Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 152 - 11. august 2000 Nr. 152 - 11. august 2000 RÚNAR REISTRUP Forhøllin í Norðurlandahús- inum var longu stúgvandi full av fólki eitt gott korter undan setanini. Nøkur teirra høvdu enntá fingið sær pláss í køðini oman í kon- sertsalin, men tey flestu stóðu og lurtaðu eftir »Jass- unum«, sum Brandur Øss- ursson stóð og stjórnaði. Jassarnir eru at kalla fast inventar í forhøllini á Jazzfestivalinum, og tað ber eftirhondini til at samanbera dygdina á framførslunum, sum gerast meira livandi og betur so hvørt sum limirnir í fyrr barna- og nú ung- dómsbigbandinum »Jassun- um«. Hæddarpunktið í fram- førsluni, var tá saxofonleik- arin Finnur Jensen ímóti endanum legði blásiljóðfør- ið frá sær og tók mikronina í hond. Hann sang djarvt við rættiligari bluesrødd, og komin nakað inn í lagið, stóð Brandur Øssursson knappliga við síni saxofon í munninum og blásti eina fína solo av. Hetta fekk beinanvegin rættiligan hita í áhoyrarar- nar, sum síðan skundaðu oman í konsertsalin, tá Jass- arnir høvdu lagt ljóðførini Jazz, Fólka og Blues Fyrsta kvøldið á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues fesitvalinum bjóðaði áhoyrar- unum eitt sindur av hvørjum og kom runt í øllum av teimum trim- um tónleika- greinunum, ið festivalurin hevur fingið heiti eftir frá sær, og hurðarnar vórðu lætnar upp. Dundurtala frá mentamálaráðharra Eftir at Brandur Øssursson stutt hevði bjóðað vælkom- in á 17. Jazzfestivalin, trein mentamálaráðharrin Tor- bjørn Jacobsen upp at seta festivalin. Hann var væl fyrireikaður og helt fyrst eina røðu á enskum fyri teimum, ið eru komin til Føroya í sambandi við festivalin. Síðan helt hann somu røðu á donskum og bjóðaði fyri aðru ferð tónleikarum og øðrum útlendingum væl- komnum í heimsins nalva, sum Havnin varð kallað. Og so kom tað, sum onk- ur helst eisini hevði væntað. Ein dundurtala um tónleikin og tað frælsisstríð hann hev- ur verið við til at bart. Um tónleikarar, ið máttu doyggja fyri sína søk og so framvegis. Sjáldan man ein setanar- røða á Jazzfestivalinum hava fingið so nógv lív í fólkið og so nógv orð við á vegnum. Tað var fríkst og ikki sørt undirhaldandi at hoyra ein mentamálaráð- harra, ið veruliga hevði nakað upp á hjarta í setanarrøðu síni. Men kanska gjørdi hann í so nógv av. Frískir klaverleikarar Í andsøgn til stóru orðini og hátíðarligu vendingarnar stóðu teir báðir Jóhannes Andreassen og Stamen Stanshev, ið settu seg við hvør sítt flygel at spæla Bach. Teir vóru væl upplagdir og róligir í framførslu síni. Millum hvørt lagið fór Jó- hannes upp til mikrofonina og segði frá um løgini. Einu ferðini segði hann heldur skemtiliga, at nú hevði Johan Sebastian Bach ligið undir grønutorvu í 250 ár, og uttan at vita um hann hevði ligið á somu lið alla hesa tíð, segði Jóhannes seg vænta, at hann í hvussu er fór at venda sær nú. Men tað var nú ikki so galið, at nakar noyddist at venda sær í grøvini. Talan var um tveir framúr klaver- leikarar, ið tordu at sleppa nótunum á gólvið í støðum Karismatiski sangarin Egill Ólafsson fylgdi áhoyrarunum á ferðini hjá Høllu, sum millum annað gekk ígjøgnum barokkin Mynd: Rúnar Reistrup Ivory saman við John Purcell høvdu havt betri av at framført í Klingruni, men megnaðu kortini uppgávuna á stóra pallinum væl Mynd: Rúnar Reistrup og í øðrum spæla beint eftir anda Bachs. Framførslan var fjøl- broytt. Teir løgdu út við at annað klaverið spældi verk av Bach, meðan hitt klaver- ið improviseraði omanyvir. Fluttu seg so yvir í barokk- inspirerað jazzløg og okkurt rættiligt swinglag var eisini ímillum, uttan at Bach hevði nakran fingur við í spælinum. Klaverleikararnir vóru skjótir av pallinum aftur eft- ir ein hálvan tíma ella so, og tá tók Trio 2/Assimila- tion yvir tann næsta hálva tíman við bæði traditionell- um og meira progressivum jazzi. Mundu svølgt kontrabassin Ætlanin var upprunaliga, at føroysku Ivory saman við amerikanska saxofonistin- um John Purcell skuldu spæla í Klingruni eftir tær báðar fyrstu framførslurnar í konserthøllini. Men broyting var komin í skránna, tí limirnir í ís- lendska bólkinum Hallas Travel, ið upprunaliga var settur at spæla í konsert- salinum sum síðsti bólkur á kvøldinum, mundu svølgt ein kontrabass, tá teir sóu, hvussu stóran pall talan var um. Teirra framførsla kravdi tætt samband við áskoðar- an, og tí varð hon flutt í Klingruna og Ivory flutt í