leygardagur 29. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eyðun á Borg
fø.-, en.-, da.-lærari
Eftir at eitt lesarabræv um
enskundirvísing
stóð
í
bløðunum í heyst, hevur
landsstýrismaðurin
við
skúlamálum nú ætlanir um
at byrja við enskum í 3.
flokki í fólkaskúlanum.
Sum lærari í føroyskum,
enskum og donskum havi
eg nakrar viðmerkingar til
hesar ætlanir:
Føroyingar duga væl
danskt,
hampiliga væl
enskt, men ikki nóg væl
føroyskt!!!
Sjálvur haldi eg tað vera
rætt at styrkja/menna ensk-
undirvísingina, men ikki
soleiðis, sum landsstýris-
maðurin ætlar. Bara at
broyta tímatalvuna soleiðis,
at vit fáa 1 ensktíma í 3.
flokki og 2 ensktímar í 4.
flokki, er ov lítið djarvt,
ikki nóg hugflogsríkt!
Føroyingar duga ikki
nógv væl føroyskt, m.a. av
tí øgiligu ávirkan, danskt
hevur í skúlanum og í sam-
felagnum annars!
Tað er skeivt og ørkyml-
andi fyri næmingarnar at
hava hasar dansktímarnar í
3. flokki! Næmingarnir eru
ikki rættiliga komnir á
lagið við at lesa og skriva
føroyskt, tá vit byrja við
donskum! Skulu vit nú í 3.
flokki, aftrat tí danska,
eisini hava enskt, áðrenn
móðurmálið er grundfest,
so geva vit vissuliga tí
viðbrekna móðurmálinum
eitt skot fyri bógvin.
Latið okkum heldur
byrja varliga við enskum í
3. flokki og donskum í 4.
flokki!!!
Fyri u.l. 10 árum síðani
mælti ein meiriluti í Ráð-
legginarnevnd Fólkaskúl-
ans til at byrja við donskum
í 4. flokki! Táverandi
landsstýrismaður var ikki
nóg djarvur at fylgja meiri-
lutatilmælinum!
(Ávísar
ábøtur vórðu tó framdar).
Núverandi landsstýris-
maður hevur møguleikan at
gera eina broyting, sum
kann gagna bæði fremm-
andamálinum og móður-
málinum!
Best hevði verið, um
okkara viðbrekna móður-
mál var einasta mál, eisini í
3. flokki! Royndir benda
eisini á tað. Kortini órógvar
ein ensktími í 3. flokki
sjálvsagt nógv minni, enn
teir 3 dansktímarnir gera!
Enskt ávirkar ikki før-
oyskt á sama hátt, sum
danska málið ger! Ein or-
søk er, at enska málið ikki
líkist so nógv føroyskum,
sum danskt jú ger. Ein
onnur orsøk er sjálvandi, at
vit hava danskt rundan um
okkum í nógv størri mun
enn enskt (bøkur, bløð,
sjónvarpstekstir o.s.fr.).
Enskt er fremmandamál
í Føroyum, ikki danskt!!!
Onkur vil vera við, at børn-
ini duga meir av enskum
nú, enn tey gjørdu fyri
nøkrum árum síðani (telda,
sjónvarp o.s.fr.). Tað er
óivað rætt, men sum ensk-
og dansklærari havi eg
varnast, at tað er sera stórur
munur á danskkunnleikan-
um og enskkunnleikanum
hjá skúlabørnum. Í byrjan-
arundirvísingini kenna tey
danskt næstan líka væl sum
sítt egna móðurmál, meðan
tað enska tykist meir
fremmant!
Sum dansklærari í einum
3. flokki og ensklærari í
einum 6. flokki ber væl til
at staðfesta, hvussu stórur
munurin er. Í 3. flokki tosa
nógvir av næmingunum
næstan flótandi danskt, áðr-
enn undirvísingin rættiliga
er byrjað!
Í byrjanarundirvísingini í
5. flokki, harafturímóti,
tykist enska málið munandi
meir fremmant hjá næm-
ingunum!
At byrja við donskum
í 4. flokki.
Undirritaði hevur ávísar
royndir við at byrja við
donskum í 4. flokki. Ein
skúlaflokkur
hjá
mær
byrjaði ikki við donskum í
3. flokki í 1996! Í staðin
fyri danskt høvdu næming-
arnir meir av føroyskum,
tónleiki og evning!
Úrslit: tá hesir næmingar
fóru úr fókaskúlanum, var
miðalkarakterur teirra í
munnligum og skrivligum
donskum, hægri enn hjá
næmingum, sum byrjaðu
við donskum í 3. flokki!
Sig so tað! So góðu skúla-
fólk og politikarar, stúrið
ikki fyri danskkunnleikan-
um!!!
Nær er frægast at byrja
við øðrum málum?
