Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Breiðar semjur, hóv- ligur sjálvstýrispoli- tikkur og realpolit- iskur framferðar- háttur. Hetta eyð- kendi valskrá Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið, sum á tíðindafundi hós- dagin varð løgd fram FÓLKATINGSVAL Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Við slagorðunum "vit mynda nýggju Føroyar" setti Javnaðarflokkurin hol á fólkatingsvaldystin. Flestu valevnini sótu til borðs niðri í Losjuni í Havn, og tað trýtur ikki við profilum á listanum. Sjálvstýrið Heilt náttúrligt snýr fólka- tingsvaldysturin seg í stór- an mun um ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark, og tíðindafund- urin hósdagin var einki undantak. Í síni framløgu setti løg- maður og floksformaður Jóannes Eidesgaard hol á framstigini á sjálvstýris- leið, sum henda samgongan hevur slóðað fyri, og hann legði dent á, at tað, sum fullveldissamgongan frá 1998-2004 ikki megnaði á ríkisrættarliga økinum, hevur Javnaðarflokkurin megnað nú. - Lopini eru møguliga ikki so stór, men tey eru nógv og smá, segði løg- maður og legði afturat, at við einum semjusøkjandi og realpolitiskum fram- ferðarhátti verða nógv úr- slit og nógvar semjur nádd- ar í mun til konfronterandi fullveldispolitikkin. Hann sipaði m.a. til samráðingar- nar um uttanríkispolitiskar heimildi, sum onnur hava skírt fyri eitt stórt afturstig, stjórnarlógina og samtykt- ina um verju- og trygdar- politikk, sum hann metti vera eitt markant uttanríkis- politiskt frambrot fyri Før- oyar. Síðani fór løgmaður at tosa um sjálvan ríkisfelags- skapin, og aftur varð orða- lagi merkt av pragmatisk- um politikki og millum- loysnum. - Tað snýr seg ikki um loysing ella samband, tað snýr seg um at bera semj- una landanna millum víðari og koma til nýggj úrslit, segði løgmaður. Altjóða luttøka Hóast sjálvstýrismálið var tað berandi á tíðindafund- inum, tók løgmaður eisini upp møguleikar fyri lima- skapi í Norðurlandaráðnum og einum tættari ES-sam- starvi, hóast hetta ikki nýtist at merkja beinleiðis limaskap. - Okkara oyggjar liggja isoleraðar í Norðuratlants- havi, og tí er tað týdningar- mikið, at vit lata okkum upp í staðin fyri at grava okkum niður og isolera okkum sum tjóð. Vit verða noydd at taka lut í altjóða samstarvi, t.d. við ES- avtalum á handilsøkinum, hóast hetta als ikki merkir limaskapur. Hann sipaði t.d. til Áland, sum uttan limaskap hevur fingið avtalur í lag við ES, og so sipaði hann til grann- an Ísland, sum orsakað av opinleika og virknari al- tjóða luttøku fýkur framvið oyrunum á okkum. Samstarv á Christiansborg Aftaná hugleiðingar um uttanríkispolitisku støðuna fór Jóannes yvir til ítøkiliga virksemi á Christiansborg. Floksformaðurin legði dent á, at flokkurin stuðlar hug- skotinum um ein Norðurat- lantsbólk, hóast innihalds- liga samstarvið við grøn- lendingar helst verður justerað, men hann legði samstundis dent á, at eitt javnaðarumboð á Christ- iansborg ikki fer at alliera seg við nakran einstakan flokk. - Eg havi fyrr verið leys- gangari á fólkatingi, og vit meta tað vera ein fyrimunur ikki at binda seg til ein ein- stakan flokk. Heldur vilja vit varðveita frælsi og rása- rúm uttan nakrar bindingar og avmarkingar, segði Jóannes. Løgmaður gjørdi