leygardagur 29. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tjóðveldisflokkurin
profileraði seg sum
fyrsti føroyski flokk-
urin, sum veruliga
hevur megnað at sett
Føroyar á dags-
skránna á Christians-
borg, tá valskrá flok-
sins varð framløgd á
tíðindafundi á Hotel
Føroyum fríggja-
morgunin
FÓLKATINGSVAL
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
- Vilt tú hava ein arbeiðs-
saman flokk á fólkatingi,
vel so Tjóðveldisflokkin.
Hetta tyktist vera høv-
uðsboðskapur floksins, tá
valskrá floksins Fríggja-
morgunin varð løgd fram á
tíðindafundi á Hotel Før-
oyum. Meirilutin av val-
evnunum vórðu savnað, og
formaður floksins, Høgni
Hoydal, legði fyri við eini
framløgu við slagorðun-
um"Vel so tað munar".
Gomul slagorð
Og tað vóru sum væntað
gomlu slagorð floksins,
sum gingu aftur á tíðinda-
fundinum. Føroyskt full-
veldi, tjóðskaparlig viður-
kenning og avgerðarrættur
føroyinga eyðkendu fram-
løguna hjá Høgna, og við-
víkjandi yvirornaðu spurn-
ingunum var sjálvsagt lítið
nýtt at frætta.
Men umframt at tosa á
yvirornaðum støði kastaði
Høgni eisini ljós á einstøk
aktuell mál, sum flokkurin
vil berjast fyri. Í hesum
sambandi nevndi formað-
urin uppskotið um uttan-
ríkispolitiskar
heimildir,
spurningin um yvirtøkur,
formligan ognarrætt til
undirgrundina og limaskap
í Norðurlandaráðnum. Og
so kom hann eisini inn av-
leiðingarnar av eini ES-
grundlóg.
- Vit vilja virka fyri, at vit
fáa møguleikan at yvirtaka
tey mál, danir lata til ES í
kjalarvørrinum
av
ES-
grundlógini, og vit hava
biðið serfrøðing kannað,
hvørji okkara rættindi eru,
um Danmark gerst partur
av ES-grundlógini, siteraði
Høgni úr valskrá floksins.
Virksemi á
Christiansborg
Tjóðveldisflokkurin hevur
greitt
valt
primert
at
marknaðarføra seg sum
fyrsti føroyski flokkurin,
sum veruliga hevur megnað
at sett Føroyar á dags-
skránna á Christiansborg,
og í hesum sambandi verð-
ur víst til tølini á fyri-
spurningum reistar á fólka-
tingi.
- Frá 1998 til 2005 reistu
ABC-flokkarnir tilsamans
15 mál á fólkatingi. Farnu
trý árini hevur Tjóðveldis-
flokkurin einsamallur reist
yvir 60 mál, og vit ætla
framhaldandi at vera líka
virkin, stendur at lesa í
valskrá floksins. Umframt
hetta leggur flokkurin stór-
an dent á tey tiltøk, Norður-
atlantsbólkurin hevur sam-
skipað, og flokkurin sigur
seg vera trygd fyri upp-
lýsing um Føroyar í Dan-
mark.
Júst hetta fer helst at vera
eitt sentralt vápn í valstríði
teirra. Virksemi floksins á
Christiansborg
seinastu
fýra árini hevur av og á vakt
øsing bæði í Føroyum og
Danmark, ikki minst eftir
ráðstevnuna "Høvdið á
blokkin".
Og meðan tað hjá hinum
flokkunum fer at snúgva
seg um at gagnnýta henda
møguleikan og framseta
flokkin sum ov konfronta-
tiónssøkjandi við ov nógv-
um orrustum og hørðum
samanbrestum uttan úrslit
og loysnir, er uppgáva
Tjóðveldisfloksins at sann-
føra veljaran um, at talan
hevur verið um reina luft og
gott samstarv. Møguliga
eitt sentralt aspekt í val-
stríðnum.
Flokkurin legði eisini
dent á, at eftirlíkan av egn-
um krøvum veður altav-
gerandi viðvíkjandi stuðuli
til danskar politikarar.