Danskar royndarfrágreið-
ingar siga m.a., "at tað ikki
loysir seg at byrja við
fremmandamálum
niðan
fyri 5. flokk, og at undirvís-
ing í fremmandamálum í
hvussu so er ikki skal
byggja á skrivaðan tekst
fyrr enn aftan á 4. flokk,
soleiðis at lesiførleikin fær
frið at mennast á móður-
málinum, uttan at aðrir
tekstir við øðrum orða-
myndum ørkymla." (Kelda:
"Tidligere engelskunder-
visning 1 og 2". Dansk
Lærerhøjskole 1992).
Eftir hesum at døma eig-
ur avgjørt okkurt at verða
broytt í føroyska fólkaskúl-
anum. Vit kunnu ikki bara
uttan mið og mál kroysta
fleiri tímar inn í tímatalv-
una uttan samstundis at
gera broytingar í donskum!
Sum heild er tað skeivt at
hava annað mál enn móður-
málið í 3. flokki (serliga í
Føroyum við okkara við-
brekna máli, sum verður so
nógv ávirkað av útlendsk-
um,
serliga
donskum).
Kortini hevði tað kanska
ikki bilað við einum ensk-
tíma í 3. flokki, treytað av,
at danskt varð flutt upp í 4.
flokk!
(Misskiljið
meg
ikki! Sum norðulendingur
og dansklærari haldi eg
sjálvandi, at vit eisini skulu
duga danskt bæði væl og
virðiliga!)
Móðurmálsundirvísingin
má mennast!!!
Støðan hjá móðurmálinum
er avgjørt ikki nóg góð!
Móðurmálskunnleiki er ein
fortreyt fyri at duga onnur
mál! Tí áttu landsins mynd-
ugleikar fyrst at hugsað um
at ment móðurmálsfrálær-
una í fólkaskúlanum.
Málkanningin viðvíkj-
andi móðurmálsførleikan-
um hjá næmingum í mið-
námsskúlunum vísir greitt,
at okkara næmingar ikki
duga nóg væl at skriva/
stava føroyskt!
Í bløðunum er tað næstan
sjáldsamt at síggja eina
grein ella eitt lesarabræv
við ongum stavivillum ella
málsligum villum!
Danskt "etur" føroyskt!!!
Tað er ikki bert í staving, at
støðan er vánalig. Málburð-
urin er sanniliga heldur ikki
nóg góður. Sum oftast er
hann ávirkaður av donsk-
um.
Dømi: Hoyrdi í sending í
Útvarpinum: "Tað er simp-
ulthen so skeg at prøva for-
skelligar forandringar við
farvum!" Tú spyrt teg sjálv-
an: "Tosa vit danskt í Før-
oyum við onkrari føroysk-
ari bendingarending?"
Í eini aðrari sending í
Útvarpinum varð tosað um
"sjálvupptikinheit,
med-
lidinheit og uppmerksom-
heit", og í skúlahøpi varð
tosað um, at "næmingarnir
máttu stadigvekk hava for-
skellig behov dekkaði."
Sjálvt um øll ikki eru so
donsk í sínum talumáli, so
er slíkur málburður als ikki
óvanligur í Føroyum í dag.
Vit eru so ávirkað av
donskum, bæði gjøgnum
eygað og oyrað, at fjøldin
ikki stúrsar við av slíkum
málburði.
Niðurstøða:
Mennið móðurmálsundir-
vísingina!!!
Vísdómsorð viðvíkjandi
donskum í oddagrein í
Dimmalætting.
Hugaligt at lesa 2 odda-
greinir í Dimmalætting í
heyst og aftur nú um árs-
skiftið. Dimmalætting spyr:
"Hava vit ikki ov nógvar
dansktímar í skúlanum?
Dansktímarnir í føroyska
skúlaverkinum verða brúkt-
ir til, ikki at venja málsliga
førleikan, men meira at
geva næmingunum innlit í
alheims skaldskap. Fólkini
innan føroysku skúlaskip-
anina áttu at kannað eftir,
um føroysku skúlanæm-
ingarnir ikki høvdu fingið
nógv meira burturúr, um
nakrir dansktímar vórðu
tiknir av tímatalvuni fyri
ístaðin at givið næmingun-
um undirvísing í enskum
máli."
Frálíkt, Dimmalætting!
Við so víðum sjónarringi er
kanska onkur glotti fyri
framman. Føroyskt kundi
møguliga fingið onkran
tíma aftrat eisini!
Tøl, ið tala!? Ja, alla
aðrastaðni
í
heiminum
høvdu slík tøl elvt til
rembingar/broytingar, men
í Føroyum!? Jú, vónandi!
Løgnar viðmerkingar til
komandi lógaruppskotið
viðvíkjandi enskum.
