leygardagur 29. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 20 - 29. januar 2005
Mannbjørn Tausen
Ein stoltur Vágbingur,
men eisini Suðringur
Enn einaferð mugu vit
ásanna, at Landstýrið og
samgongan unna okkum
ikki tað svarta undir
neglunum. Enn einferð
síggja og hoyra vit, at
landstýrismaður, sum er
haðani úr bygdini, nið-
urger okkum. ”Vág-
bingar vilja bara hava
uttan at lata okkurt aft-
urfyri”. Álvaratos , harra
Hans Pauli Strøm, hvat
billar tú tær inn?. Há og
spott hava vit fingið
nokk av her suðuri.
Hvør hevur nikkað og
góðtikið burturflytingar
meiri enn vágbingar?
Hvør hevur verið meira
tolin enn vit? Nei , Hans
Pauli, millum tykkum
eiga vit ongan góðan. Tú
tosar um, at ein skúli í
Hovi (ikki í Vági!) er
skúli fyri alla oynna!. Er
Suðuroyar
sjúkrahús
ikki eisini sjúkrahús
vágbinga???. Hví hevði
tú ikki orðið, tá málið -
flyta skúlan úr Hovi til
Vágs - var fyri í Løg-
tinginum 3 - 23 og 27.
mars 2001. Sera fá
høvdu orðið. Ein at-
kvøddi ímóti undir 2.
viðgerð (J. av Rana),
men øll atkvøddi fyri
undir 3. og endaligu
viðgerðini (28 á fundi).
Um Fiskivinniskúlin í
Vestmanna skal flytast,
hvat gert tú tá? Kanska
sum strutsurin? Í tykk-
ara ómegd hava tit klára
at sátt split millum vinir
og kenningar, sett bygdir
upp ímóti hvørjum øðr-
um, ja, ein heil oyggj
fundast og keklast um
tykkara neyðaregg. Hvat
er hetta fyri eitt ”til-
boð”? Um vágbingar
ikki
krúpa,
so
fáa
S U Ð U ROY I N G A R
onki
røktarheim!!!
Broytingaruppskotið á
býráðsfundinum snúði
seg annars um at tosa
við Landstýrið um eitt
røktarheim í Suðuroy -
ikki í Vági, men í Suð-
uroynni
(har
eisini
Vágur liggur!!!!). Nú
gert TÚ okkum til
syndabukkar!! Lágt ríð-
ur tú, fyrrverandi bygd-
armaður mín.
Eg og sera, sera nógv
við mær eru hørm, ill og
skuffaði yvir tað við-
ferð, vit hava fingið frá
okkara grannum. Men
skálkarnir aftanfyri, tað
eru okkara fólkavaldu,
teir, ið hava staðið á
trappusteinunum og á
gøtuhornunum og sagt
seg hava loysnirnar -
pragmatiskar loysnir - er
loysnin í Vági pragmat-
isk?.
Verður gerandisdag-
urin nógv betri hjá sand-
víkingum og hvalbing-
um, um skúlin verður
fluttur?
Øll mugu skilja, at
hetta ”tilboð” nívir okk-
um sera fast, tá vit - ikki
til stuttleikar, men sum
eitt neyðarróp, ganga
kravgongu. Mannsterk
fara hampafólk gjøgnum
bygdina inn á býráðs-
skrivstovuna
og standa har hóttandi
við skeltum uppi yvir
okkara fólkavaldu, sum
eru hampafólk og okk-
ara vinfólk. So langt eru
vit farin, tí vit ikki bakka
og krúpa longur. Vit
vilja ikki av við skúlan,
stutt og greitt, tí hann er
her.
Eg heiti so inniliga á
suðringar at arbeiða
saman um eina felags
framtíð. Stuðlið okkum
við Miðnámsskúlanum -
ongin fer illa av at koyra
6 - 7 min eftir breiðum
og góðum vegi líka til
okkara vakra Vatn og
Hamrabø. Vit stuðla
Heilsuskúlanum á Tvør-
oyri. Saman arbeiða vit
víðari við loysnum á
eldraøkinum allari oynni
at gagni. Eisini eru fleiri
aktørar komnir á vøllin
við góðum hugskotum á
vinnuliga økinum, tí
berandi økinum. Latið
okkum lofta møguleik-
unum og seta skøtil á
framtíð okkara.
Hvat so við Lands-
stýrinum? Jú, tað er ein
góður spurningur.
Lágt ríður tú
VIÐMERKINGAR
Kjakið um hvørja ávirk-
an tað fer at hava á Før-
oyar, um danir velja at
ganga frá sínum fýra fyri-
varnum í teirra limaskapi
í ES, er í løtuni bygt meira
á misskiljingar og vill-
leiðingar enn á fakta. Tí
er neyðugt at sláa fast,
hvat er sannleiki og hvat
er søgn í hesum máli.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Danska
uttanríkisráðið
hevur í fleiri umførum
greitt frá hvørjar avleiðing-
ar ein møgulig víðkan av
danska ES limaskapinum
fer at hava fyri Føroyar og
ríkisfelagsskapin. Her er
staðfest at:
• Stjórnarskipanarsátt-
málin millum londini í
ES, sum helst kemur til
atkvøðugreiðslu í Dan-
mark innan stutta tíð, er
ikki galdandi fyri Føroy-
ar og Grønland
• Føroyar eru uttan fyri ES
og eingin annar enn Før-
oya fólk kann broyta hesa
støðu.
• Um Danmark fer upp í
gjaldoyrasamstarvið við
ES, kunnu føroyingar
sjálvir velja, um vit vilja
varðveita donsku krón-
una ella taka evruna í
nýtslu.
