fríggjadagur 28. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Diamantbrúdleyp
Í dag, 28. januar hava Lena og Anton Petersen, Ritu-
vík, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman
við børnunum.
Smaragdbrúdleyp
Í dag, 28. januar hava Diana og Alfred Klein, Fugla-
firði, verið gift í 55 ár – smaragdbrúdleyp. Dagurin
verður hildin saman við familjuni.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 29. januar verður Adelborg Linklett,
Klaksvík, 70 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum
frá kl. 19.00.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nr. 19 - 28. januar 2005
15
Dagurin
28. Januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814.
Eini 400 ár eftir deyða sín varð hann eftir uppskoti
frá týska keisaranum Fríðriki Barbarossa skírdur
halgimenni, men heitið varð ikki viðurkent av
pávanum í Róm. Karlamagnus hevur annars verið
høgt í metum, ikki minst í Føroyum.
Karl er germanskt navn og merkir maður, og
Magnus er latínskt og merkir stórur.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara elskaða kona, mamma, omma og vermamma
Elisa Frederikke Lamhauge
Kollafjørður (ættað úr Lamba)
andaðist á Landssjúkrahúsinum 24. januar,
62 ára gomul.
Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 27. januar kl. 18. 00.
Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju
fríggjadagin 28. januar kl. 14.00
Fyri tey avvarðandi
Berint, Alma, Beinta og Brynleif
Hjørleif Enni
keypmaður,Tvøroyri
andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi
onsdagin 26. januar, 88 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum fríggjakvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Inger,
Helgi, Birgir og Tórður
Tey, ið vilja minnast Hjørleif, kunnu lata eina gávu
til stovnan av eldrabýli, konto í Føroya Banka.
At blíva eldri er eisini at siga oftari farvæl. - Tú venur
teg kortini ongantíð til at siga hesi tvey orðini "far
væl" fyri seinastu ferð.
Kirkjurnar eru pyntaðar og prestar geva troyst í
neyðini. Vit drýpa høvur og takka fyri ritualini at
kunna fylgja teimum vit kenna og eru góð við til
seinasta hvíldarstaðin.
Prestur, deknur, klokkari og organistur geva okkum
eina løtu í kirkjuni har vit saman lurta eftir
troystarorðum og syngja sálmar. -
Fríggjadagin 7. januar 2004 var ein sorgarinnar
dagur á Almannastovuni. Vit fylgdu einum fyrrverandi
starvsfelaga frá Vesturkirkjuni og søgdu orðini "Far
væl"
Sama dagin henda fríggjadagin í januar fingu vit
eisini boðini, at tvey fólk av okkara arbeiðsplássi
andaðust, og vit stóðu enn einaferð fyri at fylgja
starvsfeløgum til seinasta hvíldarstaðin.
Rói Árting, Beinta Joensen og Minna Jacobsen, sum
øll trý høvdu sosialráðgevara útbúgving og virkaðu í
hesum yrki ,vóru leiðbeinarar hjá mongum og vóru
góðir starvsfelagar. Tey settu stór krøv til sín sjálvs at
vera ráðgevar og veita viðskiftafólkum stuðul og
leiðbeining í lívsins truplu viðurskiftum.
Nú vit dvølja við sorgina fara tankarnir eisini til
tykkum, sum hava mist Ednu Thomassen, sum
somuleiðis hevur arbeitt saman við okkum. Ì sínum
arbeiði sum málsviðgeri var hon nærløgd og dugnalig.
Vit sum kendu hesi dugnaligu og røsku fólk eru
sorgarbundin. Vit syrgja saman við tykkum, sum stóðu
teimum næst.
Tað eru løtur í lívinum, har evnini ikki røkka at fata
tað, sum veruleikin bjóðar.
Vit lýsa frið yvir minni um góðu starvsfelagar
okkara, og biðja um styrk til at fáa samanhang aftur í
tilveruna.
Starvsfelagar á Almannastovuni
So tagna røddir
– Í kvirruni býr longsul –
Í dag, fríggjadagin 28. jan-
uar, verður Pauli í Sanda-
gerði 50 ár. Hann er havn-
armaður, og vaks upp í
Hoydølum, har foreldrini
vóru kostlærarar, men sein-
astu árni hevur Pauli búð á
flatlondum. Pauli er kendur
úr føroyska tónlistaum-
hvørvinum, og tónleikurin
hevur havt við sær, at
navnið á føðingardagsbarn-
inum er vorðið kent langt út
um landoddarnar.
Foreldrini hjá Paula eru
Elin og Ásmundur V. Jo-
hannesen. Pauli er elstur av
trimum systkjum. Hini eru
Anna og Sjúrður. Í 1974
leyk Pauli studentsprógv í
Hoydølum, og í 1980 tók
hann læraraprógv á Føroya
Læraraskúla. Nógvu tey
fyrstu árini var Pauli lærari
í Eysturskúlanum. Ein part
av skúlaárinum 1995-96
vann hann lærari á Øster
Farimagsgades
skole
í
Keypmannahavn, og síðani
síðst í níti árunum hevur
hann búð á Vejle leiðini,
har hann er lærari. Hann
arbeiðir bæði í einum
privatskúla og í musikk-
skúlanum í Vejle.
Í fleiri enn tríati ár hevur
Pauli stjórnað fleiri kórum,
og hann fæst framvegis við
kórleiðslu. Millum kórini,
sum hann hevur staðið á
odda fyri, eru gentukórið
Cantabile. Mest kendur
man hann kortini vera sum
ein tann fyrsti og fremsti
føroyingurin, sum hevur
komponerað og sett út ný-
mótans tónleik fyri kór og
orkestur. Tónleikurin hjá
Paula, sum frá blaðungum
av hevur spælt klaver,
fevnir víða. Hann hevur eitt
nú komponerað rokktón-
leik, fólkatónleik, sonatir,
oratoriir,
klavertónleik,
kamartónleik og tónleik
fyri symfoniorkestur.
Millum verkini hjá Paula
eru eitt nú Jesus og Make-
donarin, sum hann skrivaði
tónleikin til, meðan Sig-
mund
Poulsen
gjørdi
tekstin. Hetta arbeiðið varð
gjørt í sambandi við, at
Havnin hátíðarhelt 75 ára
dagin sum keypsstaður. Eitt
annað kent verk hjá Paula
er Landið, og so er tað
Tango non Argenti, sum
telist millum verkini, ið
hann er virðisløntur fyri.
Hetta verkið komponeraði
hann í sambandi við Jacob
Gade festivalin í Danmark í
2002.
Verkini
hjá
Paula
í
Sandagerði eru framførd í
Asia og Amerika og í
Europa úr Norðurnoregi og
suður
til
Grikkalands.
Skúlaárið 1987-88 búði
Pauli í Grikkalandi, har
hann las og skrivaði tón-
leik.
Fyrrapartin av áttati ár-
unum var Pauli millum
teirra, sum tók stig til at
skipa mentanarlívið í Før-
oyum. Millum tað, sum
hann var við til at fáa upp at
standa,
kunnu
nevnast
LISA, Ljósritagrunnurin,
Fjølrit, Felag fyri tónleik-
arar og felagið fyri føroysk
tónaskøld.
Pauli býr saman við Lenu
Jensen. Tey bæði eiga tvær
gentur - Maria og Laura.
Frammanundan eigur Pauli
fýra dreingir - Ásmund,
Sverri, Jóannes og Sjúrður.
Pauli í Sandagerði 50 ár