Ein viðmerking frá skúla-
myndugleikunum: "Í flestu
grannalondum
okkara
verður byrjað fyrr við
undirvísing í enskum máli
enn hjá okkum." Og hví
man tað vera? Jú, granna-
lond okkara hava fyrst
móðurmálið og síðani enskt
sum fyrsta fremmandamál.
Vit hava føroyskt og danskt
(næstan á jøvnum føti) og
síðani enskt sum 3. mál.
Ein onnur viðmerking frá
skúlamyndugleikunum:
"Tað fer ikki at órógva
undirvísingina í føroyskum
ella donskum, um byrjað
verður við enskum í 3.
flokki." Stutt og greitt! Jú,
tað er vist, at tað fer, um tit
ætla at hava bæði enskt og
danskt í 3. flokki! Stutt og
greitt!
Uppskot.
Vit flyta danskt úr 3. upp í
4. flokk. Teir 3 tímarnar, vit
tá fáa til taks í 3. flokki,
brúka vit soleiðis: 1 ensk-
tíma og 2 føroysktímar. Úr-
slitið
verður
avgjørt
gagnligt.
Nýggja fólkaskúlalógin
skerdi tónleik/sang.
Tónleikurin varð skerdur,
tá vit fingu nýggja fólka-
skúlalóg! Tað var ein
ódámlig
og
óskiljandi
broyting. Eg ivist ikki í, at
núverandi landsstýrismað-
ur við skúlamálum tekur
undir við at økja/menna
tónleik/sang í føroyska
skúlaverkinum.
Pisakanning fyri politik-
arar, fjølmiðlafólk, skúla-
fólk og embætisfólk!?
Nú verður nógv sagt og
skrivað um eina sokallaða
pisakanning fyri skúla-
næmingar. Hevði tað ikki
verið eitt gott hugskot at
havt eina pisakanning um
móðurmálskunnleika mill-
um føroyskar politikarar,
fjølmiðlafólk, skúlafólk og
embætisfólk?
Úrslitið
hevði kanska fingið fleiri at
raknað við!?
Við skúla- og málkvøðu
á Borg á Argjum á
pálsmessu 2005
Nr. 20 - 29. januar 2005
11
Hvør skal
hava
50.000
eyka um
mánaðin?
Nógv valevni hava
bara eittans enda-
mál: Tey vilja hava
pengar
Sjúrður Skaale
8. februar verða einir
30.000
føroyingar
riknir av húsi at velja.
Teir fáa at vita, at teir
skulu velja hugsjónir
og politiskar ætlanir.
Men tað er ikki so.
Tey flestu, sum stilla
upp, ætla sær einki at
gera á fólkatingi. Tað
verður púra greitt, tá
vit hyggja at avrikun-
um hjá teimum síðani
1998. ABC-flokkarnir
hava
næstan
einki
gjørt. Tey vantandi av-
rikini hjá Lisbeth, Óla
og Jóannes tala fyri
seg.
Tað, nógv í veruleik-
anum siga, tá tey tosa
um hugsjónir og ætl-
anir, er hetta: Vel meg,
so eg fái 50.000 krónur
um mánaðin — um-
framt ta løn, eg longu
fái. Tí tey flestu hava
jú longu bæði eitt og
tvey størv framman-
undan.
Tosið hjá hesum
fólkum um hugsjónir
og ætlanir, er tað reina
bluff. Bluff, sum skal
lokka fólk frá húsum
at velja.
Hugsa um tað. Lat
ikki ABC-flokkarnar
bluffa teg. Hygg at,
hvør hevur avrikað
nakað. Nýt atkvøðuna,
so hon munar.
Og vel ein, sum ar-
beiðir.
VIÐMERKINGAR
Fyrst føroyskt, síðani enskt og danskt!!!
Endiliga ikki bæði danskt og enskt í 3. flokki!!!
VAL05
Móðurmálstímar í skúlunum í Norðulondum.
1. flokkur
2. flokkur
3. flokkur
Danmørk
8-10 t.
8-9 t.
7-10 t.
Svøríki
8-11 t.
8-10 t.
9-11 t.
Føroyar
6-7 t.
6-7 t.
7 t.
Hetta vóru tølini fyri nøkrum fáum árum síðani. Tá
vóru danir annars í ferð við at menna/økja sína
móðurmálsundirvísing, so møguliga eru tølini í
Danmørk hægri í dag!?
11- tøl í føroyskum, donskum og enskum
(tilvildarlig ár).
Allar Føroyar
Stílur (10. flokkur).
Føroyskt: 4 11-tøl
Enskt: 16 11-tøl
Danskt: 23 11-tøl
Fyrisøgn (9. flokkur).
Føroyskt: 15 11- tøl
Danskt: 69 11- tøl
Kelda: Landsskúlafyrisitingin