leygardagur 29. januar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 • leygardagur • 27. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Pakningurin og
marknaðarføringin
hava størri týdning
enn innihaldið
Síða 38–39
INTERVIEW
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinasta árið hevur føroyska
tónaskaldið Pauli í Sandagerði
rannsakað seg sjálvan. Hann
hevur hugsað um seg og sín
tónleik og er komin til eina
niðurstøðu, sum hann æltar sær
at liva eftir.
– Eg var langt niðri í fjør, tí eg
hevði alt ov nógv at gera og var
koyrdur eitt sindur í senk av tí.
Nú ætli eg mær bara at gera tað,
sum eg havi hug til og ikki tað,
sum tað verður væntað, at eg
skal gera, sigur ein erligur Paul í
Sandagerði, sum fríggjadagin
rundaði tey hálvthundrað.
– Eg havi skrivað tónleik, sum
eg ikki tími at lurta eftir. Hví
skulu fólk so tíma at lurta eftir tí.
Eg eri givin við at vikla alt inn í
teori og skriva tónleik, sum tað
verður væntað, at tú skalt gera í
eini ávísari tíð. Tað sigur mær
púra einki, og eg vil heldur
skriva tónleik, sum Tanta Olga
tímir at lurta eftir, enn at skriva
fyri at fáa onkra virðisløn, sigur
hann.
Keypt hús í Vejle
Pauli í Sandagerði var føddur í
Havn í 1955, og hann fekk
tíðliga áhuga fyri tónleiki. Fyrstu
árini var tað serliga klaverspælið,
sum hugtók hann, men so líðandi
fór hann eisini at arbeiða við
kóri og skriva tónleik sjálvur. Nú
er hann mest kendur sum tóna-
skald, og hansara verk eru komin
víða úti í heimi.
Kendasta verkið hjá Paula í
Sandagerði er helst Jesus og
Makedonarin, sum í fjør varð
spælt í stórari uppseting í Dan-
mark og fekk sera góð ummæli.
Pauli í Sandagerði hevur
seinnu árini búð í Danmark, og
hann keypti fyri kortum eini stór
og gomul hús í útjaðaranum av
Vejle.
– Húsini eru stór, og økið
rundan um er stórt. Húsini vóru
so ljót, at eingin annar vildi hava
tey, og tí fekk eg tey bíliga. Eg
havi gjørt tey eitt sindur í stand,
og nú gangi eg og hugni mær við
at skifta ymiskt út og umvæla,
sigur hann.
Um dagin er Pauli til arbeiðis
á einum katólskum skúla í Vejle,
har hann undirvísir, og hann
hevur eisini tilknýti til Musikk-
skúlan í Vejle.
Møsn í fólkaskúlanum
Pauli í Sandagerði hevur fyri
kortum skift arbeiði. Hann gavst
at undirvísa í einum vanligum
fólkaskúla í Vejle, tá ið hann
fekk boðið at koma at starvast í
einum nýggjum katólskum skúla
í býnum.
– Fólkaskúlin er blivin til ein
møsniskúla, sum onkur tók til
herfyri. Vit renna sum idotar frá
fundi til fund, alt skal broytast
alla tíðina, og vit gloyma tað,
sum alt snýr seg um, nevniliga
næmingin. Vit forsøma næming-
ar, sum hava brúk fyri hjálp,
meðan vit sita og eftirmeta, plan-
leggja og fundast um, hvussu alt
nú skal verða, sigur Pauli í
Sandagerði.
– Eg havi upplivað tað so ofta,
at onkur guru kemur fram og
sigur, at nú eigur alt at verða so
og so, og hóast eg eri blivin ov
gamal til at detta á afturpartin av
slíkum, so ger skipanin tað ferð
eftir ferð. Og so skulu vit sita á
fundi og umskipa alt triðja hvørt
ár. Vit koma ongantíð til tað,
sum vit veruliga eiga at gera. Og
tað ringasta av øllum er, at før-
oyingar glaðbeintir importera alt
hetta tvætlið úr tí danska fólka-
skúlanum.
Pauli í Sandagerði er fegin um
nýggja starvið hjá sær í tí
katólska skúlanum, tí har er
støðan øðrvísi, og lærararnir
hava betri frið at arbeiða við
børnunum.
– Í 1968 gingu fólk við blóm-
um í hárunum, og nú sæst ung-
dómurin hjá Vinstra aftur í býar-
myndini við slipsi. Soleiðis eru
rákini, men eg verði ikki longur
tikin við av slíkum. Tí er tað
irriterandi at síggja, hvussu
nakað nýtt skal innførast í fólka-
skúlanum, bara fyri at verða
broytt aftur um trý ár.
