leygardagur 29. januar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 20 - 29. januar 2005
LIST
Øssur Johannesen
Georges Rouault(1871-1958)
telist millum teir stóru eks-
pressionistisku listamennirnar í
20 øld og hann er so avgjørt ein
tann tungasti og daprasti av
teimum øllum.
Hann var føddur í Paris og
gekk seinni í listaskúla har,
lærarin ætt Gustav Moreav sum
eisini hevði m.a. Matisse og
Albert Marquet sum næmingar.
Sum listamaður gekk Rouault
sína egnu leið og ignoreraði øll
mótarák innan listaheimin, hann
avbyrgdi seg í sínum einsemi í
atelierinum og málaði sínar
myndir um sorgina og líðing-
arnar hjá menniskjanum, mynd-
irnar eru ráar og kraftfullar og
hava ein innari dynamik og
substans í kemur úr innaru sálini
og hjartanum hjá listamanninum
og út á lørifti, tær eru tungar og
depressivar helst tí listamaðurin
sjálvur var tað og so festir hann
seg við menniskjur sum livaog
líða á skuggasíðuni í samfelag-
num, hann málaði horur, klovnar
og eisini fleiri kristus myndir við
ektaðari og djúpari religiøsari
kenslu, man merkir týðuliga at
listamaðurin var religiøsur
sjálvur.
Hansara bestu myndir eru
intensar og sannførandi,tú merkir
týðuliga at listamaðurin er sikkur
uppá hvat hann vil hava fram,
myndirnar eru sum oftast sera
einfaldar og reinskornar, málað
við tjúkkum svørtum og liden-
skabeligum strokum, hann leggur
høvuðsdentin á útrykki í myndini
og síðani litirnar og ikki øvugt.
Hann hevur sítt serliga litaval
sum er hansara egna nógv svart
blátt og orangu ganga oftani
aftur, mær dámar verri enn so
allar hansara myndir og litirnir
eru ikki altíð líka góðir, teir fáa
ikki altíð rúm til at anda,
viðhvørt sløkkir hann kraftina í
litunum og aðra tíðir dámar mær
slettis ikki hansara litir.
Rouault bleiv kendur og hevði
góða undirtøku meðan hann
livdi, Einaferð brendi hann fleiri
hundrað málningar hann var
ónøgdur við.
Ein sjálvsmynd frá 1925 hetta
er ein sera einføld mynd, sum
tær flestu eru hjá honum, hann
hevur eina gráa húgvu á høvd-
inum pannan er høg, andliti lýsir
í myrkrinum gollit og orangu við
bláari melankolskari bakgrund.
Andliti er følsamt og dapurt
hann er søkjandi og hyggur út í
verðina. Eyguni eru svartir
daprir skuggar, hann er einsa-
mallur til í verðini sum øll onnur.
Men innaní hesum dapra einsemi
hevur hann kortini eitt trygt
fundament sum hann kan standa
á. Litirnir eru góðir í hesi mynd
og kontrastin millum upplýsta
andliti og skuggarnar í andlitin-
umog myrku bakrundina fungera
væl.
Ein tann besta myndin sum
Rouault málaði er av eini horu
sum situr í sovikamarinum hjá
sær og ger seg til reiðar framman
fyri speglinum, vit síggja henn-
ara slitna kropp, beinini við
sokkunum, bróstini og reyvin og
annan armin omanfyri høvdið,
andliti er sera dapurt á at líta,
TUNG PÍNUFULL RELIGIØS EK