greitt, at tað avgerandi er, hvat hvør danskur politikari hevur at bjóða føroyingum. Hóvligi flokkurin Sum flest allar aðrar val- skráir og valagitatión var tíðindafundurin sjálvsagt eisini merktur av banalum valretorikki við slagorðum um menning, loysnir, úrslit, framburð og nýhugsan, sum onkursvegna hoyrir við til eitt valstríð, hóst eitt og hvørt hugsandi menn- iskja kann taka undir við hesum uttan mun til polit- iska sannføring. Men taktikkurin til kom- andi val er ikki at fara skeivur av. Javnaðarflokk- urin marknaðarførir og pro- filerar seg sum ein semju- søkjandi, kompromiskend- an og realpolitiskan flokk, og konseptið er heilt greitt at sementera eitt hóvligt "image" í sjálvstýrispolit- iskum høpi, nú valdysturin um heitu fólkatingssessir- nar á Christiansborg í í stór- an mun fer at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. 8 Nr. 20 - 29. januar 2005 Listin hjá Javnaðarflokkinum Andrias Petersen, Gøta Sylverius Jacobsen, Skáli Sigfríður Abrahamsen, Fuglafjørður Sunnleivur Højgaard, Runavík Randi í Jógvansstovu, Leirvík Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík Vilhelm Johannesen, Klaksvík Hans Pauli Strøm, Vestmanna Soffi Egholm, Leynar Thomas Arabo, Signabøur Napoleon Magnussen, Miðvágur Birgir Hansen, Sørvágur Kristian Magnussen, Tórshavn John Johannessen, Tórshavn Katrin Dahl Jakobsen, Tórshavn Helena D. á Neystabø, Tórshavn Bjørg Joensen, Tórshavn Rigmor Dam, Tórshavn Elin Heðinsdóttir Joensen, Tórshavn Gerhard Lognberg, Skopun Jákup Birgir Mohr, Sandur Jóannes Eidesgaard, Tvøroyri Jónhild A. Nielsen, Tvøroyri Henrik Old, Vágur Mikkjal Sørensen, Porkeri Sitat frá tíðindafundinum Vit vilja gera upp við bundna, svart-hvíta "samband- loysing hugsunarháttin", sum hevur lyndi til at køva alt annað. Katrin Dahl Jacobsen um fullveldisspurningin - Fyri okkum er spurningurin um ríkisfelagsskapin eitt amboð og ikki eitt mál í sær sjálvum. Kristian Magnussen um ríkisfelagsskapin - Óli Breckmann fer spadserandi beinleiðis inn í tingbólkinum hjá teimum konservativu, og Kaj Leo Johannesen fer beinleiðis inn í samstarv við Venstre. Vit ætla harafturímóti at hava allar møguleikar opnar. Jóannes Eidesgaard um samstarvsmøguleikar á Christiansborg - Eg veit júst, hvussu tit journalistar hava tað. Okkara boðskapur tykist ullintur og óítøkiligur, og tit mangla eina góða yvirskrift. Men javnaðarpoli- tikkur snýr seg júst um at finna semjur fram um harðar konfrontatiónir. John Johannesen um javnaðarpolitikk Vit mangla gamla og samstarvssinnaða politiska vinalagi millum tjóðirnar Rigmor Dam um ríkisfelagsskapin Undir samráðingunum í 2000 við donsku stjórnina upplivdi eg, at talan gjørdist ov nógv um konfronta- tiónir og ov lítið um úrslit. Eg havi ikki flutt meg, men eg gjørdist klókari av samráðingunum, og eg og flokkurin draga somu línu í sjálvstýrismálinum Helena Dam á Neystabø um hennara fortíð í fullveldisstjórnini Hóvligi og semjusøkjandi flokkurin - Lopini á sjálvstýrisleið eru møguliga ikki so stór, men tey eru nógv og smá, og við einum semjusøkjandi og realpolitiskum framferðarhátti verða nógv úrslit og nógvar semjur náddar í mun til konfronterandi fullveldispolitikkin, segði løgmaður, tá valskrá Javnaðarfloksins varð løgd fram Mynd: Jens Kristian Vang