Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 19 - 28. januar 2005 Fleiri limir í Radikala Vinstraflokkinum eru sinnaðir at skipa eina borgarliga meirilutastjórn við Vinstra, Konserva- tivu og Radikala Vinstraflokkin, um tað skal vera, men enn sigur Marianne Jelved nei takk FÓLKATINGSVAL Marjun Dalsgaard Forkvinnan í Radikala Vinstraflokkinum, Mari- anne Jelved, ætlar sær ikki at skipa stjórn sam- an við Anders Fogh Ras- mussen, sigur hon. Men baklandið murrar. Fleiri eru í flokkinum, sum fegin vilja hava ávirkan, og tað sær ikki út til, at tað gevur nakað sum helst at halda saman við Javnaðflokkinum í dag. J av n a ð a r f l o k k u r i n stendur til ein søguligan ósigur. Um Radikali Vinstra- flokkurin peikar á Fogh eftir valið, verður hetta mett sum ein rein borg- arlig stjórn, hóast Radi- kali Vinstraflokkurin er ein flokkur, sum er kendur fyri at reka poli- tikk eftir einkultum mál- um og ikki uttan víðari kann staðsetast høgru- megin ella vinstrumegin miðjuna. Hyggur tú eftir skattapolitikkinum, er flokkurin høgrumegin Vinstraflokkin og ynsk- ir, eins og teir Kon- servativu, skattalætta — eisini galdandi fyri topp- skattin. Hinvegin liggur flokk- urin vinstrumegin Javn- aðarflokkin í mun til innflytara- og flótta- fólkapolitikk. Á hesum økinum hevur Javnaðar- flokkin tikið yvir poli- tikkin há VK stjórnini í valstríðnum. Radikali Vinstraflokk- urin hevur samstarvað við Javnaðarflokkin síð- an fyrst í 90’unum, og júst Jelved og Lykketoft eru kend fyri at vera ein góð greipa. Í ongum føri er Jelved samd við Fogh, hon hevur tvørtur ímót fleiri ferðir sagt undir valstríðnum, at hon undir ongum umstøðum fer at stuðla einari VK stjórn. Hetta er millum annað av tí, at Anders Fogh í trý ár hevur brúkt Danska Fólkaflokkin sum parlamentariskt grundarlag, tað heldur hon í sjálvum sær er skeivt. Jelved vil heldur ikki vita av hvørki skattasteðgginum ella útlendingapolitikkinum hjá Anders Fogh Ras- mussen. Javnarðflokkurin stóri taparin Tað er tó ikki vist, at Marianne Jelved sleppur at avgera hetta einsa- møll. Fleiri limir hava nú sagt, at, er møguleiki fyri at fáa ávirkan, er tað skeivt ikki at taka hann — kanska serliga tí tað tekur valdið frá ringasta fíggindanum, Danska Fólkaflokkinum, sum er tann flokkurin, ið liggur longst burtur frá Radi- kala Vinstraflokkinum á øllum økjum. Meðan tað gongur framá hjá Marianne er Mogens stóri taparin. Tað hevur verið greitt eina tíð, men skal ein trúgva kanningini hjá Megafon 26. januar stendur Javnaðarflokk- urin til ein søguligan ósigur, og Vinstraflokk- urin til ein søguligan sigur. 1023 fólk eru spurd, og Javnaðarflokkurin fær bert 25,1 % av atkvøð- unum í mun til 29,1 % í 2001. Vinstraflokkurin fær 33,4 % móti 31,2 % í 2001. Tó skal sigast, at tað er munur á kanning- unum, sum verða gjørd- ar av ymisku stovnun- um. Sama dag gevur ein Vilstrupkanning Javn- aðarflokkinum 26,9 % og Vinstra 31,3. Eisini er munur á prosentunum, sum Radikali Vinstra- flokkurin fær. Í Mega- fonkanningini fær flokk- urin 8,1 %, meðan hann fær 9,4 í Vilstrup kann- ingini. Radikali Vinstraflokk- urin hevur undir øllum umstøðum eina stóra framgongd og eftir Vilstrupkanningini fær hann 17 tinglimir í mun til bert 9 í 2001. Tað merkir at Vinstri, Kon- servativu og Radikali Vinstraflokkurin tilsam- ans hava 92 tinglimir og hava sostatt meirluta, um úrslitið verður tað sama 8. februar. Eftir Vilstrup kann- ingini 26. januar er Danski Fólkaflokkurin sostatt ikki longur trið- størsti flokkur í Dan- mark. Konservativu fara fram og fáa 19 tinglimir móti 16 í 2001, meðan Danski Fólkaflokkurin fær 18 móti 22 í 2001, og Radikali Vinstra- flokkurin altso fær 17 limir. Vinstri stendur til at fáa 56 limir, meðan Javnaðarflokkurin fær 49. VKR stjórn er ein møguleiki Nógv vatn er runnið í ánni, síðani Marga- rinfabrikkin bert var eitt tilhaldsstað fyri tey, ið dámdu væl at gera fortreð. Har er í dag eitt spírandi ung- dómslív, og starvs- fólkini hava eina greiða hugsjón við staðnum. Mikukvøld- ið var fabrikkin karmur um ein áhugaverdan fyri- lestur um evnið »ung og sorg« FYRILESTUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tað munnu vera mong, ið hava fordómar ímóti Margarinfabrikkini. Eina- ferð var hon nevniliga mest av øllum bert eitt tak yvir høvdið hjá ungdómum, sum gjørdu fortreð. Men Siri