leygardagur 29. januar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 20 - 29. januar 2005
Oddabrak í Vestmanna
Sunnudagin verður
aftur brak í Vest-
manna, og aftur hesa-
ferð er tað Kyndil, ið
kemur á vitjan í ein-
um dysti millum tey
bæði fremstu liðini í
Atlantic Airways
kappingini
UPPTAKT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað man verða lítið at ivast
í, at teir í Kyndli verða
ógvuliga uppsettir til dystin
sunnudagin, so at teir
kunnu fáa vaska ósigurin
mikukvøldið í steypakapp-
ingini av sær. 29-22 sigurin
hjá VÍF í hálvfinaluni
mikukvøldið var næstan ein
eyðmýking av føroyameist-
arunum, og tað vilja havn-
armenninir neyvan hava
sitandi á sær.
Leikbann og skaði
Undan dystinum sunnudag-
in er greitt, at Kyndil noyð-
ist at verða Finn Hansson
fyriuttan. Finnur fekk bein-
leiðis reytt kort í hálvfinal-
uni mikukvøldið fyri býtta
hevnissøku, og tað er ein
missur fyri Kyndil.
Hjá vestmenningum er
spurningurin, um Áki G.
Olsen verður klárur til dyst-
in. Hann var ikki við í hálv-
finaluni mikukvøldið, tí at
hann hevur forstrekt okkurt
í nakkanum. Hinvegin tókt-
ist tað ikki nerva vestmenn-
ingar tað stóra, at hann ikki
var við mikukvøldið, men
tað er avgjørt ein styrkur,
um hann verður klárur.
Um Kyndil ætlar sær at
halda fast í oddasessinum,
so noyðast teir at taka ann-
að skinn um bak, tí um
avrikið verður tað sama,
sum tað var mikukvøldið,
so er einki at gera. Gamaní
hava kyndilsmenn vunnið
báðar landskappingardyst-
irnar móti VÍF í hesum
kappingarárinum, men tað
er einki yvir at dylja, at tað
eru vestmenningarnir, ið
hava sálarligu yvirvágina í
løtuni.
Høvuðsstaðaruppgerð
Í Havn verður dystur mill-
um tvey av høvuðsstaðar-
liðunum, Neistan og H71,
og bæði liðini eru sera
svong eftir stigum. Neistin
fekk eitt stig inni á Skála
seinasta sunnudag, meðan
tað er nakað langt síðani, at
hoyvíkingar hava økt um
sítt stigatal.
Bæði liðini mugu sigast
at hava verið í einum aldu-
dali, men spurningurin er,
um ikki bæði liðini eru á
veg upp aftur. Neistin vísti
við javnleikinum á Skála
seinasta vikuskifti, at teir
eru ikki heilt fyri ongum,
og avrikini seinastu umfør-
ini hava verið tey frægastu
leingi.
Hoyvíkingar hava verið
fyri nógvum ósigrum í sein-
astuni, men mikukvøldið
var hugburðurin og stríðs-
viljin tann rætti, og um teir
halda fast í honum, kann tað
væl verða, at teir aftur fara
at bjóða av í kappingini um
bronsumerkini.
Upp og niður hjá KÍF
Kollfirðingar tóku øll á
bóli, tá ið teir seinastu
sunnudag vunnu ein greið-
an sigur á VÍF í Vestmanna.
Hetta vikuskiftið er KÍF
á heimavølli í Hoyvíks-
høllini, har teir fáa vitjan
av steypafinalistunum úr
StÍF.
Eyðkenni fyri júst hesi
bæði lið í hesum kapping-
arárinum hevur verið, at tey
hava verið rættuliga óstøð-
ug.
Kollfirðingar
hava
spælt sum brandar eitt
vikuskifti fyri síðani vik-
una eftir at verða fyri
ongum og leggja rygg til
greiðar ósigrar.
StÍF tykist hava funnið
stevið eftir ein trilvandi
byrjan upp á kappingarárið,
men framvegis tykjast teir
ikki nóg støðugir. Miku-
kvøldið knógvaðu teir akk-
urát hoyvíkingum í hálv-
finaluni í steypakappingini,
hóast teir góða viku framm-
anundan í landskappingini
vundu burtur úr H71 í Hoy-
vík. Seinasta sunnudag
høvdu teir vitjan av botn-
liðnum Neistanum, og tað
vóru strandingar stak hepn-
ir, at teir fingu annað stigið.
Dysturin millum KÍF og
StÍF tykist tí verða rættu-
liga opin, men greitt er, at
um liðini ætla sær at verða
við í stríðnum um bronsu-
heiðursmerkini, so er neyð-
ugt við einum sigri.
Mest spennandi dyst-
urin í fremstu
kvinnudeildini hetta
vikuskifti er óivað
dysturin í Havn mill-
um Neistan og VB
UPPTAKT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tríggir dystir eru á skránni
í Sunset-kappingini hjá
kvinnum hetta vikuskifti. Í
Havn fáa steypafinalistar-
nir úr Neistanum vitjan av
VB, sum hóskvøldið í evstu
løtu tapti dystin um hitt
pláss í steypafinaluni til
Stjørnuna.
