fríggjadagur 28. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 19 - 28. januar 2005
Við einum málmans-
avriki á altjóða støði
var Dejan Lacok stóra
hetjan hjá VÍF, sum
mikukvøldið sendi
arvafíggindarnar úr
Kyndli úr steypa-
kappingini og sam-
stundis seg sjálvar í
finaluna
COCA-COLA
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í hesum døgum verður HM
í manshondbólti leikt í afr-
ikanska landinum Tunesia,
og har verður borðreitt við
hondbólti í heimsflokki.
Men ikki er neyðugt hjá
okkum føroyingum at leita
sær allan vegin niður til
Afrika, um vit vilja síggja
hondbólt í heimsflokki, tí
mikukvøldið
borðreiddi
jugoslaviski málverjin hjá
VÍF, Dejan Lacok, við mál-
mansspæli á so høgum
støði, sum sjáldan áður er
sæð her á landi.
Tendraðir
vestmenningar
Frá fyrsta bríksli sást, at
vestmenningar vóru sera
tendraðir til dystin, og at
teir høvdu ætlanir um at
vaska talvuna reina eftir
eyðmýkjandi ósigurin fyri
kollfirðingum sunnudagin í
Vestmanna.
Leikferðin var høg, og
nærdystirnir vóru harðir og
kontantir, og tað gav eisini
báðum
liðunum
nøkur
brotskøst tíðliga í dystin-
um. Tað hevur verið eitt
eyðkenni fyri VÍF í ár, at
tað hevur verið ógvuliga
trupult hjá mótstøðuliðun-
um at fáa bóltin framvið
Dejan, tá ið brotskøst eru á
skránni. Soleiðis var eisini
mikukvøldið, tá ið Kyndil
megnaði at brenna fimm út
av fimm royndum móti
Dejan av brotsteigarblett-
inum.
Í byrjanini av dystinum
vóru tað serliga teir báðir
málverjarnir, Dejan Lacok
hjá VÍF og Johan Danielsen
hjá Kyndli, sum gjørdu vart
við seg á vøllinum. Av
útileikarunum vóru tað
serliga Ingi Olsen hjá VÌF
og Hans Áki Dal-Christian-
sen, sum hildu seg til í byrj-
anini av dystinum.
Tað var eitt sindur undr-
unarvert, at Kyndlaverjan
var so mikið passiv yvir
fyri Inga, sum fleiri ferðir
slapp heilt inn at tríggjar-
metrinum, áðrenn hann
stakk seg upp og langaði í
kassan. Ella fór hann við
sínum eyðkendu fótfintum
framvið verjuni hjá havnar-
liðnum, sum tóktist alt ov
passiv í sínari markering av
veteraninum hjá vestmenn-
ingum.
Hans Áki fekk hinvegin
fleiri mál av vonginum, har
hann hegnisliga breyt seg
ígjøgnum, áðrenn hann
skrúvaði bóltin framvið
Dejan í málinum.
Frustreraðir
Kyndlamenn
Í fleiri av teimum dystum,
har tað hevur staðið á hjá
vestmenningum, hevur stóri
trupulleikin verið, at verjan
ikki hevur riggað. Miku-
kvøldið var tó sjón fyri
søgn, at vestmenningar hava
fingið skil á verjupartin.
Teir vóru avgjørdir og kon-
tantir í sínum taklingum, og
hóast teir grønu úr Havn
viðhvørt hildu seg fáa ov
harða viðferð, so vardu vest-
menningar ikki harðari, enn
dómararnir loyvdu teimum.
Stinna verjan hjá vest-
menningum førdi eisini við
sær, at tað tóktist sum um,
at tað vóru fleiri av spælar-
unum hjá Kyndli, sum als
ikki hildu seg til í álops-
partinum. Í veruleikanum
vóru tað bara Hans Áki,
Finnur Hansson og Rókur
Akralíð, sum tordu at bjóða
VÌF-verjuni av og royna
seg við skotum upp á mál.
Alt ov nógvir av teirra lið-
feløgum vóru at kalla
blindir passagerar í álops-
partinum.
Tí kann man eisini seta
spurnartekin við, hví venj-
ararnir hjá Kyndli valdu at
taka Rók út aftur so skjótt,
eftir at hann annars hevði
langað tvey góð mál í
kassan.
Tað gekk javnt á í fyrra
hálvleiki, men tá ið einir 20
minuttir
vóru
spældir,
steðgaði upp hjá Kyndli.
Havnarliðið var tá á odda 9-
8, men so læstu Dejan í mál-
inum og verjan hjá vest-
menningum í slakar 10 min-
uttir, og tá ið teir samstundis
skoraðu nærum eftir vild í
álopspartinum, vóru teir
bráddliga á odda 14-9!
Dejan avgjørdi
Í seinna hálvleiki komu
gestirnir úr Havn eitt sindur
meiri við aftur í dystin.