Hansen, pedagogur á Margarinfabrikkini, heldur ikki at tann fordómurin hevur nakað at liva av. – Vit royna at gera alt vit kunnu, fyri at taka lívið av hasi mytuni. Tí Margarin- fabrikkin er nógv broytt. Her arbeiða nógv fólk nú, og vit eru ógvuliga tilvitað um, hvat vit ætla okkum. Hetta skal ikki bert vera eitt stað at vera, har sum alt ber til. Vit hava greiðar skipanir og reglur, og tað eru eisini allar typur av ungfólki, sum ganga her nú, staðfestir Siri Hansen. Hon vísir á, at síðani tey settu fólk í arbeiði, er nógv broytt. Húsið er vorði royk- og rúsfrítt, og tilboðini til tey ungu eru nógv broytt. Hetta er eitt sera livandi hús, og her hendir nógv allatíðina, sigur hon. Deyðin ávirkar Millum annað ætla tey sær at hava fleiri fyrilestar við evnum, ið hava týdning fyri tey ungu, og mikukvøldið var lagt til brots við Hera Joensen, presti, ið tosaði um ung og sorg. Siri Hansen, sigur, at val- ið av evninum í fyrsta fyrilestrinum var beinleiðis tengt at vanlukkuni sum hendi á nýggjárinum, tá tvey ungfólk lótu lív. – Fleiri av okkara ungu er sera merkt av vanlukkuni, og vanlukkan hevur eisini fylt nógv í okkara gerandis- degi á Margarinfabrikkini. Tey ungu hava tosað um tað, og tey hava ikki ordi- liga vitað hvussu tey skuldu reagera, greiðir Siri frá. Tí var tað upplagt at byrja við evninum sorg. Siri heldur eisini, at tey ungu fingu nakað burturúr. – Tað var gott fyri tey at hoyra, at tað, sum tey kenna, er ok. Tað er ok at syrgja, men tað er eisini ok at flenna viðhvørt, sjálvt um man syrgir, heldur hon. Hon sigur eisini, at tey ungu vóru ótrúliga glað fyri tiltakið. Hóast tey kanska hava eitt sindur ringt at seta orð á, so høvdu tey eina ávísa virðing fyri tiltakin- um, og sjálvt um tey klár- aðu illa at sita still í tann tíman, fyrilesturin vardi, so kenna tey á henda hátt, at tey vera tikin í álvara. – Tað, at foreldini og onnur vaksin, eisini komu við, var ógvuliga gott. Ofta hava tey ungu torført við at tosa við tey vaksnu, sum í teirra verð ikki skilja nak- að. Men tá tey ungu hava verið saman við foreldrun- um og lurtað eftir einum tílíkum fyrilestri, tá er tað kanska lættari at fáa eina samrøðu í lag. Tí tá hava foreldrini eina betur hylling av, hvat hendir i lívinum hjá teimum ungu. Tey vóru jú eisini har, og lurtaðu eftir tí sama, vísir Siri á. Spurd hvussu tey vóru nøgd við fyrsta fyrilesturin, sigur siri, at tey vóru væl nøgd. – Tað er altíð ringt at meta um hvussu nógv folk fara at koma, men har vóru nógv ungfólk, og eg haldi at tey fingu væl burtuúr, so tað var sera gott, sigur Siri Hansen. Fleiri fyrilestrar Ætlanin er, at skipa fyri fleiri fyrilestrum á Marga- rinfabrikkini. Siri sigur, at tað allarhelst fer at verða til ein um mánaðin. – Vit hava valt nøkur evni út, sum vit merkja hevur áhuga ímillum tey ungu. Og vit tosa eisini við tey, og spyrja tey hvat tey halda um ymisku evnini, greiðir hon frá. Næsta evnið verður rús- evni og rúsdrekka. Eisini hava tey tosað um at við- gera evnið etingarólag. Men enn eru ikki fleiri fyrilestrar tilrættalagdir. Spurd um tey ungu veru- liga tíma at sita still og lurta eftir einum vaksnum sum kemur inn at tosa, svarar Siri, at tað gera tey. – Men tey ungu eru líka so ymisk sum vit vaksnu. Tað ber illa til at skera tey øll yvir ein kamb, og siga, at ungfólk eru so ella so, ella at tey halda, at tað og tað er áhugavert. Men tey hava í stóran mun brúk fyri at hoyra, at tað sum tey gera og kenna er ok. So sjálvt um tey ikki orka at lurta eftir einum heilum fyrilestri, so fáa tey nógv burturúr allíkavæl. 100 ung um dagin Margarinfabrikkin hevur opið frá kl 11.30 -17 fyri teimum, sum eru 8-13 ára gomul. Síðani letur hon upp aftur kl 18-22 fyri teimum, sum eru 13-18 ár. Seinastu tíðina hava tað verið eini 80-100 børn og ung um dagin, so áhugin er stórur. Umleið 11 starvs- fólk taka sær av teimum ungu, harav 5 eru útbúgvnir pedagogar. Hini eru av- loysarar við ymiskum dygdum. – Eg haldi, at tann størsta broytingin er, at vit veru- liga vilja vera har fyri tey ungu. Vit taka tey í álvara og ynskja at hjálpa teimum. Og tað seta tey eisini prís uppá, sigur Siri Hansen at enda. Margarinfabrikkin: Tekur tey ungu í álvara Heri Joensen, prestur, tosaði um eitt evnið, sum eftir vanlukkuna á nýggjárinum, hevur fylt nógv hjá teimum ungu á Margarinfabrikkini, nevniliga sorg Jens Kr Vang