Er Neistin avbjóðari?
Tað hevur onkuntíð verið
sagt, at Neistin kann gerast
ein avbjóðari til Stjørnuna
og VB um trúnina í før-
oyskum kvinnuhondbólti,
men tað verður neyvan í ár,
at so verður. Herfyri hevði
havnarliðið vitjan av odda-
liðnum Stjørnuni í Havn,
og tá vunnu klaksvíks-
kvinnur ein greiðan sigur
upp á níggju mál.
Nú er tað so hitt odda-
liðið, VB, ið kemur á vitjan
á Hálsi, og so skal neista-
manningin
standa
sína
roynd. Tað er vert at hava í
huga, at liðið hjá vágbing-
um allarhelst er eitt sindur
viðtikið bæði kropsliga og
sálarliga, nú tær hava spælt
heili tríggjar dystir seinastu
vikuna. Seinasta vikuskifti
spældu tær fyrst leygardag
ein harðan dyst móti Sølj-
uni í Vági, sunnudagin var
oddadystur í Klaksvík, sum
VB vann stórt, og hós-
kvøldið taptu tær seinnu
hálvfinaluna móti Stjørn-
uni í Klaksvík tepurt.
Talan er altso um eitt
ómetaliga strævið tíðar-
skeið hjá vágskvinnum, og
spurningurin er, um tað fer
at hava síni árin á avrikini
úti á vøllinum.
Grannauppgerð
Á Giljanesi verður tað, ið
vit næstan kunnu rópa fyri
eina grannauppgerð, tá ið
Søljan fær vitjan av VÍF.
Vágakvinnur hava verið tað
stinnara av hesum báðum
liðunum higartil í kapping-
ini, men seinasta sunnudag
høvdu vestmannakvinnur
styrkt um liðið hjá sær við
bæði Nikolinu Eyðbjørns-
dóttir og Alis Høghamar,
og tað ger góðan mun hjá
VÍF.
Um so VÍF fær vart fyri
Nicoletu Radu Hansen hjá
Søljuni, so er nógv vunnið,
tí vanligani skorar hon
okkurt um helmingin av
øllum málunum hjá Sølj-
uni. Hinvegin kunnu eisini
bæði Lina Andriulyte og
Heidi Maria Akselsen gera
nógv mál, so har er nógv
hjá VÍF-verjuni at ansa
eftir.
Hjá Søljuni ræður um at
fáa vart fyri skjótálopunum
hjá VÍF, har tær báðar
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
og Fríða Marjunardóttir
kunnu verða sera vanda-
miklar.
Seinasti dysturin í Sun-
set-kappingini um viku-
skiftið verður í Klaksvík,
har Stjørnan fær vitjan av
StÍF. Her eru klaksvíks-
kvinnur stórfavorittar at
vinna dystin, og hóast tær
eisini hava spælt nógvar
dystir í seinastuni, so eigar
tað ikki at geva teimum
nakrar trupulleikar sunnu-
dagin.
StÍF er eitt av niðaru
liðunum í kappingini, og
tað hevði verið einki minni
enn ein sensatión, um tær
fingu nakað stig við sær
aftur úr Klaksvík.
Sunnudagin er lagt upp til
enn eitt brak í Vestmanna, tá
ið VÍF við einum sigri á
gestunum úr Kyndil kunnu
taka oddasessin frá
havnarliðnum.
Mynd: Álvur Haraldsen
v.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
14
13 - 0 - 1
442
273
169
26
2 Stjørnan
14
13 - 0 - 1
347
265
82
26
3 Neistin
14
10 - 0 - 4
398
302
96
20
4 Søljan
14
8 - 0 - 6
384
325
59
16
5 VÍF
14
5 - 0 - 9
328
328
0
10
6 StÍF
14
4 - 1 - 9
315
363
-48
9
7 Kyndil
14
2 - 1 - 11
269
392
-123
5
8 Tjaldur
14
0 - 0 - 14
221
456
-235
0
v.
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Kyndil
3
2 - 0 - 1
391
313
78
12
2 VÍF
3
2 - 0 - 1
392
352
40
12
3 KÍF
3
2 - 0 - 1
332
357
-25
8
4 StÍF
3
2 - 1 - 0
349
377
-28
8
5 H71
3
0 - 0 - 3
377
389
-12
5
6 Neistin
3
0 - 1 - 2
354
407
-53
4
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
12
11 - 1
34
8
26
13
2 TB
12
10 - 2
30
15
15
11
3 Dráttur
12
6 - 6
27
21
6
8
4 ÍF
12
5 - 7
18
21
-3
6
5 KÍF
12
4 - 8
14
27
-13
4
6 SÍ
12
0 - 12
5
36
-31
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 SÍ
9
8 - 1
25
8
17
16
2 Mjølnir
10
8 - 2
26
10
16
16
3 Fleyr
10
6 - 4
22
16
6
12
4 ÍF
10
2 - 8
9
26
-17
4
5 Fram
11
1 - 10
9
31
-22
2
VB truplan útidyst