Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 20 - 29. januar 2005 Øllum tykkum, ið á ymsan hátt gleddu okkum á hjúna- bandsdegnum 9. okt. 2004, takka vit hjartaliga. Andrea og Tórarinn Brúðarmyndir Logos Hope, fyrrver- andi Norrøna, fer nú úr Keypmannahavn, har hon hevur ligið síðani í vár GAMLA NORRØNA Símun J. Hansen Nógv er gjørt við skipið meðan tað hevur ligið í Keypmannahavn. M.a. er bildekkið gjørt klárt til tað nýggja dekkið, sum verður sett í skipið. Maskinan er yvirhálað, kahúttir tømdar og køkurin tikin niður. Men enn manglar nógv. Skipið siglir nú til eina skipasmiðju í Montenegro, har tann stóra umvælingin skal gerast. Nógv stálar- beiði skal gerast og ein stórur salur verður gjørdur har afturi í skipinum. Seinni í ár siglir Logos Hope til Bremen í Týsk- landi, har skipið endaliga skal gerast klárt til arbeiðið sum hon er ætlað til. OM Ships, sum keypti Norønnu, vónaði, at kostn- aðurin á umvælingararbeið- inum og keypinum fór at vera 18 milliónir dollarar, men nú vísir tað seg, at um- vælingararbeiðið verður munandi dýrari. Skipa- smiðjan í Montenegro er tann skipasmiðjan, sum er næst tí ætlaða kostnaðinum. Árni Jensen, sum skal føra skipið til Montenegro, sigur, at hann er sera harm- ur um, at tað nú vísir seg, at peningur ikki er til sand- blássingina av skipinum. "Hevði tað um ikki annað verið peningur til at sand- plása veðurdekkini. Men tað sær svart út sum nú er. Men vit biðja til Gud um hjálp og hann svíkur aldr- in", sigur Árni Jensen. Sandblásingin kostar 10 mió.kr. og hon hevði gjørt arbeiðið hjá manningini munandi lættari, tí teir høvdu fingið tíð til so nógv annað enn at banka rust. Sum nú er eru 4 føroy- ingar umborð. Teir eru Ragnar Mouritsen, báts- maður, Kjartan á Dul, dekkari, Bárður J. Eliassen, maskinmaður og Árni Jen- sen, skipari. Umframt hesar hava nógvir føroyingar ver- ið og arbeitt umborð á Nor- rønu, meðan hon hevur ligið við bryggju í Keyp- mannahavn. Av teimum hevur Osmund Olsen frá Syðrugøtu verið longst um- borð. Hann hevur arbeitt á dekkinum síðani august. Logos Hope fer at bera føroyska Merkið runt allan knøttin. Hon er skrásett í Føroyum, og OM Ships hevur ongar ætlanir um at flagga út. Spennandi verður at síggja, hvussu skipið sær út eftir umvælingina. Teir fýra føroyingarnir, sum eru við á Logos Hope. Ragnar Mouritsen, bátsmaður, Kjartan á Dul, dekkari, Bárður J. Eliassen, maskinmaður og Árni Jensen, skipari Mynd: Símun J. Hansen Sandblásingin møguliga avblásast