konserthøllina sum seinasti bólkur. Ferðin gekk væl Hallas Travel vísti seg at vera positiva ovfaringin hetta fyrsta kvøldið á Jazz- festivalinum. Við tí karismatiska sang- aranum Egill Ólafsson á odda, tók bólkurin, við trimum øðrum sera habilum tónleikarum, áhoyrarnar við á ferðina hjá Høllu ígjøg- num lond og tíð. Egill Ólafsson er bæði operasangari, rocksangari og sjónleikari, og hann hálaði í allar hesar træðrir í framførsluni mikukvøldið. Við sær hevði hann eitt kuffert við alskyns rekvisitt- um til framførsluna. Ferðin hjá Høllu byrjaði í forna Íslandi og flutti seg so víðari til hon einaferð endaði í Kina. Tá gekk sangarin kjøl- beintur runt í Klingruni við kinesarahatti og tveimum etipinnum í hondini. Tón- leikurin, sum varð spældur av einum gittara, einum kontrabassi og einum trummusetti, fekk nú kines- iskan dám. Ferðin hjá Høllu kom eisini framvið baroktíðini, westerntíðini og knappliga stóð Elvis og sang. Næstu løtuna var tað Sinatra, og um ikki hann eisini kom framvið rappinum. Allatíð- ina fylgdi bæði tónleikurin og búnarnir og verumátin hjá sangaranum við tíðini og umhvørvinum. Tað var snøgt sagt stutt- ligt og ovfarandi at síggja, hvussu fáu og einføldu in- strumentini í hondunum á trimum friðarligum tónleik- arum kundu broyta millum so ymiskar tónleikastílar. Halla endaði á Hawaii ella har um leiðir, og tá vórðu áskoðararnir tiknir rættiliga við í leikin, og knappliga bleiv Klingran til eina lítla HulaBula oyggj í norðuratlantshavi. Høvuðsnavnið Ivory var helst navnið, sum tryggjaði at Norðurlanda- húsið var fullsett miku- kvøldið. Bólkurin hevur í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur. Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsert- salinum. Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsl- una intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi. Ivory í skeivum umhvørvi Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsl- una á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøð- an, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin. Ein stórur, høgur og upp- lýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir fram- førsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum. Tónleikurin var sera góð- ur, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rætti- liga nógvar streingir innan í áhoyrarunum. Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av fram- førsluni. Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr. Finnur Jensen, saxofonleikari við »Jassunum« reisti seg upp og sang ein bluesara Mynd: Álvur Haraldsen RÚNAR REISTRUP Í kvøld letur Jazz, Fólka og Blues festivalurin seg í føroyskan búna tá fimm nøvn fara á pall, harav fýra teirra eru føroysk. Einasta útlendska inn- slagið í kvøld verður norska trioin Square One Blues Trio. Føroysku nøvnini í Norðurlandahúsinum í kvøld vera Jassarnir, Green Gate, Páll finnur Páll og Lost Pilgrims, ið má kallast í minsta lagi hálvføroyskur við tað at Jørgen Dahl er oddamaður í hesum bólki. Tað eru ellivu ár liðin síð- an frontmaðurin í Straight Ahead seinast hevur sungið ein tóna á palli í Føroyum. Í kvøld er bólkurin Lost Pilgrims seinastur á palli. Green Gate við einum góðum parti av fyrrver- andi manningini í Plüm og danska saxofonleikar- anum Holger Laumann, fer á pall í konserthøllini klokkan átta í kvøld. Føroyakvøld á Jazzfestivalinum OFFSHORE NORTHERN SEAS 2000 Á olju- ráðstevnu Mánakvøld 21. august kl. 17.30 Vágar - Stavanger Týsmorgun 22. august kl. 07.00 Vágar - Stavanger Hósmorgun 24. august kl. 10.00 Stavanger - Vágar Fríggjakvøld 25. august kl. 20.30 Stavanger - Vágar Gist verður á "Barakkerne", á rúmi við baði/toiletti. "Barakkerne" liggur 6 min frá sentrum og 5 min frá messu- sentrinum. Bussur koyrir hvønn morgun og seinnapart til og frá ráðstevnuni. Kostnaður fyri gisting, flogferð og ferðagjald: 2 2 . a u g u s t k l . 14 . 0 0 t i l 2 5 . a u g u s t k l . 12 . 0 0 OFFSHORE NORTHERN SEAS í Stavanger Um tygum ynskja at vera við, so setið tygum í samband við okkum: e-mail travel@ff.fo • tlf 340 000 • fax 340 011 Aðrir upplýsingar um ráðstevnuna eru at síggja á www.ons.no Í sambandi við oljuráðstevnuna bjóðar Flogfelag Føroya hesar túrar: p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 2 nætur kr. 5.450 3 nætur kr. 6.325 4 nætur kr. 7.200 Nøkur fá pláss eru eftir FLOGFELAG FØROYA Áarvegur 6 • P.O. Box 3225 • FO-110 Tórshavn • Faroe Islands