Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 20 - 29. januar 2005 Nú byrjar dysturin um starvslønirnar Neyðug nýtsla skapar framgongd Mentanargrunnur Landsins vil nú hava umsóknir frá føroy- ingum, sum vilja gera mentanarligt arbeiði fyri almenna starvs- løn. Tað er sera trup- ult at velja millum tær mongu umsókn- irnar, sigur formað- urin fyri grunnin STARVSLØNIR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er rættiligur gravgang- ur eftir at fáa starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, og nú byrjar kapprenningin um pengarnar aftur. Á hvørjum ári letur grunnurin starvslønir til føroyingar, sum gera ment- anarlig arbeiði av ymsum slagi, og nú nærkast freistin fyri at lata umsóknir til hendan stuðul. – Vanliga er áhugin fyri hesum starvslønum sera stórur, og bara ein partur av teimum, sum søkja, kunnu fáa starvløn. Tað er vanligt, at tað koma yvir 100 um- sóknir, og bara einar 15 ella 20 fáa starvsløn, sigur Rói Patursson, sum er formaður fyri Mentanargrunn Lands- ins. Trupult at velja Í lýsingum í bløðunum nú um dagarnar boðar Ment- anargrunnurin frá, at í seinasta lagi 11. februar skal grunnurin hava fingið umsóknirnar frá fólki, sum vilja sleppa upp í part. – Nevndin fyri grunnin skal taka støðu til, hvørjar av teimum mongu umsókn- unum skulu fáa pengar, og tað royna vit at gera so gott sum vit kunnu út frá krøvu- num í lógunum, men tað er sera trupult, sigur Rói Patursson. Tað koma nógvar góðar og fjølbroyttar umsóknir, og tí er tað ein næstan vón- leys uppgáva hjá nevndini at taka dagar, hvat hevur betur uppiborið almennan stuðul enn annað. – Játtanin hjá okkum í ár er 300.000 krónur minni enn undanfarin ár, og tí verður eisini minni at lata til starvslønir hesaferð. Mentanargrunnur Lands- ins kann lata upp í helvtina av sínari játtan til starvsløn- ir, og seinni árini hevur grunnurin havt tann polit- ikk, at so nógv sum gjørligt skal latast sum starvsløn. Upp í trý ár Endamálið við starvslønun- um er stuðla arbeiði, sum verður gjørt fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vís- und og annað – og tað er hjá bæði leikum og lærd- um, sum tikið verður til. Mentanargrunnurin letur eina starvsløn, sum er gald- andi fyri trý ár, og síðani styttri starvslønir, sum kunnu verða alt frá einum mánaði til eitt ár. Vanliga verða nógvar av teimum minni starvslønunum lætn- ar hvørt ár. Lønin til tey, sum fáa starvsløn, svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á fyrsta stigi. Tað vil siga, at fólk fáa 21.335,70 krón- ur um mánaðin fyri at ar- beiða við mentanarligum tilfari ella líknandi. – Raksturin hjá Klaksvíkar kommunu er nógv øktur síðstu árini, men afturfyri fáa borgararnir nóg- var nýggjar ella bøttar tænastur á ymsum økjum, sigur borgar- stjórin í Klaksvík POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Klaksvík: Tað er ikki av ongum, at útreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru nógv vaksnar síðstu fýra árini. Tað er boðskapurin hjá borgarstjóranum, Stein- bjørn O. Jacobsen, sum í eini grein í Norðlýsinum fríggjadagin greiðir frá, hvat tær øktu rakstrarút- reiðslurnar eru brúktar til. Varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen hevur sagt, at útreiðslurnar hjá Klaksvík- ar kommunu mugu tálmast, annars verður endin galin, og hann hevur víst á, at rakstrarútreiðslurnar vuksu úr 43 milliónum og upp í slakar 74 milliónir eftir fýra árum. – Økti raksturin hevur sína greiðu orsøk, sigur Steinbjørn Jacobsen