leygardagur 29. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2005
9
– Nú skal vera liðugt
við at kríggjast á
fólkatingi. Tíðin er nú
komin til samstarv
heldur enn stríð og
profileringar av
persónum. Nú skulu
vit senda borgarligar
diplomatar avstað, og
teir eiga vit í okkara
flokki, sigur fólka-
flokkurin, sum í
góðum treysti fer
undir valstríðið
FÓLKATINGSVAL ’05
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin er búgvin
til enn eitt valstríð og hevur
gjørt sína skrá klára, sum
kempast skal fyri fram til
valið 8. februar.
Valskráin
ber
heitið
»Ávøkstur og úrslit«, har
ein í trimum punktum hev-
ur savnað saman tey polit-
isku høvuðspunktini. Tey
trý punktini eru: Betri upp-
lýsing á fólkatingi, avgerðir
av fólkatingi og í Tinganesi
og at vit fáa ein landsstýr-
ismann í uttanríkismálum.
Fyrrapartin í gjár varð
valskráin løgd fram av ting-
monnum og landsstýris-
monnum floksins, har eis-
ini onnur valevni vóru til
staðar. Men bara menn!
Tað kundi kortini undra,
at einki konufólk var mill-
um valevnini, ið høvdu orð-
ið undir framløguni. Hetta
kundi verið eitt frálíkt høvi
at víst teirra andlit.
– Nei, vit hava einki
konufólk við í dag, tíverri.
Onkur teirra undirvísir og
onkur er til arbeiðis og
onkur er farin uttanlanda.
Tær kundu snøgt sagt ikki
vera við í dag, tí tær eru til
arbeiðis!!
Royndirnar telja
Fyri fólkaflokkin er valið 8.
februar ein stór avbjóðing –
og kanska eisini eitt lagnu-
val. Við valið í 2001 misti
flokkurin sítt umboð, ið teir
høvdu havt í samfull 17 ár.
Tá vantaðu umleið 700 at-
kvøður í at fáa mannin, og
tí skal eitt stórt arbeiði ger-
ast fyri at fáa hann valdan
hesaferð.
Hóast lopið upp til næsta
flokk tá var stórt, so hevur
hetta als ikki tikið mótið frá
flokkinum. Teir fara at ar-
beiða sum úlvur á skóg fyri
at fáa annað umboðið í
fólkatingið, hóast teir vita,
at kappingin við hinar
tríggjar stóru flokkarnar
verður hørð.
Fyri at sannføra veljar-
arnar um at teir skulu velja
fólkaflokkin, fer flokkurin í
valstríðnum at vísa á tær
royndirnar – og ikki minst
tey úrslitini – sum vunnin
vóru, tá Óli Breckman sat á
fólkatingi.
– Hesi 17 árini á fólka-
tingi havi eg sæð og roynt,
hvussu týdningarmikið tað
er tá samstarvið virkar
millum tveir partar. Og
okkara uppgáva fer tí at
framhaldandi at vera hon,
at fara inn í eitt konstruktivt
samstarv við stjórnina og
stjórnarflokkarnar. At kegl-
ast, soleiðis sum ein hevur
upplivað tað so ofta í sein-
astuni, tað byggir so einki
upp.
– Okkara vón er, at tann
borgarliga stjórnin kann
halda fram eftir valið, og at
vit fáa annað umboðið. Eg
vóni ikki, at føroyingar fara
at velja tvey sosialistisk
umboð á fólkating. Vit
vita, at helmingurin av
Føroya fólki eru borgarligt
sinnaði, og tí eigur annað
umboðið heilt natúrliga at
koma úr fólkaflokkinum,
segði Óli Breckman.
Kunning og kunning
Jørgin Niclasen, ið førdi
orðið undir framløguni,
vísti á tey 11 punktini í val-
skránni. Her verður m.a.
lagdur dentur á at fáa yvir-
tøkulógina samtykta og at
vit fáa størri sjálvræði í
uttanríkismálum og tá tað
snýr seg um verjumál.
Somuleiðis ynskir flokk-
urin, at avtalan um flog-
vøllin skal fáast uppá pláss
og at yvirtøkur verða
framdar av fólkakirkju,
loftferðslumyndugleikum
og annað, sum skrivað
stendur í samgonguskjalin-
um.
Fleiri av hesum málunum
eru kend frá øðrum valum,
men tað var tó eitt mál, sum
fekk serliga umrøðu undir
framløguni: At fáa settan
ein landsstýrismann í uttan-
ríkismálum.
– Tíðin er farin frá, at vit
bara hugsa um okkara egna
land. Vit eru eisini vorðin
partur av globaliseringini,
og tí er neyðugt at vit ikki
steingja okkum inni, men
venda eygunum longur út
enn áður.
– Her kundi ein lands-
stýrismaður í uttanríkis-
málum fingið samband við
onnur lond úti í heimi, og
soleiðis røkt okkara áhuga-
mál kring allan heimin. Við
einum slíkum kundu vit
fingið sambond við út-
heiminum,
bæði
innan
vinnulív, handilsskap og
mentan, segði Jørgin Nicla-
sen.
