fríggjadagur 28. januar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 19 - 28. januar 2005
29
KROSSORÐ
Helena Dam Poulsen
Jóansgøta 1, 188 Hoyvík
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
403
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø
Rura - Þóra Þóroddsdóttir
Havið - Bogi Hansen
Íslandsklokkan - Halldór Laxness
Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: BUENOS AIRES
Fólkaflokkurin hevur
nú boðað frá, hvørji
verða valevni floksins
til fólkatingsvalið.
Hjørdis Viberg av
Toftum er nýggja
navnið á listanum
UPPSTILLING
Jákup Mørk
Tað verða ikki óvæntað
Anfinn Kallsberg og Óli
Breckman,
sum
verða
frontifigurarnir, nú Fólka-
flokkurin hevur gjørt seg út
til valstríðið.
Mikudagin
seinnapart
boðaði flokkurin frá, hvørj-
ar persónar tey hava sett á
valevnislistan, og lítið er at
ivast í, at hetta tykist vera
ein sterkur listi.
Millum tey 21 nøvnini
finnast millum annað saml-
aða ting- og landsstýris-
manning floksins, og hartil
er talan eisini um onnur
valevni, sum vanliga fáa
sínar føstu atkvøður. Eitt
nú Bjarti Mohr, Ingi Olsen
og Annika Olsen.
Tað er tó framvegis lítið
at ivast í, at tað fyrst og
fremst eru Anfinn Kalls-
berg og Óli Breckman, sum
skulu toga tyngsta lessið.
Flokkurin misti á seinasta
fólkatingsvalið sín sess,
eftir at Óli Breckmann
hevði røkt sessin í drúgt
áramál, og nú er málið so at
vinna hendan aftur.
Fólkaflokslistin til valið
er hesin:
Breckmann, Óli,
løgtingsmaður, Tórshavn
Bærendsen, Bergur, stjóri,
Øravíkarlíð
Djurholm, Bjarni, lands-
stýrismaður, Hoyvík
Garði, Tummas í, yvir-
lækni/læknastjóri, Tórs-
havn
Jensen, Hanna, móður-
málslærari, Norðragøta
Joensen, Kjartan I., løg-
tingsmaður, Leirvík
Kallsberg, Anfinn, løg-
tingsmaður, Viðareiði
Keldu, Jógvan við, lands-
stýrismaður, Klaksvík
Klementsen, Poul, bóndi,
Sandur
Lakjuni, Jógvan á, lands-
stýrismaður, Fuglafjørður
Michelsen, Poul, løgtings-
maður, Tórshavn
Mikkelsen, Jákup, løg-
tingsmaður, Klaksvík
Mohr, Bjarti, vinnulívs-
maður, Tórshavn
Niclasen, Jørgen, løgtings-
maður, Sørvágur
Nolsøe, Óli, sjómaður,
Dalur
Olsen, Annika, handils-
skúlalærari, Tórshavn
Olsen, Ingi, bankamaður,
Vestmanna
Sivertsen, Rúna, blaðfólk,
Streymnes
Vestergaard, Jacob, løg-
reglumaður, Akrar
Viberg, Hjørdis, post-
kontrollør ,Toftir
Zachariassen, Heðin,
løgtingsmaður, Streymnes
Nýggj kvinna á
fólkaflokslistanum
Hjørdis Viberg av
Toftum er nýggj á
listanum hjá
Fólkaflokkinum, sum
annars telir hópin av
kendum nøvnum innan
føroyskan politikk
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið