Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 20 - 29. januar 2005 Í gjár vóru liðin seksti ár síðan, Reyði herurin tók kz leguna Auschwitz í Polen og fangarnir, ið har enn vóru lívi, vórðu leysir. Frá tí Auschwitz lat upp og til tann 26. januar 1945 var ein millión menniskju tikin av døgum á hesum ræðuliga staði. Nógv tey flestu av hesum neyðars menniskjum vóru jødar. Tilsamans vóru 6 milliónir av jødum tiknir av døgum í kz legum í sjálvum Týskland og í londum, sum vóru hersett av nazistisku hermegini. Dagurin hevur verið hildin við minningarhaldi í Auschwitz, har ríkisleiðarar, forsætisráðharrar og fólk, sum yvirlivdu ræðuleikarnar, komu saman fyri at minnast, sýna samkenslu og fyri at vátta fyri umheim- inum, at slíkt sum hendi her fyri meira enn seksti árum síðan, má ongantíð henda aftur. Gerhard Schrøter, kanslari, hevur vegna týsku tjóðina biðið jødiska fólkið um fyrigeving. Hetta er í tøkum tíma, tí fyri tað fyrsta so hevur tað gingið sera trekt hjá týsku tjóðini at viður- kenna sær ábyrgdina av fortíðíni og fyri tað annað, so eru tey flestu, sum sótu í týsku kz legunum, nú deyð. Skuldu tey, sum enn eru á lívi hoyra hesum umbering, so mátti hon koma nú. Eisini franski forsetin Jaques Chiraq hevir biðið fronsku jødarnar um fyrigeving. Franska stjórnin, sum samstarvaði við Nazitýskland hjálpti til við at senda 90.000 franskar jødar til týning- arlegurnar í Týsklandi og í tí hersetta Polen. Henda umbering kom eisini í tøkum tíma. Hvat var tað so, sum í grundini hendi í kz legunum? Tað hendi hetta, at nazistiska leiðslan hevði sett sær fyri at týna eitt heilt fólk, jødarnar, fyri at reinska týsku tjóðina, sum sagt varð. Hetta nevnist í altjóða rætti fólkamorð ella genocide. Týningin gjørdist til ein ídnað. Endamálið var, at týna allar jødar í Europa. Til hetta endamál var gasskamarið tikið í nýtslu, og í Auschwitz vóru gasskamarini og krematoriini í virk- semi samdøgurðið í kring heilt til Reyði herurin stóð uttan fyri grindina við tí blóðugt ironisku yvirskriftini ”Arbeit macht frei”. Auschwitz og allar hinar mongu legurnar prógvaðu fyri umheimi og fyri eftirtíð, at einki mark er fyri óndskapinum, um tað eydnast einum politiskum valdi at ómenniskjansligera eitt fólk, ein part av sínum egna fólki ella einahvørja hertikna tjóð. Hesi verða tá lýst sum verandi ikki-menniskju og so kann ein fara við teimum, sum ein vil. Tað var hetta ræðuliga, sum Hitler og hansara bølmenni megnaðu. Hetta er brotsverk móti mannaættini. Teir toppnazistar, sum vórðu tiknir eftir stríðslok, vórðu dømdir fyri brotsverk móti mannaættini og revsaðir Men nógvir sluppu undan og livdu í frið og náðum, tí kalda kríggið voldi, at hugurin at jagstra nazibrotsmenn hvarv. Bert gamli treiski nazijagstrarin Simon Wiesenthal helt á til tað síðsta ofta uppi móti sterkum og duldum kreftum ið royndu at forða honum í at fáa nazibølmenni handtikin. Fólkamorðið skuldi ongantíð henda aftur! Men so varð ikki. Hesi seksti árini hevur heimurin upplivað fleiri dømi um ræðulig fólkamorð t.d. í Cambodia, í Yemen, í Ruanda, í londum, har kurdar búgva, og fyri stuttum á Balkan. Sekstiára minni um Auschwitz kann vónandi eggja mannaættini til at vera á varðhaldi, so ræðu- leikarnir ikki endurtaka seg. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt dapurt minni VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Kristina Háfoss Fólkatingsvalevni Tjóðveldisfloksins Mest átroðkandi politiska málið, ið virkast skal til frama fyri á Fólkatingi - og í Føroyum - er at halda fólkaatkvøðu í Føroyum, samstundis sum danir fara til fólkaatkvøðu um ES- grundlógina. ES-parlamentið hevur samtykt nýggja ES-grund- lóg og alt bendir á, at Dan- mark í næstum fer at hava fólkaatkvøðu um at gerast partur av ES-grundlógini, og um at siga frá sær tey undantøk, ið Danmark nú hevur mótvegis ES. Alt bendir somuleiðis á, at danir fara at taka undir við hesum, og harvið verður valdið tá umræður eitt nú donsk og føroysk rættar- mál, gjaldoyramál og uttan- ríkis- og trygdarmál flutt úr Danmark til ES. Av tí at Føroyar hava latið donskum myndugleik- um uppí hendur at umsita eitt nú rættarmál og uttan- ríkis- og trygdarmál, og danskir myndugleikar í næstum helst fara at lata hesi mál til ES at avgera, er alneyðugt at føroyingar taka støðu til hetta so týð- andi mál. Greiðasti mátin at geva føroyingum høvi at siga sína hugsan, er at halda fólkaatkvøðu í Føroyum um at taka heimildirnar tá umræður rættarmál, uttan- ríkis- og trygdarmál v.m. heimaftur til Føroya, sam- stundis sum danskir mynd- ugleikar flyta hesar heim- ildir til ES. Føroyar eru ikki limir í ES og fáa tískil onga ávirkan á tey mál, ið verða avgjørd av og í ES. Hartil kemur, at møguleikin fyri at taka valdið, tá umræður føroyskan uttanríkis- og trygdarpolitikk v.m. heim- aftur, gerst eisini sera fjarur um hetta vald verður hjá ES heldur enn donskum mynd- ugleikum í framtíðini. Tí er tað so avgerandi neyðugt, at føroyingar fáa høvi at velja ímillum, um føroyskur uttanríkis- og trygdarpolitikkur v.m. skal rekast úr ES ella úr Før-oy- um íframtíðini. Føroyingar mugu og skulu avgera lagnuna hjá hesum so týðandi máli fyri Føroyar. Hetta skulu føroyingar fáa høvi til á fólkaatkvøðu - helst longu í 2005. Les meira á heimasíðu míni: www.hafoss.com Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Heimurin er í dag so sam- ansjóðaður - so globaliser- aður - at bara tann sum ikki liggur sjóvarfallið av sær, men loftar teimum møgu- leikum, sum vísa seg, stendur seg í kappingini. Eitt av mongum vindeyg- um út í heim, átti at verið tann føroyska fólkatings- umboðanin. Heldur enn at føra før- oyskan tvídrátt millum tjóðveldi og samband niður á danating, til lítlan sóma fyri føroyingar, áttu okkara fólkatingsumboð at loftað teimum møguleikum, sum altjóða leikpallurin bjóðar fram. Okkara fólktingsumboð skulu, sum eitt slag av uttanlandsumboðan, knýta sambond út í heim, sum kunnu fjøltátta okkara egna samfelag og sostatt inn- tøkugrundarlagið. Nýggj tøkni, nýggj vitan og nýggjar vinnur eru ikki hóttanir men avbjóðingar, sum kunnu menna væl- ferðarsamfelagið. Og tað hendir nógv ann- að á altjóða leikpallinum, sum krevur at vit í Føroyum eru árvakin. Eitt dømi er EU-politikkurin, og leik- lutur dana í hesum. Ætlanir eru frammi um at samtykkja eina nýggja grundlóg fyri ES-samveld- ið, verður ein tílik ES- grundlóg samtykt fara danir helst at lata partar av sínum sjálvsavgerðarrætti til ES. Men hvussu verður við tí føroyska sjálvsav- gerðarrættinum? Fer hann sama veg? Hetta eru spurn- ingar og mál sum eitt før- oyskt fólkatingsumboð eig- ur hava neyvt eftirlit við. Treytin er, at tann føroyski fólkatingslimurin er har, sum hann eigur at vera, í Fólkatinginum! At hon ella hann nýtir eitt og hvørt høvi at tryggja sær innlit, og áhaldandi og dagliga kunnar um føroysk áhuga- mál. FÓLKAATKVØÐU um ES-málið í 2005 Fólkatingslimurin og heimssamfelagið VAL05 VAL05