• Føroyskur uttanríkispoli-
tikkur fer ongantíð at
verða stýrdur úr Brússel,
men fer eisini framyvir at
verða førdur í altjóða
samstarvi.
Danmark
samstarvar longu við ES
um uttanríkis- og trygd-
arpolitik, men hevur tikið
fyrivarni ímóti felags
verjupolitikkinum
hjá
ES. Um danir velja at
ganga frá hesum fyri-
varni ávirkar tað soleiðis
bert tann felags verju-
politikkin.
• Samstarvið millum lond-
ini í Ríkisfelagsskapinum
broytist ikki av at danir
atkvøða fyri ES-stjórn-
arskipanarsáttmálanum
ella velja at sleppa sínum
fyrivarnum í limaskap-
inum í ES.
Sambandsflokkurin ætlar at
halda seg til veruleikan í
kjakinum um hvørja ávirk-
an tað fer at hava á Føroyar,
um danir atkvøða fyri ES-
stjórnarskipanini ella velja
at ganga frá sínum fýra
fyrivarnum í teirra lima-
skapi í ES.
Villeiðing og ræðumynd-
ir tæna ongum.
Hvat hendir í veruleikanum
um danir sleppa ES-fyrivarnunum?
VAL05
Bjørg Joensen
Valevni Javnaðarfloksins
Avbjóðingin fyri føroysku
umboðini á fólkatingi er at
arbeiða fyri føroyskum
áhugamálum og møguleik-
um, at kunna danir um før-
oysk viðurskifti, og at
kunna føroyingar um ar-
beiðið á Christiansborg.
Flest
øll
starvsfólk
ynskja at hava ávirkan á
síni
arbeiðsviðurskifti.
Verða t.d. mannagongdir
gjørdar, er tað skilagott at
gera sína ávirkan galdandi,
so úrslitið verður sum best.
Hevur tú verið við til at
gera
mannagondirnar,
kanst tú tryggja nøktandi
karmar, og kenna tínar
skyldur mótvegis arbeiðs-
gevaranum.
Soleiðis er eisini við
arbeiðinum á fólkatingi.
Føroysku fólkatingsum-
boðini skulu gera sína
ávirkan galdandi innan
økir, ið hava ávirkan á før-
oyska samfelagið, so leingi
sum núverandi skipan við
føroyskum umboðum á
fólkatingi er galdandi. Eftir
mínum tykki eiga vit so-
statt ikki at blanda okkum í
donsk innanríkismál, men
fylgja við í málum, ið hava
ávirkan á føroyska samfe-
lagið, og tryggja, at lógir-
nar ikki ganga ímóti før-
oyskum áhugamálum og
ynskjum.
Úrslit skulu sjálvandi
spyrjast burturúr arbeiðin-
um á fólkatingi. Men
hvussu?
Tað verður ofta tosað um,
at danir skulu virða okkara
áhugamál. Tað er tó ómeta-
liga torført hjá tveimum
pørtum at møtast, um bert
annar parturin hevur virð-
ing fyri hinum. Virðingin
má ganga báðar vegir.
Vantandi virðing er ofta
grundað á vantandi vitan.
Skulu
úrslit
spyrjast
burturúr fólkatingsarbeið-
inum, er uppgávan at kunna
um og skapa forstáilsi fyri
báðum samfeløgunum.
At gera tað ókenda kent -
í Danmark og í Føroyum.
Rigmor Dam
valevni hjá
Javnarðarflokkinum
Tað, sum vit í denn grad
hava
manglað
seinastu
árini, eru tey góðu gomlu
politisku vinaløgini, mill-
um føroyskar og danskar
politikarar, við sínamillum
forstáilsi og virðing.
Mongu konfrontatiónir-
nar, sum hava verið, eitt nú
tá umboð fyri donsku
stjórnina hava úttalað seg
um skattalættan til fiski-
menn og blokkstuðlinum,
eru tekin um, at danskir
politikarar ikki hava verið
nóg væl upplýstir um før-
oysk viðurskifti. Ein hin
fremsta
uppgávan
hjá
fólkatingsumboðum okkara
eigur at vera at upplýsa
danir, bæði embætisveldið
og politikarar, um føroysk
viðurskifti, so slíkar óneyð-
ugar misskiljingar ikki
koma fyri.
Fólkatingsumboðini,
sum hava umboðað okkum
seinastu árini, hava ikki
megnað at skapað fatan fyri
føroyskum viðurskiftum.
Ella hava ikki vilja arbeitt
fyri at betra og menna
samstarvið millum londini,
men hava heldur vilja ann-
aðhvørt tøgn og stilstøðu,
ella konfrontatión, klandur
og øsing. Samstarvið við
danir hevur verið á einum
formellum støði - og tá er
sjálvsagt trupult at røkka
semjum ella loysnum.
Neyðugt er við sakligum
monnum og kvinnum at
umboða føroysku tjóðina á
Fólkatingi - fólk sum taka
støðið í veruleikanum - og
ikki stinga høvdið í sandin.
Tí, eitt kunnu vit skjótt
blíva samd um: Heima-
stýrisskipanin er á nógvum
økjum óhóskandi til dag-
sins samfelag, eitt nú, tá um
ræður yvirtøkur og uttan-
ríkispolitiskar heimildir, og
fara næstu árini at seta stór
krøv um úrslit og semjur
millum danir og føroyingar
á Christiansborg.
At gera tað ókenda kent
VAL05
Aftur til politisku vinaløgini
VAL05