fríggjadagur 28. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 • fríggjadagur • 28. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
StÍF-H71 22-22(8-10) samanlagt 48-47
Hoyvíkingar kæra dystin
Leingi sá út til, at H71
fór at vinna sær pláss
í steypafinaluni, men
seinastu tíggju min-
uttirnar vendi dyst-
urin til fyrimuns fyri
strandingar. Seinasta
orðið um dystin er tó
neyvan sagt enn, tí
væntandi fara hoyvík-
ingar at kæra
COCA-COLA
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hoyvíkingar kunnu takka
sær sjálvum fyri, at teir ikki
annað árið á rað eru við í
steypafinaluni hjá monnum
í hondbólti. Mikukvøldið
vóru teir inni á Skála og
spældu seinnu hálvfinaluna
móti StÍF, sum undan dyst-
inum hevði ein lítlan fyri-
mun, tí at teir høvdu vunnið
fyrra dystin við einum máli
í Hoyvík tvær vikur framm-
anundan.
Hoyvíkingar omaná
Tað var eitt sera uppsett
H71-lið, sum fór á vøllin
inni á Skála, og tað tóktist
sum um, at teir høvdu gjørt
sær greitt, at skuldu teir
vinna felagnum nakran
heiður í hesum kappingar-
árinum, so var neyðugt at
taka sær um reiggj og stríð-
ast fyri hvørjum bólti.
Hoyvíkingar hava higartil
í ár havt stórar trupulleikar
av verjuni hjá sær, sum teir
hava havt ilt við at fingi skil
á. Mikukvøldið var verjan
tó sera stinn, og tá ið so
Levi Nybo í málinum, sam-
stundis hevði ein heilt
góðan dag, sá tað bara heilt
gott út hjá gestunum.
Tað var eisini H71, sum
fekk bestu byrjanina upp á
dystin. Eftir at liðini høvdu
fylgst fyrsta korterið, fóru
hoyvíkingar eitt sindur frá
StÍF seinsta korterið av
fyrra hálvleiki, og tað sá út
til, at teir kundu lagt seg
avgerandi á odda.
Mistu høvdið
StÍF hevði valt at verja við
síni vanligu offensivu verju,
og serliga var tað á miðjuni,
at teir lógu frammalaga á
Halgir. Hetta gav tó pláss til
stóra Piti Negru, sum var
besti maður hjá hoyvíking-
um við níggju málum miku-
kvøldið.
Hinvegin merkti offen-
siva verjan hjá strandingum
eisini, at tað gekk ógvuliga
striltið hjá H71 at fáa
veruligt glið á álopsspælið
hjá sær. Av tí sama gjørdist
tað ofta talan um heldur
hasaraderaðar málroyndir
frá H71, og tað var lætt hjá
einum annars vælleikandi
Marian í málinum hjá StÍF
at taka sær av.
Í hinum endanum vardu
hoyvíkingarnir
rættuliga
flatt, og tað hóskar seg eisini
væl, tá ið havt verður í huga,
hvussu stórar menn H71
hevur á liðnum. Við monn-
um sum Piti Negru, Halgir
Dahl Olesen, Olaf Vestur-
garð og Henrik Gerster í
miðverjuni, hevur tú sum
álopsspælari ein sannan múr
framman fyri tær, um verjan
hevur ein góðan dag.
At H71-verjan hevði ein
góðan dag, noyddist eitt nú
Leivur Justinussen, ið van-
liga er ein tann frægasti
málskjúttin hjá stranding-
um. Leivur fekk miku-
kvøldið bert tað eina málið,
og tað var fyrst og fremst
H71-verjuni og Levi Nybo í
málinum fyri at takka.
Artur vendi dystinum
Hoyvíkingar høvdu munin
størsta partin av dystinum,
men móti dystarenda komu
standingar aftur í aftur.
Veteranurin Artur Johansen
bleiv sendur á vøllin, og tað
vísti seg at verða ein
skilagóð avgerð.
