Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 28. januar 2005 21 Samlaði sigurin hjá Neistanum var ong- antíð í vanda, tá tær mikukvøldið leiktu seg fram til sína fyrstu steypafinalu í sjey ár COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað sást greitt á áskoðara- fjøldini, at talan ikki var um tann heilt stóra spenningin, nú Neistakvinnurnar fyri fyrstu ferð í sjey ár tóktust vísar í einum finaluplássi. Talið av áskoðarum tátt- aði neyvan av álvara í tey 50, tá dysturin varð blástur ígongd, og tó at hesi øktust í tali, sum dysturin leið, so fingu tey ikki stórvegis spenning fyri peningin. Skjót avgreiðsla Frá fyrsta bríksli var nevn- liga greitt, at her skuldi ikki vera nakað stórvegis iva- mál. Hóast tryggu leiðsluna frá fyrra dystinum, so valdi Neistin frá fyrsta bríksli at mansverja útlendsku leik- ararnar hjá Stjørnuni. Antin skiftandi ella báðar í senn, og tað tók sum vera man broddin av álopsspælinum hjá gestunum. At Neistin so samstundis sýndi nakað av tí besta álopsspælinum, sum tær hava havt í ár, gjørdi bara munin størri. Til tíðir gekk álopsspælið heilt skjótt, soleiðis at verjan hjá Stjørnuni varð spæld heilt tunn, so bæði skjúttar og strika hjá teimum bláu veruliga fingu dusað sær. Eftir 13 minuttum var støðan soleiðis vorðin 8-1, og tó at Neistin nú slakaði, so kom spenningur ikki í samlaða úrslitið. Eina løtu eftir steðgin tóktist Søljan hava hug at skapa spenning um útfallið av hesum eina dystinum, men seinastu løtuna fall hamarin av álv- ara. Tað tóktist greitt, at orkan hjá vertunum var nakað væl betri, og so líð- andi syrgdu tær fyri, at heldur ikki her skuldi nakar ivi verða. Sjey rak ár Hvør mótstøðan í finaludystinum verður, var so ikki greitt undan evstamarki okkara. Men tað er einki at ivast í, at talan tá verður um eina munandi truplari uppgávu. Bæði Stjørnan og VB tykjast í øllum førum vera í einum flokki fyri seg í løtuni, men júst tann partin mundu tær í Neistanum ikki hugsað so nógv um mikukvøldið. Fyrst og fremst, so kundu tær frøast um fyrsta finalu- plássið í sjey ár. Tikið verður jú til, at eftir sjey rak ár koma sjey feit, og so er spurningurin, hvørt hetta skal takast sum tekin um, at gyltu tíðirnar hjá Neistan- um nú aftur eru ávegis. Dysturin í tølukm Neistin-Søljan 29-23 (14- 11) Neistin víðari við samanlagt 57-44 Málskjúttar Neistin: Marjun Tróndarson 8(1), Simona Petersen 5, Ása á Neystabø 4, Annika Thomsen 4(3), Unn Kragesteen 3, Lív Sør- ensen 2, Mildrið Jacobsen 1, Lív Reynheim 1 Søljan: Nicoleta Radu Hansen 13(1), Lina Andriulyte 4, Herthe Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Petra Thomassen 1 Brotskøst: Neistin 4, Søljan 2 Útvísingar: Neistin 1, Søljan 3 Dómarar: Eyðun Samuel- sen & Andreas F. Hansen. Leiddu dystin uttan nevni- verdar trupulleikar. Neistin-Søljan 29-23 (14-11): Finaluplássið staðfest Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík hevur kært annan av dómarunum, ið dømdi dystin millum bestu kvinnuliðini hjá Tjaldur og Kyndli í Runavík fyri góðari viku síðani HONDBÓLTSKÆRA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er venjarin hjá kvinnu- liðnum hjá Tjaldur, danin Henrik Daugaard, ið hevur sett eitt skriv saman, ið er sent til starvsnevndina og kappingarnevndina hjá HSF og til dómarafelagið. Kallaði venjaran býttan Danski venjarin hjá Tjaldur vil verða við, at dómarin allan dystin á tamb dømdi til fyrimuns fyri Kyndil, hóast hin dómarin fleiri ferðir dømdi hinvegin. Vóru dómararnir ikki á einum máli um avgerðir, var tað allatíðina so, at dómarin, ið Tjaldur hevur kært, vann dómin, vil Hen- rik Daugaard verða við. Venjarin hjá Tjaldur vil eisini verða við, at dómarin undir dystinum fleiri ferðir hugdi eftir sær, tá ið hann hevði dømt ivasamar dóm- ar til fyrimuns fyri Kyndil, og danin sigur, at tað kend- ist óbehagiligt. Harumframt vil Henrik Daugaard verða við, at tá ið hann tók í hondina á dóm- arunum eftir dystin, bar av. Danin greiddi umstrídda dómaranum frá sínum upp- livingum undir dystinum, men til hetta hevði dómarin bert eina viðmerking, og tað var: "Du er så dum", vil danski venjarin hjá Tjaldur verða við í skrivi sínum til