leygardagur 29. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 • leygardagur • 29. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Stjørnan-VB 23-21(11-12) samanlagt 46-45
Stjørnan í finaluni
Við einum góðum
avriki eftir steðgin
eydnaðist tað Stjørn-
uni at vinna á VB við
tveimum málum og
harvið tryggja sær
sess í steypafinaluni,
har tær skulu hitta
Neistan
STEYPADRAMA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Stjørnan megnaði at vaska
eyðmýkjandi ósigurin fyri
VB seinasta sunnudag á
heimavølli av sær, tá ið tær
í gjár koppaðu vágskvinn-
um í seinnu hálvfinaluni í
Coca-Cola kappingini.
VB legði bragdliga
fyri
Tað vóru annars vágs-
kvinnur, ið høvdu besta út-
gangsstøði undan dystin-
um, av tí at tær høvdu
vunnið fyrru hálvfinaluna í
Vági tvær vikur framman-
undan við einum máli, 24-
23.
VB var eisini betra liðið
fyrstu løtuna av dystnum,
og tað var skjótt, at tær
løgdu seg á odda. Stjørnan
megnaði ikki at fáa hol á,
fyrr enn nærum níggju
minuttir vóru leiktir av
dystinum, og tað má sigast
at verða rættuliga óvanligt
hjá greipuvinnarunum.
Tað tóktist sum um, at
heimaliðið var eitt sindur
fjáltursstungið, og at tær
stúrdu fyri, at tað skuldi
ganga eins galið sum
sunnudagin, tá ið tær taptu
við heili 16 málum fyri VB
í Klaksvík.
VB gjørdi sær dælt av
trilvandi
byrjanini
hjá
Stjørnuni, og um miðjan
fyrra hálvleik høvdu tær
lagt seg á odda við fýra
málum,
men
so
kom
heimaliðið spakuligani fyri
seg.
Verjan hjá heimaliðnum
gjørdist tættari og ágrýtn-
ari, og tað sást á øllum
brøgdum, at tær ætlaðu sær
nakað í hesum dystinum.
Eitt gott dømi, um hvussu
stinn verjan hjá Stjørnuni
royndist, er, at tær megnaðu
at forða Daivu Tomaite, ið
annars skeyt heili 16 mál
sunnudagin, ið at skora
fleiri enn fýra mál í dys-
tinum, harav eitt var við
brotskasti.
Togaðu seg innaftur
Tað var ikki fyrr enn móti
endanum av fyrra hálvleiki,
at heimaliðið fekk togað
sær inn á vágskvinnur aftur.
Stjørnan hevði eina góða
løtu tá, og glið kom á
álopsspælið, og tá ið VB
eisini samstundis loyvdi
sær at fáa tvær útvísingar
og misnýta eitt brotskast
seinastu løtuna fyri steðgin,
var dysturin aftur púra op-
in, tá ið hálvleikur var, tí tá
var støðan 12-11 til gestir-
nar.
Hóast VB tíðliga í seinna
hálvleiki legði seg á odda
við tveimum málum, 14-
12 og samanlagt við trim-
um, fekk hetta ikki heima-
liðið til at fella í fátt. Tær
koyrdu á við sínum spæli,
og spakuliga ótu tær seg
inn á gestirnar.
Tað gekk eisini skjótt, tí
tá ið VB bert megnaði at
skora tvær ferðir innan fyri
nærum 20 minuttir í seinna
hálvleiki, samstundis sum
Stjørnan fleiri ferðir sendi
framvið Astu í VB-málin-
um, og so var tað bráddliga
Stjørnan, ið hevði bestu
kortini á hondini. Tær vóru
nevnliga á odda 21-18, tá ið
einans fýra minuttir vóru
eftir at leika.
VB royndi at svara aftur,
og hóast Rannvá Augustin-
ussen og Aukse við tveim-
um skjótum málum mink-
aðu niður 21-20, gjørdist
mótbrekkan ov tung fyri
VB at vinna á, og frøðin á
stóru áskoðarafjøldini í
Klaksvík var stór, tá ið
Katarina Stjepanov tvey
sekund fyri leiklok langaði
bóltin í kassan til endaliga
úrslitið 23-21 til Stjørnuna,
sum harvið hevur møgu-
leika fyri at verja sítt heiti
sum steypavinnarar, tá ið
finalan verður leikt um eina
viku.
Stjørnan-VB 23-
21(11-12)
Stjørnan: Alina Olaru 7,
Katarina
Stjepanov
5,
Annika Ljósstein 5(1),
Bára S. Klakstein 3, Una
Olsen
2,
Joan
M.