Eftir at H71 10 minuttir
fyri tíð var á odda við trim-
um
málum,
megnaðu
strandingar at berja seg upp
á javnleik seinastu løtuna
og harvið tryggja sær fin-
aluplássið. Artur, sum ann-
ars hevði sitið á beinkinum
mesta partin av dystinum,
var sera avgerandi hesa løt-
una. Umframt at hann skor-
aði tvey av málunum hjá
StÍF seinastu tíggju minutt-
irnar, hevði hann eisini
onkra fríspæling til viðleik-
arar, sum síðani skoraðu og
harvið fingu heimaliðið
upp á javnt.
At H71 tíðliga miðskeið-
is í seinna hálvleiki misti
leikandi venjaran, Henrik
Gerster, bøtti heldur ikki
um støðuna hjá hoyvíking-
um. Teir megnaðu snøgt
sagt ikki at halda høvdið
kalt, tá ið mest stóð á, og
tað kostaði teimum sigurin
og finaluplássið.
Umstrídd avgerð
Sum áðurnevnt er seinasta
orðið um henda dyst neyv-
an sagt enn, tí H71 hevur
kært dystin. Kæran hjá H71
snýr seg um eitt time-out,
sum StÍF hevði einar sjey
minuttir fyri leiklok.
Bonkurin hjá stranding-
um gevur dómaraborðinum
Time-out kortið, og dómara-
borðið roynir við lúðuri at
gera dómarunum vart við
hetta, men av tí at sera
nógvur gangur er í høllini,
hoyra teir ikki veika lúðurin.
StÍF spælir tí eitt langt álop
liðugt, sum endar við, at
Levi í H71-málinum bjarg-
ar. H71 fer í álop, men nú
gerast dómararnir varugir
við time-out kravið frá StÍF.
Teir tosa við dómaraborðið,
sum eisini trýsti á lúðurin,
eftir at H71 hevði vunnið
bóltin, og avgjørt verður, at
strandingar fáa bóltin aftur
og nýtt álop. Hetta vóru
hoyvíkingar ikki fegnir um,
tí teir mettu ikki, at StÍF
soleiðis kann fáa eitt nýtt
álop ókeypis. Hetta hava teir
so kært til kappingarnevnd-
ina hjá HSF, og málið verð-
ur óivað viðgjørt í næstum.
Hondbóltslógirnar siga:
"Floytuljóðið frá tíðtakara/-
skrivara stegar í prinsippin-
um dystinum og alt tað, sum
hendir eftir hetta verður
ógildað, tó undantikið per-
sónligar revsingar. Tað vil
siga, at gul kort, útvísingar
v.m., sum verða givin í tíð-
arbilinum millum floytu-
ljóðið og tekini frá dómar-
unum um at steðga dystin-
um, verður galdandi"
Spurningurin er so, um
dómaraborðið hevur gjørt
vart við seg á tann hátt, sum
lógirnar hjá HSF krevja, og
eisini er spurningurin um
tíðina. Tá ið valt verður at
bakka dystin aftur til har,
sum dómaraborðið marker-
aði fyri time-out, skal tíðin
so eisini bakkast ella
hvussu. Undir øllum um-
støðum verður málið gjølla
viðgjørt av HSF, og so mugu
vit bara bíða í spenningi
eftir avgerðini hjá kapp-
ingarnevndini.