Júst hetta við kunningini
er eitt mál, sum upptekur
fólkaflokkin nógv. Serliga á
fólkatingi er neyðugt at
kunna um okkara serstøku
viðurskifti. Tí ynskir flokk-
urin at alt stríð og keglið
hetta seinasta valskeiðið
má enda, og heldur verða
avloyst av kunning og sam-
starvi millum føroyingar og
danir.
– Og júst her kundi ein
landsstýrismaður í uttanrík-
ismálum fingið ein sera
týðandi leiklut, segði hann.
Hesum var Óli Breckman
púra samdur í, tí hann
dugdi væl at síggja, at
kunnleikin um Føroyar var
alt ov lítil millum danskar
politikkarar. Teir mugu eis-
ini fáa at vita, at føroyingar
ikki bara eru ein savnaður
av misnøgdum og undir-
brotligum fólki, men at her
býr raskt fólk sum ynskir
eitt fruktagott samstarv.
Keðiligt skifti
Bjarni Djurholm fekk síð-
ani orðið, og hann dugdi at
síggja, at síðani valið í
2001 var hent eitt skifti í
føroyskum politikki. Eitt
skifti, sum eftir hansara
tykki ikki hevði verið til tað
betra, men heldur til tað
verra, eftir at fólkaflokkur-
in misti sítt umboð á fólka-
tingi. Síðani tá var sam-
skiftið ikki batnað.
– Vit eiga nú at venda
hesi gongdini, soleiðis at
vit síggja møguleikarnar í
samstarvinum, og ikki fáa
eyguni av trupulleikunum.
Tað er sum um, at ein hevur
heldur vilja profilerað seg
sjálvan enn at samstarva.
Og slíkt tænir ongum enda-
máli.
– Soleiðis sum eg síggi
støðuna hevur ein heldur
bygt upp garðar enn brýr í
samstarvinum. Alt hevur
verið merkt av sjálvdrátti
og stríði, og ikki av sam-
starvi, segði hann.
Fyri Bjarna var tí eingin
ivi um, at samstarv er
loysnin framyvir. Við sam-
starvi fær ein altíð mest
burturúr, ella sum hann
segði tað: – Vit vita, at 2 +
2 gevur 4, men vit ynskja at
tað skal geva minst 5!
– Okkara umboð fer á
fólkatingi at gera eitt týdn-
ingarmikið fótarbeiði mill-
um teir donsku politikkarn-
ar, soleiðis at viðgerðin av
málunum kann gerast bæði
lættari og skjótari. Og úr-
slitið verður heilt greitt, at
vit fáa meiri burturúr, segði
Bjarni Djurholm.
Einki varð tó nevnt um
Norðuratlantsbólkin, sum
flokkurin á ongan hátt ætlar
sær at samstarva við, av tí
at viðurskiftini eru so
ymisk í Føroyum og Grøn-
landi.
Mitt í landslagnum
Ein landsstýrismaður hevur
verið lagdur undir at hava
samnelggingar av stovnum
sum høvuðsmál, nevniliga
Jógvan á Lakjuni sum um-
situr m.a. mentamál. Men
tá talan er um viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark var hann ikki fyri
samanlegging.
Heldur
tvørturímóti. Vit
skulu
sjálvi taka avgerðirnar her
heima í Føroyum.
– Tað hevur tó stóran
týdning fyri okkum, at vit
hava góðar kontaktir og
góðar kanalir niður á fólka-
ting. Vit mugu upplýsa og
aftur upplýsa um Føroyar,
soleiðis at teir læra meiri
um okkum, og fáa at vita,
hvussu vit hugsa og gera.
– Í hesum arbeiðinum
hava vit í fólkaflokkinum
sera góðar royndir við
umboði okkara, sum tíverri
fall í 2001. Men tær
royndirnar vit hava, ynskja
vit framvegis at brúka til
nakað positivt á fólkatingi,
segði hann.
Jógvan við Keldu var
samdur við honum í hesum.
Flokkurin ynskti samstarv
á fólkatingi, og ikki at ein
reisti eitt mál fyri og annað
eftir, sum bara førdi til
størri stríð og kegl.
Tað sama helt Poul
Michelsen, sum metti at
fólkaflokkurin var besta
alternativið hjá føroyingum
í arbeiðinum á fólkatingi.
– Vit liggja mitt fyri í tí
politiska landslagnum, og
ikki úti á nøkrum veingi
sum hinir flokkarnir. Tí eru
vit besta boðið uppá ein
flokk sum vil samstarva á
fólkatingi,
segði
Poul
Michelsen.
Diplomati heldur enn kegl á fólkatingi
– Tað ringasta sum kann henda, er at vit senda tvey sosialistisk umboð á Fólkating. Vit hava hinvegin brúk fyri fólki, sum vil inn í eitt fruktagott politisk samstarv
við danir, og sum ikki hevur eil endamál at profilera seg sjálvan, sigur fólkaflokkurin sum ætlar sær í øllum føruym annað umboðið við valið 8. februar
Mynd: Bárður Lydersen