leygardagur 29. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 20 - 29. januar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Gadafi vorðin
friðarmaður
Libyski forsetin, Muammar al-Gadafi, sigur nú, at
hann hevur biðið leiðararnar í Norðurkorea sleppa
øllum ætlanum um at fáa sær kjarnorkuvápn.
Í vikuni hitti Gadafi suðurkoreanska uttanríkisráð-
harran, Ban Ki Moon, og har greiddi hann frá, at hann
hevur havt samband við norðurkoreonsku stjórnina og
biðið hana slaka fyri altjóða trýstinum. Gadafi gjørdi tó
greitt, at eftir hansara tykki eigur altjóða samfelagið at
hjálpa Norðurkorea, so landið verður ført fyri at nýta
sína kjarnorkutøkni til friðarlig endamál.
USA hevur illgruna um, at Norðurkorea hevur gjørt
minst tvær kjarnorkuløðingar, og at landið hevur fingið
hjálp og útgerð úr Iran. Libya játtaði fyri einum ári síð-
ani at sleppa sínum kjarnorkuætlanum aftur fyri at fáa
altjóða viðurkenning. Tað hevur millum annað havt við
sær, at øll tiltøk ímóti Libya eru sett úr gildi, og Gadafi
hevur eisini tikið lut í fleiri altjóða tiltøkum síðani.
Lova stuðul til Afrika
Á heimsráðstevnuni um politikk og búskap í sveisiska
býnum Davos hava viðurskiftini í Afrika verið eitt av
høvuðsevnunum.
Fleiri hava víst á, at malaria og aðrar sjúkur hava
ongantíð kravt so mong manalív í Afrika sum nú, og
fyrradagin lovaðu fleiri at játta meiri pengar til
bardagan ímóti sjúkunum. Teirra millum, sum tóku
orðið í tí sambandi, vóru fyrrverandi amerikanski for-
setin Bill Clinton, bretski forsætisráðharrin, Tony Bla-
ir, suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, Microsoft-
stovnarin Bill Gates og írska rockstjørnan Bono.
Í sínari røðu segði Tony Blair, at bretska stjórnin hev-
ur játtað 600 milliónir krónur eyka til bardagan ímóti
malaria í Afrika. Hann heitti á altjóða samfelagið um at
gera tað sama og vísti á, at á hvørjum ári doyggja ein
millión afrikanarar av malaria, tey flestu børn.
Bill gates hevur fyrr boðað frá, at hansara grunnur
fer at játta einar fýra milliardir krónur til bardagan
ímóti ymsum sjúkum.
Størri samstarv í
oljuvinnuni
Týskland vil fegið hava tættari samstarv við Noreg á
oljuøkinum, og londini eru vorðin samd um at seta eina
felags nevnd at leggja samstarvið til rættis.
34 prosent av oljuni og gassinum, sum týskarar inn-
flyta, kemur av teimum norsku oljuleiðunum, men á ein-
um fundi í Bremen í vikuni kom fram, at týskarar vilja
fegnir keypa uppaftur meiri olju og gass úr Noregi.
Men týskarar hava eisini áhuga fyri samstarvi í
sjálvari oljuvinnuni. Týskland og Russland hava longu
skrivað undir ein sáttmála um samstarv í tí russiska
partinum av Barentshavinum, og ein slíkan vilja
týskarar fegnir hava við Noreg. Norski vinnumálaráð-
harrin, Børge Brende, sigur við Aftenposten, at nú
skulu serfrøðingar kanna, hvussu samstarvið ímillum
norskar og týskar fyritøkur í oljuvinnuni kann økjast.
Gongur væl hjá Nokia
Finska stórfyritøkan Nokia boðaði í gjár frá, at hon
hevði næstan tvær milliardir kónur minnui í avlopi í
oktober ársfjórðingi í fjør enn í 2003, men kortini var
hetta betri, enn serfrøðingar høvdu roknað við. Tað
gjørdi eisini, at virðið á partabrøvunum í fyritøkunu
hækkaði alt fyri eitt.
Sambært tíðindastovuni SME hevði Nokia góðar 10
milliardir krónur í avlopi í seinasta ársfjórðingi, og tað
var umleið 15 prosent meiri, enn serfrøðingarnir høvdu
væntað. At úrslitið var heldur lakari enn í sama árs-
fjórðingi í 2003 komst sambært stjóranum, Jorma
Ollila, av, at fartelefonsølan minkaði, og at prísirnir
komu í eina meiri fasta legu.
