Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 152 - 11. august 2000 Skal vera nógv tryggari at liggja við kei í Hvalba Nú verður farið undir eitt umfatandi arbeiðið at dýpa havnina í Hvalba. Arbeiðið væntast at kosta einar fýra milliónir ÁKI BERTHOLDSEN Hvalba: Mánadagin verður væntandi farið undir arbeiðið at dýpa havnina í Hvalba. Arbeiðið fer at vara í nakrar mánaðir og tað fer helst at kosta einar fýra milliónir krónur. Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum skal gera ar- beiðið. Tað er nakað síðani, at Borarin úr Skopum kom suður. Hann hevur ligið við bryggju í Havn síðani, men arbeiðið at dýpa havnina byrjar ikki fyrrenn nú, eftir at summarfrítíðin er av. – Ætlanin er at dýpa tað mesta av havnina niður á sjey metrar á miðal vatni, sigur Niels Jacob Thomsen, bygdaráðslimur í Hvalba. Í bygdaráðnum er tað ser- liga hann, sum hevur arbeitt við málinum, og hann sigur, at hetta verður ein stórur bati, bæði hjá skipum, hjá sjómonnum og hjá flaka- virkinum, øll hava so ó- metaligan stóran týdning fyri kommununa Í løtuni er havnin fimm metrar djúp á miðal vatni, so ætlanin er at dýpa hana tveir metrar. Annars er grivið niður á hellu, men hon skal nú spreingjast burtur, men aft- urfyri verður tað so neyð- ugt at spenna upp undir aft- ur bryggjukantin. Sera tvørligt Niels Jacob Thomsen sigur, at tað hevur í nógv ár verið eitt ynski, at havnin varð gjørd djúpari. –Tað hevur verið sera tvørligt, at hon hevur verið so grunn. –Tað er bert í hendinga góðum líkindum, at tveir bátar kunnu liggja við bryggju ísenn, og tá skulu teir ikki vera ov stórir held- ur. Annars kunnu tveir bátar liggja uttan á hvørjum øðr- um, men tað er heldur ikki tann besta loysnin. –Skulu fleiri bátar, hevur tað tískil verið neyðugt at flyta bátarnar, so hvørt, teir hava aveitt, – Annars hevur manning- in verið noydd at flyta bátin, tá ið liðugt er at avreiða. Oftast verður farið á Tvøroyri at leggja teir. – Men hetta er eitt sera óhøgligt hjá manningunum og stjelur nógva frítíð frá teimum. Og tað er óheppið, Taka sambýlið í nýtslu fyrsta dagin ÁKI BERTHOLDSEN Hvalba: Tað er nú komið so mikið áleiðis at gera eldrasambýlið í Hvalba, at tað nú verður tikið í nýtslu heilt skjótt. Niels Jacob Thomsen, bygdaráðslimur, sigur, at gongst sum ætlað við tí, sum er eftir at gera, verður tað tikið nýtslu nú 1. sept. Í eldrasambýlinum er pláss fyri 10 fólkum, men tað skilst, at ætlanin er at hava átta fólk skulu búgva í sambýlinum, og so skulu hini bæði plássini verða til umlætting. Sambýlið verður gjørt í einum húsum, sum bygda- ráðið nakað síðani keypti til endamálið. Húsini eru í trimum liðugt, er tað væl egnað til endamálið, tí kømurini eru stór og ljós og útsýnið er av tí allarbesta útyvir alla bygdina og út á fjørðin. Somuleiðis skulu parker- ingspláss gerast framman- fyri húsið. Tá ið eldrasambýlið er liðugt, kostaði tað eitt sind- ur meiri, enn upprunaliga mett. Tað fer at kosta umleið 2,5 milliónir, tá ið tað er liðugt og tað heldur hann avgjørt er á góðari leið fyri Tað verður eitt sindur dýrari, enn upprunaliga mett Eldrasambýlið í Hvalba verður ætlandi tikið i nýtslu 1. september og ta- kostar umleið 2,5 milliónir hæddum og tað var neyðugt at gera nokk so fitt við tey, áðrenn tey kundu brúkast til endamálið. Eitt nú skuldi lyfta setast upp og bara hon kostar fleiri hundrað túsund. Men Niels Jacob Thom- sen sigur, at tá ið húsið er eitt slíkt hús. Sjálvt húsið kostaði bygdaráðnum 1 millión at keypa, so tað er brúkt 1,5 millión upp á tað afturat, sigur Niels Jacob Thomsen. tí teir hava fáar frídagar frammanundan. Niels Jacob Thomsen sig- ur, at tað hevur eisini kost- að nógv arbeiði á flakavirk- inum, at havnin hevur verið so grunn. –Flakavirkið hevur ikki kunnað keypt tann fisk, teir hava viljað keypt, tí havnin er so grunn, at nógvir av teimum størru skipunum hætta sær ikki at leggja at. –Annars hevur tað ikki verið óvanligt, at bátarnir hava lagt fiskin upp á Tvør- oyri, og so er hann blivin koyrdur norður