HSF og dómarafelagið. Hann krevur nú eina um- bering frá dómaranum, og lagt verður afturat, at um viðkomandi dómari aftur skal døma Tjaldur, so verða videoupptøkur gjørdar av dystinum, so at heta møgu- liga kann nýtast sum prógv. Sita á málinum Vit royndu til fánýtis at fáa eina viðmerking frá bæði starvsnevndini og kapping- arnevndini hjá HSF hós- morgunin, men okkum eydnaðist tó at fáa fatur á Eyðun Samuelsen, ið situr í dómarafelagnum. – Eg kann ikki siga stór- vegis til hatta málið í løt- uni, men eg kann siga so mikið sum, at vit sita á málinum í løtuni, og tað verður viðgjørt í næstum, sigur Eyðun Samuelsen. Tjaldur kært dómara Veteranurin hjá Kyndli, Jakob Jóns- son, hevði ætlað sær greipuna í ár, men hann noyddist at staðfesta mikukvøld- ið, at VÍF var betra liðið, og tað var uppi- borið, at vestmenn- ingar vóru í finaluni STEYPAPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Spurdur, hvat gekk galið hjá Kyndli í dystinum mik- ukvøldið, segði Jakob Jónsson: – Eg haldi, at vit tapa dystin longu í fyrra hálv- leiki. Rókur kemur á vøll- in fyri meg, og hann fær tvey góð mál beinan veg- in, men hann verður skift- ur út aftur stutt eftir, og tað haldi eg var eitt mistak. – Teir fáa eina leiðslu upp á eini trý ella fýra mál í fyrra hálvleiki, og tað er ómetaliga tungt hjá okk- um at koma upp á javnt aftur, og tað kostar nógvar kreftir. Í seinna hálvleiki gera vit eitt hav av feilum, og vit skora als ikki. Sjálvandi spælir málverjin hjá teimum ein fantastisk- an dyst, men vit eiga at fáa fleiri mál, segði Jakob Jónsson. Somuleiðis heldur ís- lendski veteranurin, at hugburðurin var eisini betur hjá VÍF. – Teir vóru nógv meira klárir til dystin, enn vit vóru. Vit kunnu ikki koma við nøkrum umberingum, tí karmarnir vóru ílagi, dómararnir vóru góðir, so tað skerst ikki burtur, at betra liðið vann, segði Jakob Jónsson at enda. Ein av bestu monn- um á vøllinum í Vestmanna miku- kvøldið var Sámal Joensen hjá VÍF. Hann avdúkaði eftir dystin, at uppleggið hjá vestmenningum til dystin móti Kyndli var, at teir skuldu verða garvillir og berjast sum úlvar STEYPAPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hann skeyt ikki færri enn átta mál fyri VÍF, og sam- stundis var hann ein brandur í verjuni hjá vest- menningum, tá ið teir mikukvøldið vunnu sær sess í finaluni. Sámal Jo- ensen prógvaði enn eina- ferð, at hann hevur ómeta- liga stóran týdning fyri liðið hjá VÍF. Óvanligur gejstur Sámal Joensen segði eftir dystin, at teir høvdu tikið sær um reiggj eftir dystin móti KÍF sunnudagin. – Vit vóru orduliga tendraðir til dystin í kvøld. Eg haldi ikki, at eg nakr- antíð hava upplivað slíkan gejst á VÌF-liðnum sum í kvøld, og tað gav eisini úr- slit. Uppleggið undan dystinum var, at vit skuldu verða líka garvillir, sum kollfirðingar vóru, tá ið teir vunnu á okkum sunnudagin. Vit spældu tí hart og kontant, og tað loysti seg. Verjan hjá okk- um spældi ein tann besta dystin leingi, og Dejan í málinum spældi sín lívs dyst, segði Sámal Joensen. Mótstøðuliðið hjá VÍF í finaluni verður StÍF, og tað er ikki fyrstu ferð. – Man kann siga, at StÍF hevur verið marran hjá VÍF í steypakappingini í fleiri ár. Vit vunnu finaluna móti teimum í 1999, men taptu móti teimum í finaluni í 2001. Øll hini árini í hesum tíðarskeiði haldi eg, at tað eru strandingar, ið hava sligið okkum út, áðrenn komið hevur verið til finaluna, so teir hava verið ein plága hjá okkum í steypakappingini, staðfest- ir Sámal Joensen. Hann leggur afturat, at nú má tað verða nóg mikið, og at í ár eru tað vestmenningar, ið standa fyri tørni til at fara við steypinum. – Eg ivist heldur ikki í, at hava vit sama gejst í finaluni, sum vit høvdu í kvøld, so vinna vit tann dystin eisini, segði Sámal Joensen at enda. Jakob Jónsson, Kyndil: – Betra liðið vann Sámal Joensen, VÍF: – Vit vóru garvillir Jacon Jónsson hjá Kyndli staðfesti eftir dystin, at tað var fult uppiborið, at VÍF vann seg í finaluna Mynd: Álvur Haraldsen Sámal Joensen var ein brandur í verjuni hjá vestmenningum, og í hinum endanum skjeyt hann 8 mál. Hann fegnaðist um stríðsviljan hjá vestmenningum í hálvfinaluni Mynd: Álvur haraldsen