fríggjadagur 28. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Brandur Jacobsen,
trummuleikari, hevur
á øðrum sinni givið
út fløgu,ið kallast A
wizards journey. Í
kvøld spæla Brandur
og hansara menn í
Rex
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Á ferð v
ið
tónleikaligum
gandakalli. Nakað soleiðis
kann ein hóskandi byrja
umrøðu av nýggju fløguni
hjá Brandi Jacobsen, A
wizards journey.
Hetta er onnur fløgan hjá
trummuleikaranum Brandi
Jacobsen. Talan er um jazz-
tónleik, tónleik, ið er im-
proviserandi og sum verður
settur á hillina, ið nevnist
norðurlendskur jazzur. Eis-
ini sambært Brandi sjálv-
um.
At trummuleikarar geva
solofløgur út er í sjálvum
sær sjáldsamt. At siga, at
fløgan er sjáldsom, er
kanska at gera ov nógv av,
men helst er tað so, at hetta
er ikki tónleikur, ið stóra
fjøldin lurtar eftir í ger-
andisdegnum. Og tí ikki
tónleikur, ið kemur út í
Føroyum á hvørjum degi.
Hugløg
Men talan er um flott løg,
sum trummuleikarin hevur
komponerað
á
Rhodes
klaver, sum hann eisini
spælir á fløguni.
Góðu tónleikararnir, ið
Brandur hevur við sær, fáa
eisini kabalina at ganga
upp.
Aðrastaðni hevur verið
nevnt, at hetta eru undirløg,
løg ið vanta melodi. Góð til
filmtónleik t.d.
Eri ikki heilt samdur,
men partvís kann hetta
sigast. Í støðum er kanska
nakað tunt. Men styrkin við
slíkum tónleoki er júst
opinleikin. Bæði hjá lurt-
arum, men ikki minst hjá
tónleikarum.
Her er rúm fyri impro-
visatión. Talan er í stóran
mun um huglag, stemning.
Og síðani verður bygt kring
hetta og burturúr kemur
ávíst huglag, kanska fleiri.
Nakað sum tá málarar
heldur práta um litir og ljós,
heldur enn motiv, mynd-
evni. Sveimandi, heldur
onkur - gott og flott, siga
onnur.
Ferðin
við
fívlinum,
gandakallinum, er spenn-
andi og fjølbroytt, hóast fá
ljóðføri. Og styrkin er
ymsu hugløgini og góðu
tónleikararnir, ið megna
uppgávuna at tulka hesi.
At umrøða hugløg og
abstrakatar myndir kann
skjótt gerast til tóm og
doyvandi orð, sum eru betri
ósøgd. Her skal verða talan
um upplivingina hjá hinum
einstaka av ávísa verkinum.
Góð manning
Brandur er royndur í leik-
um. Men saman við júst
hesi manningini hevur hann
eisini
drúgvar
royndir.
Bólkurin var grundarlagið
undir fyrstu fløguni hjá
Eivør og nevndist tá Ivory.
Brandur spælir á nýggju
fløguni trummur, ásláttur
og Rhodes, Mikal Blak
spælir bass, og Búi Dam
guitar. Afturat sær hava
hesir fingið Ólav Olsen á
trompet,
Og Brandur hevur sjálvur
nevnt í viðtali, at hetta var
gott val, tí Ólavur er
dugnaligur og riggar saman
við manningini.
Livandi
Tónleikaslagið ger, at tón-
leikurin ofta er líka góður á
palli, sum á fløgu. Tey, sum
hava
ognað
sær
fløguna,hava møguleika at
hoyra tónleikin live í kvøld.
Tað hava tey, sum umhugsa
at keypa fløguna eisini.
Tí í kvøld, fríggjakvøld,
fara Brandur og hinir á
pallin í Rex, har løg av
fløguni m.a. verða at hoyra.
Nr. 19 - 28. januar 2005
17
Frá P/F Føroya Shell
í Eysturoy
Vit eru flutt
í nýggj hølir.
Skrivstova og
goymsla okkara
eru nú á Rituvíkshálsi
P/F Føroya Shell, Eysturoy
Gandakallur á fløgu og í Rex
Lesið
- so eru tit við