til flaka- virkið í Hvalba. – Men so skal tann virk- aði fiskurin aftur koyrast upp á Tvøroyri, tá ið hann skal avskipast. Hann sigur, at hetta hevur verið sera kostnaðarmikið hjá flakavirkinum og hevur Borarin úr Skopun hevur ligið til reiðar í Hvalba í fleiri vikur. Men mánadagin erætlanin at fara undir arbeiðið at dýpa havnina og tað verður ein stórt framstig gjørt teirra kappingarstøðu verri. – Tá ið Havnin er gjørd djúpari, kunnu trý skip liggja við bryggju ísenn. – Og verður tann seinasti parturin av havnini eisini gjørdur djúpari, kunnu fýra bátar liggja við bryggju í- senn. – Men tað verður ikki í hesum umfari, sigur Niels Jacob Thomsen. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Ein djørv avgerð FORKVINNURNAR í Heimahjálparafelag- num og Sjúkrasystrafelagnum átala hvass- liga, at landsstýrismaðurin í undirvísingar- málum hevur avgjørt at leggja Almanna- og Heilsuskúlan á Tvøroyri. Tað eru ikki hissini orð, sum tær brúka: Skúlin fer at »detta niðurfyri«. Avgerðin er »mønustingurin hjá útbúgvingini«. Og harafturat liggur skúlin »óhøgliga fyri á Tvøroyri«. TORBJØRN Jacobsen hevur avgjørt at broyta avgerðina at leggja skúlan í Havn og ístaðin leggja skúlan í Suðuroynni fyri m.a. at vísa, at landsstýrið meinar nakað við ætlanini um økismenning. Um tað er rætt at leggja skúlan í Suðuroy, ella um avgerðin er í stríð við gjørdar avtalur, skal ikki takast støða til her. Hinvegin skal hetta skiljast sum nakrar prinsipiellar viðmerkingar. TAÐ er at fegnast um, at ein landsstýris- maður, ella eitt aðalstýri, torir at ganga ímóti gongdini, at alt skal flytast til Havnar, og ístaðin leggja ein stovn ella ein skúla aðra- staðni enn í høvuðsstaðnum. Skal nakað ítøkiligt spyrjast burtur úr føgru orðunum um økismenning ella útoyggjamenning, so er neyðugt at taka slík stig. Havnarfólk, stovns- leiðarar, ella fakfelagsleiðarar sum í hesum føri, fara helst at mótmæla og leggja fót- onglar. Men slíkum má ein landsstýrismaður ikki lata sær lynda. FRAMMANUNDAN hava vit skúlar og út- búgvingar uttan fyri Havnina. T.d. hava vit bæði kokkaskúla, sjómansskúla og húsar- haldsskúla í Klaksvík. Í Vestmanna hava vit fiskivinnuskúla. Tí duga fólk ikki at skilja, hví ein almanna og heilsuskúli ikki kann leggjast í Suðuroy. UMBERINGIN, at talan er um tilkomin fólk, dugir ikki. Tað eru so nógv tilkomin fólk, sum mugu leita sær burtur at fáa sær útbúgvingar ella eftirútbúgvingar. At tey, sum skulu á skúlan, skulu verða noydd at leiga sær eini hús, er heldur ongin umbering. Tað ber líka so væl til at byggja hús til fólk í útbúgving í Suðuroy ella í Vágum sum í Havn. Tað er frálíkt, at føroyingar – ung sum tilkomin – eisini læra ein annan part í landinum at kenna. AT siga, at ein skúli liggur óhøgliga fyri á Tvøroyri – einum høvuðsplássi í landinum – er næstan at ásanna, at viðkomandi er ikki »gearað« at búgva í einum oyggjasamfelag. Landsstýrismaðurin hevur tikið eina djarva avgerð, sum mong geva honum eitt herða- klapp fyri. STEFAN Í SKORINI Í 1993 vórðu 1.760 brot framd á revsilógina, meðan talið í fjør varð komið niður á 1.064, og tað hevur ligið harum tey seinastu trý árini. Frá 1993 til 1994 var eitt stórt fall í brotum á revsi- lógina, og síðani er tað minkað so líðandi. Færri í geglið Talið av fólki, sum hava verið í geglinum í styttri ella longri tíð, er eisini minkað. Í 1993 vórðu 167 fólk varð- haldsfongslað ella sótu dómin av, meðan í fjør var talið komið niður á 124 fólk, sum máttu í brumm- una. Samlaða talið av døgum, sum fólk hava sitið inni, er eisini fallið saman við fall- inum í brotum á revsilógina. Í 1993 sótu fólk í geglinum í heili 4.300 dagar tilsam- ans. Síðani tá er ein støðug minking farin fram, og í fjør var talið minkað næstan niður í eina helvt. Eisini talið av fólki, sum eru sett í varðhald, er mink- að munandi seinastu árini. 