StÍF-H71 22-22(8-10)
StÍF: Sveinur Justinussen
8(2), Artur Johansen 4,
Pauli Hansen 3, Alexandur
Johansen 2(2), Bent Djur-
huus 2, Leivur Justinussen
1, Borgar Danielsen 1,
Bárður Danielsen 1
H71: Piti Negru 9, Christi-
an Eli Zachariassen 4(3),
Halgir Dahl Olesen 4, Hen-
rik Gerster 2, Høgni Joen-
sen 1, Olaf Vesturgarð 1,
Heini Bentsen 1
Brotskøst: StÍF 5(4), H71
6(3)
Útvísingar: StÍF 2, H71 7
Dómarar: Hannis og Uni
Wardum
Tríggir mans afturat í
landsliðshópin
Um vikuskiftið savnast føroyski a-landsliðshópurin í
fótbólti til venjingar í Havn. Tað er nú nakað síðani, at
landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, tók út hópin til venj-
ingarnar, men nú hava so tríggir mans afturat fingið boð
um at møta til venjing. Teir eru Ovi Nysted úr KÍ og teir
báðir, Óli Hansen og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ.
tn
Mikukvøldið tryggjaði StÍF
sær enn einaferð sess í steypa-
finaluni hjá monnum, men
seinasta orðið er neyvan sagt
um dystin móti hoyvíkingum
enn. H71 hevur nevnliga kært
eina dómaraavgerð í sam-
bandi við eitt time-out til
HSF.
savnsmynd
Leygardagin verður
innandurakapping í
rógving. Her koma
rógvarar úr øllum
landinum at rógva
ímóti hvørjum øðr-
um. Kappingin byrj-
ar leygarmorgunin
klokkan 8.00 í fim-
leikahallunum í
Tórshavnar komm-
unuskúla
TÍÐINDASKRIV
Vit hava gjørt tað soleiðis,
at allir rógvararnir verða
vigaðir um morgunin.
Vektina teir fáa tá, er
galdandi fyri alla kapp-
ingina. Rógvararnir 20 ár
og yngri, 16 ár og yngri,
og lættvektararnir hava
fyrsta rætt at viga seg, tí
teir koma at rógva fyrst.
Tíðarætlanin
fyri
rógvukappingina leygar-
dagin er henda:
08:00 Byrja at viga
rógvarar.
09:00 Allir rógvarar
skulu verða møttir. Greitt
verður frá, hvussu
kappingin kemur fer
fram.
10:00 Øll skula hava
vigað seg.
10:30 16 ár og yngri
rógva 1000m (dreingir og
gentur rógva samstundis)
10:45 20 ár og yngri
rógva 1000 (dreingir og
gentur rógva samstundis)
11:00 Lættvekt og tung-
vekt kvinnur 2000m
(Allar rógva samstundis)
11:15 Lættvekt menn
2000m (fyrsti bólkur)
11:30 Lættvekt menn
2000m (næsti bólkur)
11:45 Tungvekt menn
2000m (fyrsti bólkur)
12:00 Tungvekt menn
2000m (næsti bólkur)
12:15 35 ár og yvir 1000m
12:30 Steðgur
13:30 Blandaður bólkur
500 m
14:30 Stafett, har hvør
rógvari rør 500m
15:30 Heiðursmerki
verða handað
Vit heita á allar rógvarar
at verða klárir minst 15
min, áðrenn teir skulu
rógva. Tað verður ikki
bíðað eftir nøkrum, so tað
ræður um at vera til reið-
ar. Fyrivarni skal takast
fyri ásettu tíðirnar.
Vinnarin av hvørjum
bólki fær handað steyp og
gull heiðursmerki. Nr
tvey og trý í hvørjum
bólki fáa ávikavist silvur
og bronsu heiðursmerki.
Fyri at gera tað enn
meira áhugavert, hevur
Modest-Sport í Danmark
givið eitt sera gott pulsur
til øll tey, sum eru við í
500 m blandaða bólkinum.
Her verður lutakast í mill-
um øll, sum eru við í hes-
um bólki, so øll hava
møguleika at vinna pulsur-
ið. Urið er eitt tað nýggj-
asta hjá Polar og eitur Pol-
ar s625x. Tað hevur eitt
viðri uppá umleið 3.000,-
krónur.
Formaðurin í róðrar-
sambandinum Hannis Jo-
ensen kemur at handa
heiðursmerkini. Tey verða
handað umleið klokkan
15:30.
FM-rógving