Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2005 21 Magni Arge er ovfarin og hevði slett ikki væntað at vera kosin "Ársins leiðari". - Eg læt meg stilla upp, tí eg helt, at tað kundi gera tað sama; eg fór ikki at verða valdur kortini, sigur hann ÁRSINS LEIÐARI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Tá ið eg bleiv spurdur, helt eg, at tað kundi gera tað sama, um eg stillaði upp sum "ársins leiðari", tí eg fór ikki at verða valdur kortini. Eg helt, at tað eru aðrir leiðarar, sum høvdu henda heiður betur upp- bornan enn eg. So, eg hugs- aði ikki meira um tað, og eg atkvøddi heldur ikki sjál- vur. Eg helt tað ikki vera rætt at atkvøða, tá ið eg sjálvur var í uppskoti. Lítillátin er hann um heiðurin, sum honum varð tillutaður á "Ársins leiðara- degi", ið Synergi skipaði fyri á Hotel Føroyum hós- dagin. Ovfarin – Eg eri avgjørt ovfarin, tí hetta hevði eg slett ikki væntað, sigur Magni Arge, sum beint eftir, at hann varð kosin "ársins leiðari", noyddist av Hotel Føroyum fyri at náa flogfarið til Dan- markar. Stjórin í Atlantsflogi við- gongur, at hetta er eitt herðaklapp, sum hann sjálvsagt er ógvuliga fegin um, men leggur í sama andadrátti aftrat, at hann tekur hetta sum ein heiður til øll tey starvsfólk, sum hava borið Atlantsflog fram til tað, sum felagið er í dag. – Tað er okkara felags avrik, sum liggur til grunds fyri hesum – í nógv størri mun enn eg, sum einstakur persónur. Magni vísir á, at ein leið- ari og eitt arbeiðspláss eru "tvær síður av somu søk", sum hann tekur til. – Eg ivist onga løtu í, at tað er okkara felags avrik, sum liggur til grunds fyri hesum, sigur hann. Aðrir leiðarar Hann heldur, at hann kundi havt gjørt nógv ting betur, enn hann hevur gjørt, og soleiðis vil tað nú altíð vera. – Alt kann gerast betur, og tað má vera málið hjá okkum øllum at gera okk- um betur, sigur Magni og heldur fyri, at aðrir leiðarar – líka so væl sum hann sjálvur – ivaleyst høvdu havt uppiborið heiðurin sum "ársins leiðari". Í skemti, sigur hann seg ivast í, um hann hevði verið kosin "ársins leiðari", um hansara egnu starvsfólk høvdu talað. – Eg trúgvi ikki, at hesin heiður byggir á intern viðurskifti, men meira á tað, sum felagið við teim- um starvsfólkum, sum eru grundarlagið undir øllum, hava avrikað, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, í stuttari viðmerking úr Keypmannahavn. Ársins leiðari, Magni Arge: – Hetta er ein felags heiður til okkum øll – Eg eri avgjørt ovfarin, tí hetta hevði eg slett ikki væntað, sigur Magni Arge, sum beint eftir, at hann varð kosin "ársins leiðari", noyddist av Hotel Føroyum fyri at náa flogfarið til Danmarkar Mynd: Vilmund Jacobsen - Arbeiðsumstøður- nar og manningar- umstøðurnar umborð á nýggja bátinum kunnu slett ikki sam- anberast við tær um- borð á gomlu Randi. Hetta verður nakað heilt annað og betur, sigur Jens Jakku Ol- sen á Toftum NÝGGJUR BÁTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin um 16.30-tíðina legði nýggi trolbáturin, sum Jens Jacob Olsen hev- ur keypt úr Danmark, fyri fyrstu ferð til bryggju á Toftum. Skipað varð fyri móttøku og kommunuskrivarin, Al- fred Olsen, sum eisini er løgtingsmaður, helt røðu. Nógv fólk var samankomið á bryggjuni, og tá ið for- mella móttøkan var liðugt, bjóðaði eigarin fólki um- borð at síggja bátin. Nýggj Randi Jens Jacob hevur verið íðin fiskimaður í mong ár. Í 1979 keypti hann fyrsta útróðrarbátin, sum var ein 20 tonsari. Tey fyrstu árini royndu teir bara við línu, men