leygardagur 29. januar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ikki færri enn fýra
dystir eru á skránni í
meistaradeildini hjá
kvinnum í flogbólti
um vikuskiftið
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bæði Dráttur og TB skulu í
eldin tvær ferðir um viku-
skiftið. Leygardagin skulu
tvørakvinnur norður um
Suðuroyarfjørð, tá ið tær
skulu dystast við KÍF í
Hoyvíkshøllini. Um ikki
TB fær fulla úrttøku burtur
úr hesum dystinum, hevði
tað verið ein sensatión.
Toppur og botnur
Hin dysturin, sum er á
skránni leygardagin, verður
leiktur á Giljanesi, har
heimaliðið
Dráttur
fær
vitjan av ÍF. Liðini liggja
bæði tvey í miðjuni av
kappingini, men Dráttur
verður helst mett at verða
eina tonn sterkari enn ÍF.
Sunnudagin verður eisini
ein dystur í Vágum, og tá er
tað toppur og botnur, ið
hittast í Sørvági. Botnliðið
SÍ hevur enn einki stig,
meðan Mjølnir, sum kemur
á vitjan, er oddalið við 13
stigum.
Dysturin millum kvinnur-
nar hjá SÍ og Mjølnir fer tí
neyvan at verða eins spenn-
andi, sum mansdysturin
millum somu feløg, ið
verður leiktur beint aftaná.
Hinvegin so beit SÍ veruliga
frá sær, tá ið TB vitjaði í
Sørvági herfyri, og neyðugt
var við fimm settum, áðrenn
TB fekk stigini við sær.
Seinasti
dysturin
hjá
kvinnunum um vikuskiftið
er í Trongisvági, har TB fær
vitjan av Drátti. Talan verð-
ur kanska um ein spennandi
dyst, tí Dráttur kann veru-
liga bíta frá sær, um tær
hava ein góðan dag, men TB
má metast sum favorittar.
Nr. 20 - 29. januar 2005
25
Nógvir dystir hjá kvinnunum
Toppdystur í
Sørvági
Lagt er upp til eitt
ordans brak í Sørvági
sunnudagin, tá ið tey
bæði fremstu liðini í
meistaradeildini hjá
monnum í flogbólti
bresta saman
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Um sørvingar sunnudagin
megna at basa klaksvíking-
um í Sørvági, hava teir tik-
ið eitt megnar stig á leiðini
til føroyameistaraheitið í
mansflogbólti 2005. Gam-
aní hava klaksvíkingar
oddasessin í løtuni við ein-
um stigi meira enn SÍ, men
Mjølnir hevur eisini leikt
ein dyst meira. Verður hugt
at settmuninum, stendur SÍ
eisini betur har.
Hava vunnið hvør sín
dyst
Dysturin í Sørvági sunnu-
dagin verður tann triði
millum hesi bæði lið í
hesum kappingarárinum. Í
fyrsta dystinum í kapping-
ini hittust liðini í KÍ-høllini
miðskeiðis í oktober mán-
að, og tá vunnu klaksvík-
ingar 3-1.
Men síðst í november
mánað hittust liðini í Sør-
vági, og tá var tað SÍ, sum
var omaná og vann dystin
3-1.
Uttan iva fara sørvingar
at møta talsterkir til dystin
sunnudagin, og spurningur-
in er, um ikki eisini onkrir
klaksvíkingar fara at leggja
leiðina vestur í Vágar.
Umframt at verða ein
spennandi oddadystur, er
dysturin millum SÍ og
Mjølnir eisini ein general-
prøvi upp á steypafinaluna
millum júst hesi bæði, sum
verður spæld leygardagin
12. februar í høllini á Hálsi.
Hin dysturin í meistara-
deildini hjá monnum hetta
vikuskifti verður í Havn
sunnudagin, tá ið Fleyr fær
vitjan av ÍF. Fleyr hevur
havt eitt væl betur kapping-
arár í ár í mun til í fjør, og
teir liggja í løtuni á bronsu-
plássinum. ÍF, sum í fjør á
seinasta leikdegnum spældi
um FM-heitið, hevur als
ikki somu styrki í ár, og tað
er ikki væntandi, at teir fáa
koppað
havnarliðnum
sunnudagin.