– 32 prosent av øllum fartelefonum, sum vórðu
seldar í fjør, vóru av slagnum Nokia, skrivar SME.
Í morgin er tjóðar-
tingsval í Irak, men
nógvir veljarar tora
ikki á val, og teir vita
heldur ikki, hvørji
valevnini eru
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Eg tori ikki á val, men eg
eri noyddur at fara, tí vit
hava fingið at vita, at fara
vit ikki á val, fáa vit ikki
meiri at eta, sigur tann 52
ára gamli vaktarmaðurin
Amin Hajar við tíðinda-
stovuna IPS.
Hann er vaktarmaður utt-
an fyri ein skúla í Bag-dad,
tí skúlin skal nýtast sum
valhøli í morgin. Men hetta
er ikki ein vanligur skúli
ella eitt vanligt valstað, tí
kring skúlan eru byrgingar
við sandsekkjum og píka-
tráði.
Myndugleikarnir
hava roynt at dylja, hvar
valstøðini eru, men sand-
sekkirnir og píkatráðurin
vísa, hvørji støð myndug-
leikarnir hava valt.
Tað hava uppreistrar-
menninir eisini sæð, og teir
seinastu dagarnar hava teir
sprongt fleiri skúlar í luft-
ina. Sambært AFP kostaðu
slík álop 30 irakum og
tveimum amrikanarum lív-
ið hósdagin.
Ringast stendur til í tí
sokallaða sunni-trýhyrn-
inginum norðan fyri bag-
dad, men í høvuðsstaðnum
kunnu veljararnir heldur
ikki kenna seg trygg. Ein
tíðindamaður hjá New York
Times, sum hevur verið í
Bagdad teir seinastu dagar-
nar, sigur, at hvørki amerik-
anararnir
ella
iraksku
myndugleikarnir
kunnu
veita fólki vissu fyri, at
einki fer at henda teimum,
tá og um tey fara á val.
Bara í síðstu viku brustu 37
bumbur og 52 rakettir í
býnum.
Amerikanska herleiðslan
hevur sagt, at sambært ein-
ari kanning fara 80 prosent
av fólkinum í Bagdad á val,
men tá tíðindamaðurin hjá
New York Times spurdi 20
fólk í býnum, um tey ætl-
aðu sær á val, var tað bara
ein, sum játtaði.
al-Zarqawi
Tí eingin veit, hvat kann
henda í morgin. Uppreistr-
arleiðarin al-Zarqawi hevur
kunngjørt, at tey, sum fara á
val, eru svíkjarar og hava
ikki uppiborið annað enn
deyðan.
Tað er eingin ivi um, at
al-Zarqawi er ein týðandi
maður í Irak í hesum døg-
um. Hann hevur lovað at
oyðileggja valið í morgin,
og nógv bendir eisini á,
hann er førur fyri tí.
– Vit hava sent demokrat-
inum og tess óndu hug-
sjónum krígsavbjóðing, og
hon er eisini galdandi fyri
tey, sum fylgja hesum hug-
sjónum, segði hann í einari
kunngerð
fyri
nøkrum
døgum síðani.
al-Zarqawi hevur stórt
vald, tí tað er sjálvur Osama
bin Laden, sum hevur valt
hann at standa fyri ágang-
inum í Irak. Bæði amerik-
anarar og irakska stjórnar-
ráðið hava boðið sær til at
rinda 25 milliónir dollarar í
finningarløn, vil onkur av-
dúka, hvar hann fjalir seg,
men enn hevur eingin svik-
ið hann. Hvørki amerikan-
arar ella irakiska leiðslan
vita, hvar hann er, men teir
halda, at hann er onkun-
staðni í Irak.
Hansara uppfatan er, at
demokrati stríðir ímóti
teirri islamsku læruni, og
tað ætlar hann sær at
prógva - ikki við einum at-
kvøðuseðli, men við brýnd-
um knívi, skrivar New York
Times.
Tað eru ikki bara teir ir-
aksku veljararnir, sum taka
hann í álvara. 7.800 fólk
eru uppstillað til valið í
morgin, men 7.000 teirra
hava valt at dylja, at tey
stilla upp.
Eitt eiti av
einum vali
Uppreistrarleiðarin al-
Zarqawi og hansara
menn hava rætt nógvar
irakar frá at fara á val í
morgin.
Uppreistrarmenn hava oyðilagt fleiri av valstøðunum. Soleiðis sá hetta valstaðið í
býnum Samarra út í gjár