leygardagur 29. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2005
13
Heidi Petersen
løgtingskvinna
- Tá tú sum veljari til
hetta
fólkatingsvalið
setur tín kross, er um-
ráðandi, at tú ger tær
greitt, hvat tú vilt vísa
við hesum krossi, og
hvørja ávirkan tín kross-
ur kemur at hava í fram-
tíðini.
- Vilt tú vísa, at tú
heldur tað vera í lagi, at
føroyskir politikarar -
uttan at seta krøv - lata
sín stuðul til danska
Javnaðarflokkin, danska
Vinstraflokkin
og
danska
Konservativa
flokkin, uttan sjálvir at
fáa stórvegis politiska
ávirkan og uttan at vera
tiknir við upp á ráð, tá
týðandi avgerðir skulu
takast, er bert at atkvøða
ABC. Hesir flokkar,
sum hava verið umboð-
aðir á fólkatingi líka
síðani, henda skipan
varð sett í verk, men
sum ikki hava megnað at
gjørt vart við týðandi
føroysk áhugamál og
politiskt ikki hava rokk-
ið nøkrum málum, sum
styrkir um støðu okkara
sum sjálvstøðug tjóð.
- Hinvegin - vilt tú
sum føroyskur veljari
tryggja tær, at søk føroy-
inga verður talað á
fólkatingi, er Tjóðveld-
isflokkurin
einasti
flokkur, sum virkin fer
inn og arbeiðir við upp-
lýsing, kunning, ráð-
stevnum, bókaútgávum,
kanningum av viður-
skiftum, sum hava týdn-
ing fyri Føroyar o.s.fr.
Eisini verður arbeitt í
"korridorunum" við at
ávirka danskar politikk-
arar at virka fyri før-
oyskum áhugamálum.
Við at gera føroysk
áhugamál
sjónlig
á
fólkatingi, hevur Tjóð-
veldisflokkurin økt um
vitanina um Føroyar og
føroysk viðurskifti bæði
hjá donskum politikar-
um og danska almenn-
inginum. Á henda hátt
verður slóðað fyri før-
oyskum fullveldi, og tú
sum veljari fært fulla
ávirkan fyri atkvøðu tína
við at velja E.
- Tjóðveldisflokkurin
vil samstarva, har hann
fær ávirkan og mest
burturúr. Tað merkir í
veruleikanum, at Tjóð-
veldisflokkurin fer virk-
in inn og slóðar fyri før-
oyskum
fullveldi
á
fólkatingi og eisini fer at
seta krøv, um hann kem-
ur at fáa ávirkan eftir
fólkatingsvalið. Hetta
merkir ikki at vit leggja
okkum út í innanhýsis
donsk viðurskifti, eins
og vit ikki vilja hava
danir at leggja seg út í
innanhýsis føroysk við-
urskifti.
Men
hetta
merkir at vit seta krøv,
so tú sum veljari fær
beinleiðis ávirka á tína
egnu framtíð. Hesi krøv
eru:
• Føroyar fáa fulla tjóð-
skaparliga viðurkenn-
ing
• Danir vátta mótvegis
ST, at Føroyar eru ein
serstøk tjóð
• Danir skulu ikki draga
okkum inn í ES ímóti
okkara vilja
• Føroyar skulu hava
formligan
rætt
til
oljuna í undirgrundini
- So niðurstøðan er
greið: Einasta alterna-
tivið til ABC - er E.
Alternativið
til ABC – er E
Týdningur, ávirkan og framtíðin
VIÐMERKINGAR
Ingi Kirke
Eg fekk einki at vita
Fyri umleið 10-15 árum
síðani fór eg og keypti mær
ein fløguspælara, við dup-
ultum bandupptakara, í
einum handli i havn. Fekk
eg at vita har, at eg skuldi
rinda eitt útvarpsgjald, tí at
hesin avspælarin tíverri
hevði møguleika, fyri at
móttaka ÚF? Nei, eg fekk
einki at vita!