504 persónar høvdu í 1993 skikkað sær so illa, at løg- reglan mátti taka tey í varð- haldið. Hetta tal er í 1999 fallið niður á 296. Fútamálini eru eisini vorðin færri, tí at í árinum 1993 vóru 3.565 fútamál, meðan 2.328 vóru í fjør. Úrskurðurin av hesum er, at løgreglan hevur ikki havt eins nógv at gera í fjør sum í 1993. Fleiri útrend og færri koyra full Hóast minkingarnar á øðr- um økjum, so vóru fleiri útrend ella útrykningar í fjør enn í 1993. Tey fyrst árini eftir 1993 var ein lítil mink- ing í talinum av útrendum, men síðani er ein stórur vøkstur farin fram. Í 1993 var talið av útrend- um 2997, og eingin stór- vegis broyting var fram til 1998, tá ið løgreglan hevði heili 4.597 útrend, sum aftur er økt í 1999. Brotini á ferðslulógina eru eisini vorðin færri. Í 1993 vóru 2.226 skuldsett fyri brot á ferðslulógina, tá ið rúsdrekkakoyring og parkeringsmál ikki eru tikin við. Í fjør var talan um 1.801 skuldsetingar, men talið var lægst í 1997, tá ið 1.336 vórðu skuldsett fyri brot á ferðslulógina. Í fjør vórðu 127 fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring, meðan talið var uppi á 199 í 1993. Í 1997 var talið sera lágt, tá løgreglan bara tók 10 fólk fyri at verða rúsað, meðan tey koyrdu. Í 1993 vórðu 2,2 milliónir krónur goldnar í bótum. Lægst var upphæddin í 1997, tá hon var 1,3 milli- ónir, meðan vit í fjør skuldu av við 1,6 milliónir. Talið av bótum er eisini minkað. Í 1993 vórðu 2.831 bøtur givnar, meðan talið var 2.086 í fjør. Føroyingar skikka sær betur Sambært frágreiðingini hjá Ríkis- umboðnum eru føroyingar minni kriminellir nú enn fyri sjey árum síðani Stovna Linux brúkara- felag í Føroyum STEFAN Í SKORINI Linux er eitt telduforrit, sum øll kunnu ogna sær uttan at gjalda eitt oyra afturfyri, og harafturat er Linux eins gott og tey kendu forritini sum Windows, ið kosta brúkar- anum nógvan pening. Ein annar fyrimunur við Linux er eisini, at forritið verður betri allatíðina, tí at brúkararnir sjálvir koma við betringum til forritið, sum teir síðani leggja út á inter- netið. Maðurin, sum gjørdi tað fyrsta Linux forritið, vildi fegin hava hjálp frá øðrum, og nú verður forritið betrað so hvørt, so tað ber til at taka eitt nýtt Linux forrit niður av internetinum annað hvønn mánað. Jacob Sparre Andersen er ein teirra, sum hevur tikið stig til at stovna eitt føroyskt brúkarafelag, og hann sigur, at Linux er meira álítandi enn Windows, sum oftari brýtur saman. Vansin við Linux er kanska, at tað verður ikki hildið at verða so væl nýti- ligt til heimabrúk. Tað er tó ofta upp til hvønn einstak- an, hvat honum dámar betri, sigur Jacob Sparre Ander- sen, sum er edv-maður á kjarnorkuroyndarstøðini í Linux brúkarafeløg eru um allan heimin, og nú verður eisini møgu- leiki hjá føroyingum at gerast limir í einum slíkum felag Risø á Sjællandi, har Linux eisini verður brúkt. Nógv brúkt Linux er eitt nógv brúkt forrit, og tí eru brúkarafeløg kring heimin. Ætlanin við einum brúkarafelag er, at limirnir kunnu hjálpa hvørj- um øðrum við at brúka Linux, tí teir hava onga aðrastaðni at venda sær fyri at fáa hjálp. Linux verður nógv brúkt av stórum fyritøkum og hægri lærustovnum, og tey spara nógvan pening við at brúka Linux. T.d. kann nevnast, at Niels Bohr Insti- tuttið sparir 800.000 krónur árliga við at brúka Linux ístaðin fyri Windows. Al- menna umsitingin í Føroy- um kundi spart nógvan pen- ing við at skift til Linux. Studentaskúlin í Hoydøl- um hevur eisini ætlanir um at gera eitt Linux labora- torium á skúlanum, sum næmingarnir kunnu arbeiða við. Føroyskt brúkarafelag Í dag verður eitt Linux brúkarafelag sett á stovn í Føroyum, og endamálið er at geva fleiri føroyingum møguleikan at brúka Linux og samstundis hava eitt før- oyskt brúkarafelag at ráð- føra seg við viðvíkjandi trupulleikum. Jacob Sparre Andersen skal verða við á stovnandi fundinum í dag, sum verður fyri innboðin, og hann er limur í einum Linux brúk- arafelag á Sjællandi, ið er eitt tað størsta brúkarafelag- ið í heiminum, sum hevur upp ímóti 6000 limir. Jacob skal m.a. greiða eitt sindur frá, hvat tey gera í felagnum í Danmark. Færri føroyingar sótu í brummuni í fjør enn í 1993