ella tey liggja á redini – fáar hundr- að metrar úr landi – og um- skipa. Tað skapar so eingi føroysk arbeiðspláss, stað- festir hann. Hann leggur tó afturat, at tað er kanska ein vón fyri framman. - Avtalan, sum vit nú hava gjørt, inniber eisini, at reiðskapur verður lagdur upp í Vági, og á tann hátt koma vit at virka sum eitt slag av basa hjá skipunum. Hartil royna vit saman við Vinnumálaráðnum at finna onkra loysn, so umstøður- nar sum heild gerast betri. Mín vón er í øllum førum, at vit saman við teimum í Klaksvik, Fuglafirði og Kollafirði kunnu fáa eina loysn, sum gevur okkum veruliga møguleikar at virka sum transit-havnir, staðfestir Johan Dahl. - Tað kann jú geva heilt fitt av pengum til bæði borgarar og kommunur. Arbeiðspláss verða skapt, havnargjøld skulu krevjast inn, og so verður talan sjálvandi eisini um avleitt virksemi, um alt hetta fæst í rættlag. Eisini til skipa- smiðjuna Og tað verður ikki bara frystivirkið, sum fær nakað av arbeiði í næstum. Johan er eisini umboðs- maður hjá einum enskum felag, og í næstum kemur eitt supply-skip hjá hesm til Vág. Her skal manning skiftast, og hartil hevur skipið ein leka, sum skal tettast, og hetta arbeiðið skal so gerast í Vági. - Eitt annað skip kemur so eisini um einar tvær vikur, men hetta er ov stórt til bendinga í Vági, so tað arbeiðið skal gerast á Skála, sigur Johan Dahl at enda. Krøvini gera tað trupult