Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 19 - 28. januar 2005 Stuttligi Flokkurin verður eftir øllum at døma partur av kom- andi fólkatingsval- stríði. Johan í Kolla- firði skal saman við nýggja valevninum Rúna Ellingsgaard seta sín dám á harða val- stríðið, og taktikkurin er lagdur. – Drívmegi okkara er "tilvitað abstraktión". Tað vil siga, at vit lata okkum leiða av tí spontana og lurta eftir tí, vit hava hug at siga "her og nú", sigur Johan í Kollafirði FÓLKATINGSVAL Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Johan í Kollafirði er "back on track" og verður eftir øllum at døma partur av komandi valstríði um teir báðar heitu sessirnar á Christiansborg, sum skal avgerast 8. februar. Tá vit fingu orðið á Johan á middegi hósdagin, kundi politiski entertainarin vátta, at hann fyri aðru ferð í eitt ár ætlar sær at stilla upp. Stutt skotbrá Men hann er als ikki komin í gongd við fyrireikingar- nar, so skotbráið er stutt, um hann skal vera millum nøvnini, vit onnur kunnu seta kross við 8. februar. - Eg havi ikki meldað meg til enn, og eg veit satt at siga ikki heilt, hvussu man skal gera, men eg fari at ringja til myndugleikar- nar í dag og kanna, um tað er ov seint at fáa ein lista upp at standa, sigur Johan í Kollafirði. Sosialurin kundi upplýsa fyri honum, at allir valevnislistar skulu vera inni í seinasta lagi fríggja- dag, og Johan hvakk við. - Wow, so má eg heldur kvika mær. Tey siga, at okkara samfelag skal vera so demokratiskt, men tað er í veruleikanum alt ov nógv stríð, tá ein skal stilla upp og hava ábyrgdina av einum lista, sigur Johan, sum vón- andi hevur fingið formali- tetirnar upp á pláss, so hann enn einaferð kann hava leiklutin sum "færøernes friske pust" í føroyskum politikki. - Eg havi ikki heilt fingið við, at tað er val, og tí eri eg so seinur á sjóvarfallinum, men nú fari eg at vita, um eg og mín flokkur ikki kunnu stilla upp, sigur Johan. Tað er eftir øllum at døma framvegis torført at vita, nær maðurin er seriøs- ur og ikki... Tilvitað abstraktión Men um tað eydnast at fáa sítt navn og sín flokk at vera við 8. februar, verður listin so tann sami sum seinast? - Nei. Nú er tað soleiðis, at keðiligi parturin av Stutt- liga Flokkinum er farin í annan flokk (Rubek Lilá er farin í Tjóðveldisflokkin, blðm.), og tí havi eg funnið Rúna Ellingsgaard sum avloysara. Fyri tey, sum ikki kenna hann, kann eg upplýsa, at hann er hin helvtin av Hanky Panky, sigur Johan í Kollafirði. Hanky Panky er originala útvarpssendingin á Rás 2 við teimum báðum vertun- um Rúna Ellingsgaard og Johan í Kollafirði. Stuttligi Flokkurin fer sostatt at hava tvey valevni á listanum, og Johan ætlar sær heilt víst á fólkating. Spurdur, hvat skal tryggja honum sessin á Christians- borg, og hvat fer at mynda hansara valstríð, er Johan greiður. - Drívmegin handan perl- urnar hjá tónlistarliga flogvitinum Mozart var eitt hugtak, hann nevndi "til- vitað abstraktión", og hetta er hornasteinurin í mínum valstríði. Tað vil siga, at ein ikki leggur ætlanir og til rættis frammanundan, men letur seg leiða av tí spon- tana. At ein lurtar eftir tí, ein hevur hug at siga "her og nú", plagar at eydnast væl, greiðir Johan í Kolla- firði frá. Men hevur Johan so yvir- høvur einki í huganum nú, sum liggur honum tungt á hjarta at gera vart við til valið. - Tað einasta, eg ikki veit, áðrenn eg skal tala, er, hvat eg skal siga. Eg trúgvi á tað góða og lati meg leiða av tí góða, og tað plagar at rigga væl. Eg eri ein stórur fan av mær sjálvur og yvirraski meg sjálvan ferð eftir ferð. Tað er mangan, eg má nikka samtykkjandi og siga við meg sjálvan: "hygg hasin gamli, so megnaði tú eisini tað". So stutt sagt havi eg ongan møguleika at siga tær í dag, hvat eg fari at leggja meg eftir, sigur Johan í Kollafirði, sum eftir øllum at døma hevur varð- veitt stílin frá løgtingsval- inum fyri einum ári síðani. Seinast var Johan og flokkur hansara ikki nóg drúgvur at sleppa inn á ting, og hóast hann als ikki er viðkomandi í nøkrum stríði um sessirnar á Christ- iansborg, verður spennandi at vita, hvussu tað fer at hilnast hjá alternativa flokkinum, hesaferð mann- að av Johan Dalsgaard og Rúna Ellingsgaard. Johan í Kollafirði ætlar sær á fólkating - Eg havi ikki heilt fingið við, at tað er val, og tí eri eg so seinur á sjóvarfallinum, men nú fari eg at vita, um eg og mín flokkur ikki kunnu stilla upp, sigur Johan í Kollafirði, sum saman við Rúna Ellingsgaard fer at manna Stuttliga Flokkin til fólkatingsvalstríðið Mynd: Jens Kristian Vang