í 1983 fóru teir eisini at trola um summarið. Í 1990 skifti hann 20- tonsaran út og keypti sær annan bát, sum hann hevur havt øll árini síðan. Í dag er hesin báturin á sølulista, men er ikki seldur enn, nú tann nýggi báturin er komin og fer til fiskiskap um einar 14 dagar ella tríggjar vikur. – Fram til 1990 royndu vit við línu um veturin og við troli um summarið, men árini síðan hava vit bara roynt við troli – á landleiðini um summarið og uttanfyri hin partin av árinum, sigur Jens Jacob. Nýtt arbeiðsdekk Stálbáturin, sum nú fer at loysa gomlu Randi av, er 15 ára gamalur. Hann hevur verið heima- hoyrandi í Íslandi í 13 ár og seinastu tvey árini í Dan- mark, haðani Jens Jacob keypti hann. Nýggi báturin er 19,52 metrar langur og 5,89 metr- ar breiður. Maskinan er ein 402 hk. Caterpillar. Báturin fær loyvini hjá gomlu Randi. Síðan Jens Jacob keypti bátin, 26. oktober 2004, er hann vorðin yvirdekkaður og sandblástur á skipa- smiðju í Skagen. Nú hann liggur við bryggju á Toftum, sær hann út sum nýggjur. – Arbeiðsdekkið, sum er frammanfyri troldekkið, verður eisini gjørt av nýggjum, og hetta arbeiði tekur FJM í Runavík sær av. Hann sigur, at arbeiðs- dekkið stendur liðugt inni á maskinverkstaðnum og verður nú sett upp umborð. Jens Jacob væntar, at nýggi báturin verður klárur at fara til fiskiskap um ein- ar tvær ella tríggjar vikur. Vælnøgdur eigari Eigarin sigur, at hann er sera væl nøgdur við bátin. – Nú vit komu upp úr Danmark, høvdu vit sjask- veður tann eina dagin, men eg má siga, at báturin skikkaði sær ógvuliga væl í sjónum. Hann væntar, at hetta verður ein góður bátur. – Arbeiðsumstøðurnar og manningarumstøðurnar umborð kunnu slett ikki samanberast við tær um- borð á gomlu Randi. Hetta verður nakað heilt annað, sigur Jens Jakku. Hann væntar, at nýggja Randi fer at standa í umleið 5 miljónum krónum, tá ið klárt er at loysa. – Hetta ljóðar kanska ikki so nógv í mun til, hvat nýgg skip av hesi støddi kosta, men eg haldi, at hetta er nóg mikið, sigur Jens Jacob Olsen, sum kortini er fegin um keypið, hann hevur gjørt. Umborð á Randi verða 4 mans, men um summarið verða seks mans knýttir at bátinum. Jens Jacob Olsen keypt nýggjan trolbát Hóskvøldið um 16.30-tíðina legði báturin, sum Jens Jacob Olsen hevur keypt úr Danmark, til bryggju á Toftum, har skipað varð fyri móttøku Mynd: Vilmund Jacobsen Alfred heils- aði Randi NÝGGJUR BÁTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum siður er, stóð nan fyri móttøkuni, tá ið nýggi trolbáturin, Randi hjá Jens Jacob Olsen, fyri fyrstu ferð legði til bryggju á Toftum hós- dagin. Við tað, at borgar- stjórin, Símun Johanne- sen, var upptikin í øðrum ørindum, fall tað komm- unuskrivaranum og løg- tingsmanninum, Alfredi Olsen, at siga nøkur orð við móttøkuna. Alfred beyð í fyrsta lagi bátinum vælkomnum og helt fyri, at tað altíð er ein hátíðardagur, tá ið nýtt skip kemur til bygdina. – Tað gleðir okkum øll at síggja hetta stásiliga skipið koma til kommun- una, og tað frøir okkum, at tað framvegis eru menn og kvinnur, sum hava áræði at fara undir slík tøk, sum tað altíð er at fáa sær nýtt skip. Hann segði, at slíkt áræði og trúgv á framtíð- ina hevur góða ávirkan á øll, tí við hesum fáa fólk íblástur og dirvi til at møta komandi døgunum við øllum tí, sum fram- tíðin nú einaferð gevur. – Eg vil bjóða Randi vælkomnum til bygdina við ynskjum um, at hetta stásiliga skip fær eina fiskaríka framtíð. Harrin signið skip, manning og reiðarí, segði Alfred Olsen.