fríggjadagur 28. januar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 19 - 28. januar 2005
Nicolas Cage er í leiklut-
inum sum eingilin Seth.
Hann starvast í býnum Los
Angeles, her hittir hann
læknan Maggie Rice (Meg
Ryan). Hon er í eini sera
truplari støðu, tí hon júst
hevur mist ein av sínum
sjúklingum. Ein sálarlig
kreppa er við at taka seg
upp í sinni hennara. Eing-
ilin roynir at stuðla henni
alt tað hann kann, men
hetta er als ikki ein løtt
uppgáva. Og sum tíðin
gongur fær eingilin Seth
gott eyga á henni. Og
kenslurnar taka dik á seg,
og eingilin byrjar at ynskja
sær, at hann var sjónligur
og menniskja. Brádliga fær
hann eyga á møguleikan -
hann kann býta veingirnar
um við eitt lív á jørð, sam-
an við Maggie...
City of Angels
Romantiskur drama-
filmur frá 1998
Við: Meg Ryan,
Nicolas Cage, Andre
Braugher, Dennis
Franz
Vit eru í Prag undir tí so-
kallaðu floyalskollvelting-
ini. 55 ára gamli orkestur-
tónleikarin,
Frantisek
Louka, hevur mist sítt góða
starv í statsliga symfoni-
orkestrinum. Orsøkin til
uppsøgnina er at hann
hevur skrivað eitt alment
skriv, ið finst at stýrinum.
Hann roynir nú at vinna sær
pening við at undirvísa
privat og eisini spælir hann
til jarðarferðir. Louka hev-
ur brúk fyri einum bili, so
hann sær møguleikan í at
tjena sær nakrar pengar við
at gifta seg við eini russisk-
ari ungari kvinnu, ið roynir
at fáa uppihaldsloyvi. Hetta
fær eitt sindur óhepnar
fylgjur, tí unga kvinnan fer
beinanvegin úr landinum til
sjeikin hjá sær í Vesturtýsk-
landi. Men fimm ára gamla
sonur hennara, Kolya, er
eftir hjá Louka. Tann 55 ára
gamli er ikki so vanur við at
búgva saman við øðrum
fólki, og so yvirhøvur ikki
at taka sær av einum fimm
ára gomlum óvita. Men
kortini koma teir báðir at
kennast og eitt rættiligt
vinalag spyrst burturúr
Kolya
Kekkiskur drama/skemtifilmur frá 1996
Høvuðspersónarnir báðir í filminum - fimm ára gamli Kolya
og tann 55 ára gamli Louka
Læknin Maggie Rice hevur brúk fyri
einum verndareingli
Eingilin Seth (Nicholas
Cage) fær gott eyga á Maggie
Rice (Meg Ryan) í City of
Angels
Kanal 5 sunnukvøldið kl. 22.25
TV3 mikukvøldið kl. 20.00