Djordjevic 1
VB: Aukse Vysniaskaite
8(2), Rannvá Augustinus-
sen 4, Daiva Tomaite 4,
Christina Holm 3, Arnleyð
Hjelm 1, Gurið Mortensen
1
Brotskøst: Stjørnan 2(1),
VB 5(2)
Útvísingar: Stjørnan 3, VB
3
Dómarar: Kristjan Johan-
sen og Sámal Hansen
Dystaryvirlit:
Hondbóltur
30.01.05 Sunset-kappingin
Dómarar:
Kl. 14.30
Neistin-VB
Ítróttarhøllin á Hálsi
Hannis/Uni
Kl. 15.00
Søljan-VÍF
Høllin á Giljanesi
Heri/Brandur
Kl. 15.00
Stjørnan-StÍF
KÍ-høllin
Eyðun/Andreas
Atlantic Airways-kappingin
Kl. 16.00
VÍF-Kyndil
Høllin í Vestmanna
Kári/Dánjal
Kl. 16.00
KÍF-StÍF
Hoyvíkshøllin
Sámal/Kristjan
Kl. 16.00
Neistin-H71
Ítróttarhøllin á Hálsi
Hannis/Uni
Flogbóltur:
29.01.05 Meistaradeildin kvinnur
Kl. 14.00
KÍF-TB
Hoyvíkshøllin
Mjølnir
Kl. 16.00
Dráttur-ÍF
Giljanes
Mjølnir
30.01.05
Meistaradeildin kvinnur
Kl. 14.00
SÍ-Mjølnir
Sørvágur
KÍF
Kl. 15.00
TB-Dráttur
Trongisvági
KÍF
Meistaradeildin menn
Kl. 15.00
Fleyr-ÍF
Gundadalshøllin
Fram
Kl. 16.00
SÍ-Mjølnir
Sørvágur
Fram
H71 fær neyvan
viðhald
Tað tykist lítið sann-
líkt, at H71 fær við-
hald í kæruni um
dystin mikukvøldið
HONDBÓLTSTRÆTA
Jákup Mørk/Terji Nielsen
jakup@sosialurin.fo
terji@sosialurin.fo
Enn hevur kappingar-
nevndin hjá HSF ikki
tikið støðu í málinum. Og
enn vil dómarafelagið
ikki úttala seg um, hvørt
dómararnir í dystinum
millum StÍF og H71
gjørdu rætt í samband við
umstrídda time-out´ið í
dystinum mikukvøldið.
Fordømi av Skála
Men sambært fordømi úr
júst høllini á Skála, so er
lítil ivi um, at dómararnir
tóku røttu avgerðina, tá
teir valdu at steðga álopi
hjá H71, fyri síðani at
geva strandingum nýggj-
an álopsmøguleika. Hetta
tí teir høvdu biðið um
time-out í undanfarna
álopinum. Eitt time-out,
sum hvørki dómarar ella
leikarar hoyrdu nóg tíð-
liga vegna nógva gangin í
høllini.
Í mars tapti StÍF avger-
andi dyst móti Neistan-
um, men eftir dystin var
tað serliga ein líknandi
hending sum tann miku-
kvøldið, ið fekk umrøð-
una.
StÍF kærdi tó ikki hend-
ingina, men teir kannaðu
málið, og boðini vóru
greið, tá teir spurdu
norska dómarafelagið um,
hvussu time-out reglan
skal skiljast, um so er, at
dómararnir
ov
seint
síggja, at biðið er um
time-out.
»Floytuljóðið frá tíð-
takara/skrivara steðgar í
prinsippinum dystinum,
og alt tað, sum hendir eftir
hetta, verður ógildað, tó
undantikið
persónligar
revsingar. T.v.s. gul kort,
útvísingar v.m.«
Sostatt tykist lítil ivi
vera um, at dómararnir
mikukvøldið tóku røttu
avgerðina, og at strand-
ingar tí kunnu fyrireika
seg til finaludyst annað
vikuskiftið.
Men hinvegin siga regl-
arnar hjá Dansk Hånd-
boldforbund, at eitt lið, ið
hevur bóltin, og sum einki
skeivt hevur gjørt, soleið-
is sum tað var við H71
mikukvøldið, ikki kann
missa bóltin aftur. Tað var
annars tað, ið dómararnir
gjørdu mikukvøldið, tá ið
teir steðgaðu H71-álopin-
um, tóku time-outið og
góvu StÍF nýtt álop.
Enn er tó eingin avgerð
follin í málinum. Kapp-
ingarnevndin skuldi hava
fund seinnapartin í gjár,
eftir at blaðið var farið til
prentingar.
Rómurin var øgiligur í Klaksvík, tá ið Stjørnan hevði tryggjað sær pláss í steypafinaluna við at vinna 23-21 á VB.
Mynd: Bárður Lydersen