Men nú ein dagin kemur
skriv frá ÚF, sum sigur at
eg skal gjalda útvarpsgjald
hvørt ár, tí teir siga at flest
allir føroyingar eiga eitt út-
varpstól.
ÚF - hin heilaga kúgvin
Eg veit ikki um tað er eitt
krav til allar føroyingar at
lurta eftir ÚF, men eg geri
tað so ikki. Eg hvørki tími
ella vil hoyra tað. ÚF er
mær hinvegin ein plága
nógvastaðni har eg komi.
Eitt nú í kantinuni á ar-
beiðsplássinum, og í ym-
iskum
matstovum,
har
hendan heilaga kúgvin
(ÚF) absolutt skal vera so
hart frá, at ein ikki kann
tosa við onnur, og roynir
ein tað fær ein at vita, at ein
skal tiga.
Skal eg missa mín rætt til
at sita heima og njóta
tónleik, sum eg havi goldið
fyri, við ein tóli, sum eg
eisini havi goldið fyri, bara
tí, at summir føroyingar
halda ÚF vera ein dýrgrip?
Eg havi hóast alt gjørt hetta
í 15 ár. Skal hesin rættur nú
knappliga verða tikin frá
mær???
Brúkaragjald
Eg sigi bara fyri meg við-
komandi, so fari eg ongan-
tíð í lívinum, at gjalda fyri
nakað eg ikki lurti eftir!
Hetta kann ikki vera rætt.
Er tað nakar sum er samdur
við mær?
Og eg fari ei heldur ong-
antíð, um so er, at eg eigi
eitt sjónvarpstól, at gjalda
eina krónu til SVF, bara tí,
at hetta sjónvarp hevur
møguleika fyri at móttaka
SVF!
Um hesir báðir almennu
stovnar absolutt skulu hava
eitt lurtara- og hyggjara-
gjald, so lat tey í brúka hesa
tænastu gjalda fyri hana -
sjálvandi!
Hetta kann gerast á sama
hátt sum við televarpinum.
Ella má løgtingi geva hes-
um stovnum eina játtan á
fíggjarlógini. Tað kann ikki
vera meiningin, at ósek
menniskju, sum ongantíð
lurta og hyggja, skulu
gjalda fyri hini. Og hvat við
teimum, sum ikki hava so
góð ráð til at gjalda hesar
kr. 1500, og kr. 2000, hvørt
ár? Hjá teimum sum hava
eina lága inntøku, kann
hetta sanniliga merkjast.
Hjá løgtingslimum er hetta
gjaldið sjálvandi ikki so
tyngjandi!
Hvat verður tað næsta?
Men eg spyrji bara hvat tað
næsta verður? Altso tann
næsta lógin?
Skal løgtingið bara smíða
lógir, sum siga, at allir
føroyingar skulu gjalda
limagjald
til
eitt
nú
Sumbiar Bóltfelag, so at
hetta felag kann kappast á
jøvnum støði við tey stóru
feløgini í landinum?
Ella skulu allir føroying-
ar gjalda limagjald til Tórs-
høll, so hesin náttklubbur
kann hava eina inntøku á
sama støði sum hinir? Tað
finnast hóast alt menniskju
sum fara í Tórshøll, sjálvt
um ikki øll fara har.
Hvussu langt kann løg-
tingið loyva sær at fara?
Hvat við Rás 2 og hinum?
Tað eru onnur sum klára
seg fínt uttan at løgtingi
skal blanda seg uppí.
Eg má siga, at mítt
útvarpstól spælir ongantíð
ÚF, men harafturímóti so
lurti eg mangan eftir hinum
rásunum. Hví skal ÚF fáa
eina inntøku av teirri
grund? Hetta er dundrandi
órættvíst!
Skulu allir føroyingar
eisini til at gjalda fyri
televarpið um so er, at hetta
kemur í eina peningaliga
kreppu?
Enn einaferð, eg spyrji
bara, hvussu langt kann
løgtingið loyva sær at fara í
sínum lógarsmíði?
Hvat við mær?