Undir leiðslu av liðskipar-
anum, Hans Áka Dal-
Christiansen, tóku teir seg
inn á vestmeningar, og tá ið
10 minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki, stóð á
jøvnum
18-18.
Kyndil
hevði eisini møguleikan at
økja til 19-18, men Jónleif
Sólsker fekk ikki brots-
kastið framvið Dejan.
Ístaðin legði VÍF seg á
odda 19-18.
Kyndil hevði ein góðan
møguleika at javna til 19-
19, men Finnur Hansson
bleiv rendur um koll av Inga
Olsen, tá ið hann leyp inn,
og tí var royndin ikki nóg
neyv. Allarhelst átti her at
verið dømt brotskast til
Kyndil og tveir minuttir til
Inga, men dómararnir lótu
ikki við seg koma. Ístaðin
fóru vestmenningar í álop,
og Ingi legði teir á odda 20-
18. Júst hendan løtan stóð
dysturin til at fara báðar
vegir, og tí var avgerðin eitt
sindur óheppin fyri gestir-
nar.
Tað skal tó einki takast
frá VÍF, sum næstu løtuna
streyk avstað frá Kyndli.
Høgni Klein skoraði til 20-
19 í 16. minutti, men so
kom Dejan, ið hevði havt
ein steðg á beinkinum í
nakrar heilt fáar minuttir,
aftur á vøllin, og hann
gjørdi av, at nú skuldi
Kyndil ikki hava fleiri mál.
Við fleiri bjargingum í
heimsflokki syrgdi hann
fyri, at Kyndil ikki skoraði
næstum 12 minuttirnar, og
tá ið tað langt um leingi
eydnaðist føroyameistarun-
um at fáa bóltin framvið
honum, var dysturin langt
síðani avgjørdur.
Spurnartekin kann setast
við, hví Kyndil ikki royndi
at skifta meiri út á liðnum
hesa løtuna. Eitt nú kundi
verið roynt við Jónleif Sól-
sker sum playmakara, tí
Høgni Klein hevði ikki ein
av sínum bestu døgum, og
royndirnar
hjá
Jónleifi
kundu møguliga komið væl
við.
Kostnaðarmikil
málturkur
Bæði í fyrru hálvfinaluni í
Havn og tí seinnu í Vest-
manna mikukvøldið hendi
tað, at Kyndil í eitt longri
tíðarskeið als ikki skoraði,
og hesin málturkur kostaði
havnarliðnum dýrt.
Í fyrru hálvfinaluni skor-
aðu teir einans fimm mál
eftir steðgin, og miku-
kvøldið fingu teir einki mál
í 12 minuttir. Slíkar løtur
hevur tú ikki ráð til, um tú
ætlar tær at røkka tindinum
í føroyskum hondbólti.
VÍF var snøgt sagt betra
liðið mikukvøldið, og ser-
liga hugaligt var tað at
síggja, hvussu væl verjan
hjá vestmenningum virk-
aði. Havi hug at nevna
Sámal Joensen, sum roynd-
ist ein sannur brandur í
verjuni, og vanliga so sterki
strikuspælarin hjá Kyndli,
Janus Einar Sørensen, fekk
als einki gjørt móti Sámali,
sum fullkomiliga pakkaði
hann inn.
Komandi
sunnudagin
hittast liðini aftur í Vest-
manna í landskappingini,
og tað er lítið at ivast í, at
VÍF hevur sálarligu yvir-
vágina á Kyndli í løtuni.
Hinvegin verða havnar-
menninir óivað sera upp-
settir upp á at hevna ósig-
urin í steypakappingini, og
tí verður helst talan um ein
heilt annan dyst sunnu-
dagin.
VÍF-Kyndil 29-22(14-
11)
VÍF: Ingi Olsen 9(1), Sám-
al Joensen 8, Agnar Joen-
sen 7, Áki Olsen 2, Harald
Bjørgvin 1, John Zachari-
assen
1,
Jákup
Súni
Andreasen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-
Christiansen
9,
Finnur
Hansson 4, Rókur Akralíð
2, Høgni Klein 2, Janus
Einar Sørensen 2, Jakob
Jónsson 1, Josef Abraham-
sen 1, Jónleif Sólsker 1(1)
Brotskøst:
VÍF
2(1),
Kyndil 6(1)
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil
3
Beinleiðis reytt: Finnur
Hansson, Kyndil
Dómarar: Kristian og Kar-
stin Joensen: Tað er ongan-
tíð lætt at døma VÍF-Kynd-
il, men teir báðir ungu
klaksvíkingarnir dømdu ein
framúr góðan dyst. Gamaní
vóru onkur smá mistøk,
men ikki nakað av týdningi
VÍF-Kyndil 29-22(14-11) samanlagt 51-43
Dejan sendi VÍF í finaluna
Ingi Olsen (nr. 8) var vælupplagdur, tá ið VÍF mikukvøldið vann sær pláss í steypafinaluni, við at vinna ein tryggan sigur í
Vestmanna
Mynd: Álvur Haraldsen