í sín- um innleggi til kjakið. Fólk fáa nakað fyri pengarnar Borgarstjórin í Klaksvík vísir á nøkur øki, har und- anfarni meirilutin setti sær nøkur mál og gjøgnumførdi tey. – Tað sigur seg sjálvt, at tað kostar at geva borgarun- um nakrar nýggjar tænast- ur, og so vaksa upphædd- irnar á útreiðslusíðuni hjá kommununi. Men latið okkum í hesum sambandi ikki gloyma, at fólk hava fingið og framvegis fáa nakrar nýggjar ella bøttar tænastur fyri hesar øktu út- reiðslur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Borgarstjórin nevnir út- byggingar í barnaansingini, vatnveitingini, renovatión, , skúlunum og annað, sum rakstrarpengar eru brúktir til seinastu fýra árini. Næst- an helmingurin av vøkstrin- um í rakstrarútreiðslunum eru til barnaansingina í kommununi, sum hevur verið raðfest høgt, og sum eisini nýggi meirilutin vil hava ovarliga á sínum lista. – Sjálvandi skal eg ikki avvísa, at kommunan kann spara í rakstrinum, men eg vil samstundis peika á, at hetta í flestu førum vil merkja eina lækking í tæn- astustøðinum, og viðgerðin av slíkum sparingum eigur so undir ongum umstøðum at byrja í fjølmiðlunum, sigur Steinbjørn O. Jacob- sen og sipar helst til nýggja varaborgarstjóran hjá sær, sum hevur tosað um at tálma raksturin. Alfred & co í serflokki Tinglimirnir úr Eysturoynni møta best upp í løgtingin- um, meðan sandoy- ingar og suðuroying- ar eru mest burturi UPPMØTING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Við Alfred Olsen sum flaggberara ganga ting- menninir í Eysturoynni undan í uppmøtingini í løgtinginum. Í miðal er hvørt umboð haðani burt- uri frá 1,1 løgtingsfundi. Sosialurin førdi í gjár protokoll í løgtinginum fyri seinna hálvár í fjør, og uppgerðin, sum er grund- að á gerðabókina hjá løg- tinginum, vísir, at tað eru ymiskt, hvussu tingmenn- inir úr teimum ymsu val- økjunum skulka í miðal. Tey sjey umboðini úr Eysturoynni førsømdu bara ein tingfund í miðal síðsta hálva ári. Í hinum endanum eru sandoyingar og suðuroy- ingar. Tað er viðbrekið at rokna miðaltal í teimum smáu valøkjunum, tí tey hava bara tvey umboð, men skal miðaltal roknast í Sandoynni, forsømdu tey bæði umboðini í mið- al 6 fundir síðsta hálvár. Hjá suðuroyingum var miðaltalið 5,25 fundir. Løgtingsfólkini í Vágum og Norðstreymoy kunnu koyra til høvuðstaðin, men forsøma tó meira enn eysturoyingar. Tingmenn- inir úr Vágum skulkaðu í miðal 4 fundir síðsta hálv- ár, og tey trý úr Norð- streymoy 3 fundir. Í hølunum á eysturoy- ingum, sum hava staðfest sína skikkiligu støðu í løgtinginum, koma norð- oyartingmenninir og tey úr høvuðsstaðnum. Tað er merkisvert, at norðoyingar, sum bæði skulu sigla og koyra fyri at koma til arbeiðis, møta betur upp enn tingfólkini, sum búgva í høvuðsstaðn- um. Miðaltøl Miðaltalið fyri skulking í tinginum niðanfyri er roknað sum fráverudagar fyri hvørt løgtingsumboð. Fráveran er fyri seinna hálvár í 2004: Sandoy: 6 fundir pr. tingfólk Suðuroy: 5,25 Vágar: 4 Norðstreymoy: 3 Suðurstreymoy: 2,8 Norðoyggjar: 2,5 Eysturoy: 1,1 – Nevndin fyri Mentanar- grunnin skal taka støðu til, hvørjar av teimum mongu umsóknunum skulu fáa pengar, og tað royna vit at gera so gott sum vit kunnu út frá krøvunum í lógunum, men tað er sera trupult, sigur Rói Patursson, formaður í Mentanargrunni Landsins – Fólk hava fingið og fáa framvegis nakrar nýggjar ella bøttar tænastur fyri øktu útreiðslur hjá kommununi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, um stóra vøksturin í rakstrinum seinnu árini