Eg haldi, at mítt persónliga
frælsið er sera avmarkað,
um eg ikki kann njóta
tónleik heima við hús, bara
tí at ÚF er til. Og somu-
leiðis kann eg heldur ikki
njóta ein góðan film, bara tí
at SVF er til.
Og hví skal eg gjalda fyri
alt tað sum onnur brúka?
Kanska kann eg sleppa at
gjalda vegskatt og biltrygg-
ing og húsalán fyri onkran?
Ja, kanska kann løgtingið
smíða eina lóg sum gevur
bileigarum og húsaeigarum
loyvið til at senda rokning-
arnar til mín!
Kr. 3500
Mín fløguspælari kostaði
umleið kr. 3500, og eg helt
tað vera nógvar pengar tá.
Minnist ikki um MVG var
komið tá, men tað er ikki
nóg mikið fyri løgtingið.
Sambart løgtinginum so
átti eg nú at havt goldið
umleið kr. 23000, fyri
hendan
fløguspælaran!
Men á prísskeltinum stóð
altso kr. 3500.
Mær vitandi so fekk/fær
ein ikki ein fløguspælara
her á landi, uttan so at hesin
eisini hevur møguleika fyri
at móttaka útvarpsrásir.
Umráðandi við nýggjari
lóg
Eg haldi, at ein lóg eigur at
vera smíða, sum ikki gevur
løgtinginum heimmild til,
at leggja tyngjandi rokn-
ingar á fólk sum hava nokk
at gjalda frammanundan.
Hví skal løgtingið einsa-
malt gera av um ein før-
oyingur kann eiga ein
fløguspælara ella ei? Kann
ein ikki longur lurta eftir
tónleiki heima við hús?
Hvat er hetta fyri nakað?
Eg havi ikki bil, ei heldur
hús, tí eg meti ikki, at eg
havi ráð til tað. Men um
løgtingið kann smíða eina
lóg sum sigur at allir hinir
føroyingarnir skulu gjalda
fyri mítt forbrúk, so kann
eg bara gera sum eg vil.
Nei, tað er tíð uppá, at
brúkarin sleppur at gjalda
fyri tað hann brúkar, og
ikki fyri tað sum hini
brúka.
Skal løgtingið stjala
frá mær?
Og hvat við teimum tólum
sum eg longu eigi? Skal
løgtingið til at stjala frá
sínum borgarum? Eg sigi
bara, at um nakar kemur
inn til mín og stjelur mín
fløguspælara, so vil eg hava
eina váttan og eitt endur-
gjald, tí eg fekk einki at vita
um hetta útvarpsgjald tá eg
keypti hendan avspælaran.
Tað má vera mín rættur,
at hesin fløguspælarin, sum
eg havi havt í 15 ár, skal
vera mín framyvir. Tað
kann ikki vera møguligt at
koma nú, so langa tíð eftir,
og stjala hann frá mær! Um
tað hendir so skrivi eg aftur.
VAL05
Send bara rokningina til mín!
Jón Guttesen
Valevni Tjóðveldisfloksins til
Fólkatingið
Sambandsflokkurin prísar í
valskránni ríkisfelagsskap-
inum og vísir m.a. á at 95%
av føroyingum útbúnir utt-
anlands eru útbúnir í Dan-
mark.
Tjóðveldisflokkurin
fegnast um at ung í Føroy-
um í størri og størri mun
velja at útbúgva seg, og
royna seg, út um øll norð-
anlond, út um alt Europa og
út um allan heim.
Føroyski
ungdómurin
sær at heimurin er opin, sær
heimin sum sítt útbúgv-
ingarstað og letur ikki
snævurskygni stjórna val-
um sínum.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur greiða støðu, ungdóm-
urin skal hava frælsi at
velja og møguleika at royna
seg.
Føroyski
ungdómurin
tekur fullan lut í alheims-
gerðini við sínum útbúgv-
ingum, royndum og lívs-
leið.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur greiða støðu. Føroyar
skulu hava alheimin í sjón-
arringininum, trína út á
altjóða pallin og taka fullan
lut í alheimsgerðini.
Markleysur ungdómur VAL05