- Tað er líkamikið fyri
okkum, um Fogh ella
Lykketoft fer avstað við
sigrinum. Vit stuðla teim-
um, sum eftirlíka okkara
krøvum, var greiði boð-
skapurin á Hotel Føroyum.
Tobbi
Á tíðindafundinum varð
spurningurin um Torbjørn
Jacobsen eisini uppi at
venda. Á eykaflokstingi í
desember vórðu útihýs-
ingarregla og sanktiónir
mótvegis Tobba samtyktar,
men í dag er Torbjørn Ja-
cobsen á sama lista sum
mong av teimum, ið hava
skrivað undir áðurevndu
samtyktir. Sjónliga valevni
Sjúrður Skaale, sum hevur
lagt hart út í valstríðnum,
hevur víst á í lesarabrævi,
at flokkurin hevur boygt
nøkur prinsippir, meðan
onnur meta framferðarhátt
floksins verða eina andsøgn
úr enda í annan. Spurdur,
um flokkurin ikki hevur ein
forkláringstrupulleika,
segði Høgni Hoydal so-
leiðis:
- Nú er valstríð, og tí
hava vit brúk fyri øllum
góður kreftum. Vit vilja
savna í staðin fyri at spjaða
flokkin, vit vilja leggja øll
stríð og allar ósemjur aftur
um okkum, og onnur viður-
skifti skulu ikki sleppa at
oyðileggja
yvirornaða
endamálið.
Torbjørn Jacobsen tykist
einfalt hava verið ov týdn-
ingarmikil fyri flokkin til,
at hann kann útihýsast beint
undan einum vali, og tí
hava álop hansara á for-
mannin ikki fingið tær
avleiðingar, sum vórðu
sannlíkar í desember. Ein
spurningur um antin tak-
tikk ella prinsippir, og
Tjóðveldisflokkurin tykist í
hesum føri hava valt...
Nr. 20 - 29. januar 2005
7
Valevni
Tjóðveldis-
floksins
Annita á Fríðriksmørk
Dánial Jákup Jakobsen
Heidi Petersen
Heini O. Heinesen
Hergeir Nielsen
Høgni Hoydal
Jóannes Eliasen
Jón Guttesen
Karsten Hansen
Kristbjørg Toftegaard
Kristina Háfoss
Maria Jacobsen
Martin Dam
Meiken Krabenhoft
Niklái Petersen
Rubek Lillaa
Signy Hansen
Sjúrður Skaale
Sunniva Kollslíð
Tórbjørn Jacobsen
Tórhallur Áslaksson
Sitat á tíðindafundinum:
Í einum bólki verður nógv meiri peningur veittur til
virksemi samanborið við, um tú situr einsamallur á
fólkatingi, og tí gevur Norðuratlantsbólkurin nógvar
møguleikar, sum annars ikki høvdu verið gjørligir at
gagnnýta.
Niklái Petersen um Norðuratlantsbólkin
Eg havi arbeitt fulla tíð fýra ár á Christiansborg og
meti meg vera egnaðan til fólkatingssessin, men eg
stilli upp fyri at vinna flokkinum atkvøður og ikki
fyri at syfta formannin
Sjúrður Skaale um persónligu aktivismuna
Fleiri positiv átøk eru gjørd, og bólkurin hevur m.a.
verið í ST og framt slóðbrótandi arbeiði, men av
mótstøðumonnum verður alt lagt undir at vera
rumbul og øsing. Tað er langt frá sannleikanum
Karsten Hansen um virksemi
Norðuratlantsbólksins
Talan er um eina kombinatión av fyrispurningum á
fólkatingi og lobby-arbeiði á gongunum á Christ-
iansborg. Bæði økini skulu sjálvsagt røkjast
Annita á Fríðriksmørk um mongu
føroysku fyrispurningarnar
Føroyar í fokus á fólkatingi
- Nú er valstríð, og tí hava vit brúk fyri øllum góður kreftum. Vit vilja savna í staðin fyri at spjaða flokkin, vit vilja leggja øll
stríð og allar ósemjur aftur um okkum, og onnur viðurskifti skulu ikki sleppa at oyðileggja yvirornaða endamálið, var aftursvari
hjá Høgna Hoydal í sambandi við "tobbamálið", tá valskrá floksins varð løgd fram
Mynd: Jens Kristian Vang