Leggur líka í gravsteinin
Tónleikurin hevur fylgt Paula í
Sandagerði alt lívið, og tað fer
hann framhaldandi at gera, hóast
hann hevur gjørt upp við seg
sjálvan, at ferðin skal ikki verða
tann sama, sum hon plagdi at
vera.
– Síðani eg varð 18 ára gamal,
havi eg drønað runt og skipa fyri,
skriva, vant, arrangera og annað.
Eg varð fangaður í einum neti,
sum eitur føroyskur tónleikur.
Tað ber ikki til longur, og eg vil
heldur velja ímillum tað, sum eg
vil gera, og so verða meira nær-
verandi, har eg eri. Tað er eisini
ein spurningur um orku, tí eg
orki ikki tað sama nú, sum tá eg
var 30.
– Eg havi skrottað mínar ambi-
tiónir. Um tað er fínt ella ikki,
kann verða líkamikið. Eg vil
heldur gera okkurt, sum mær
dámar, og arbeiða saman við
fólki, sum eg havi tað gott saman
við. Eg leggi einki í, hvat kemur
at standa á gravsteininum hjá
mær, ella hvat eftirtíðin fer at
halda um meg og mín tónleik.
Eg vil heldur verða nærverandi
her og nú, tí tað kann koma ein
stórur metorur um nøkur ár og
splatta alla jørðina, og so er
søgan hjá okkum vekk.
Pauli í Sandagerði nevnir fleiri
ferðir orðið nærverandi í sam-
røðuni – bæði tá ið hann tosar
um tónleikin, arbeiðið og
familjuna.
– Børnini hjá mær hava ikki
fingið tað burtur úr mær, sum
tey skuldu, og eg havi heldur
ikki fingið tað burtur úr teimum,
sum eg burdi. Tí er tað umráð-
andi, at tú kanst hyggja í ein
spegil og spyrja teg sjálvan, um
tað, sum tú gert, veruliga er nak-
að, sum tú vilt gera, ella um tú
gert tað, tí onnur vænta tað av
tær.
Kramm í gomlum løgum
Pauli í Sandagerði skrivar fram-
vegis tónleik, hóast hann síðsta
árið ikki hevur verið so virkin.
– Eg arbeiði nógv við føroysk-
um sálmaløgum í løtuni, og tað
dámar fólki sera væl. Tað er
kramm í teimum gomlu føroysku
løgunum, og tað er ovmikið av
taka av. Eg royni at verða trúgvur
ímóti løgunum, so tey hoyrast
aftur í tónleikinum. Tú skalt
hoyra lagið og merkja stemning-
in og ikki bara pakka alt inn í
teori.
Og tá ið hesi gomlu løgini
verða framførd av nýggjum, og
fólk taka væl ímóti teimum, so
er Pauli í Sandagerði eisini fegin.
– Eg fekk herfyri eitt bræv frá
eini eldri kvinnu, sum hevði
verið til eina konsert við tónleiki
hjá mær. Hon var hugtikin av
tónleikinum og ætlaði sær aftur
til allar konsertir við mínum
tónleiki.
Tað er slíkt, sum nú á døgum
gevur lívinum hjá Paula í Sanda-
gerði innihald. At vanligum fólki
dámar hansara tónleik, og at
hann kann skriva júst tað, sum
hann hevur hug at skriva uttan at
skula hugsa um, hvat skal eitast
fyri at verða rætt og skeivt í júst
hesi tíðini.
– Vit hava lyndi til at gera tey
somu mistøkini umaftur og
umaftur, men eg havi broytt mína
tankagongd nógv seinastu tíðina,
og nú vóni eg, at eg kann verða
meira nærverandi har, sum eg
eri, og bara gera tað, sum eg havi
hug at gera, sigur Pauli í
Sandagerði.
– Eg havi skrottað ambitiónirnar
Hann er givin at skriva tónleik, sum hann sjálvur og onnur fólk ikki tíma at lurta eftir. Hann vil
heldur skriva tónleik, sum Tanta Olga dámar, enn skriva fyri at fáa onkra virðisløn. Tónaskaldið
Pauli í Sandagerði er bersøgin á sínum fimmti ára føðingardegi, eftir at hann hevur havt eitt tungt
ár, har hann hugsaði nógv um lívið og tónleikin. Hann greiðir eisini í hesari samrøðuni frá,
hvussu tað er at renna runt sum ein idiot í fólkaskúlanum
– Eg havi skrottað mínar ambitiónir. Um tað er fínt ella ikki, kann verða líkamikið. Eg vil heldur gera okkurt, sum
mær dámar, og arbeiða saman við fólki, sum eg havi tað gott saman við. Eg leggi einki í, hvat kemur at standa á
gravsteininum hjá mær, ella hvat eftirtíðin fer at halda um meg og mín tónleik. Eg vil heldur verða nærverandi her
og nú, sigur Pauli í Sandagerði