Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 20 - 29. januar 2005 Trivnaðarkanning av ungdóminum í Havn Vála oman niðan Áarvegin, tónleikur, forelskilsi, klandur og skúlating. Ja, mangar eru myndir- nar av ungdóminum í Havn, men hvussu trívist hann og hvørjir dreymar hevur hann? TRIVNAÐAR- KANNING Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu Mánadagin 31. januar fáa allir næmingar í fram- haldsdeildunum í Havn teldubræv frá Tórshavnar Kommunu, har heitt verð- ur á teir, um at taka lut í stórari spurnarkanning av trivnaðinum hjá ungdóm- inum í kommununi. Spurningarnir, sum sett- ir verða í kanningini, snúgva seg um alt frá dansiviðurskiftum til lummapening. Harum- framt er orðið eisini frítt, og næmingarnir fáa høvi at greiða frá, hvat teir høvdu gjørt fyri børn og ung, um teir sluppu at ráða í Tórshavnar Kommunu. Tað forkunnuga við kanningini er, at hon einans er teldutøk, og at allir spurningar verða svaraðir á eini heimasíðu, sum er gjørd til endamál- ið. Hvør einstakur næm- ingur fær eitt loynital, sum skal brúkast fyri at fáa atgongd til síðuna. Fyrimunurin við teldu- tøku kanningini eru nógv- ir. T.d. skulu úrslitini av kanningini ikki tastast inn á eitt telduforrit, men kunnu verða nýtt beinan- vegin. Eisini verður rokn- að við, at tað er lættari og hóvligari hjá næmingun- um at svara spurningun- um online enn við penn og papír. Í samráð við skúla- leiðslurnar er avgerð tikin um, at næmingarnir kunnu nýta teldurnar á skúlunum til endamálið, tí ikki allir næmingar hava atgongd til teldu og Inter- net heimanífrá. Tað er ein arbeiðsbólkur undir Mentamáladeildini hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur sett kanningina í verk, í sambandi við, at bólkurin er í fer við at skriva eitt álit um børn og ung í Havn. Vónandi fer kanningin at geva eitt innlit í trivn- aðin hjá ungdóminum, og nøkur hugskot til politisk tiltøk næstu árini. Afturfyri ómakin verð- ur lutakast millum flokk- arnar, sum luttaka í kann- ingini, har vinningurin verður eitt hugnakvøld fyri flokkin við bowling og pizza. Seinasta freist at svara spurningunum er 18. februar 2005. Trivnaðurin millum skúlanæmingar í Havn skal nú kannast savnsmynd Leygardagin fara peda- gog-lesandi at skipa fyri stórum familjudegi á Læraraskúlanum. Frá fyrireikarunum verður sagt, at undirhald av ymsum slag verður á skránni. Eitt kunnu børn- ini - og eisini tey vaksnu - royna fiskibrunnar, loppumarknað, karaokee og køkutombola, og hartil koma klovnar á vitjan. Undirhaldinum annars fer Johan í Kollafirði at standa fyri. -jm Familjutiltak á Læraraskúlanum Síðan ár 2000 er tosk- urin á Føroyabanka vorðin alsamt meira rak. Lívfrøðingar halda, at tað er mink- andi føðin, sum hevur verið atvoldin til hetta. – Men nú er líkt til, at vend er komin í, og fiskurin er feitari aftur, sigur Eyðfinn Magnussen, biologur og vísir til nýggjastu kanningarnar, sum fólk frá Fróðskapar- setrinum og Fiski- rannsóknarstovuni hava gjørt við Magn- usi Heinasyni FISKASTOVNAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gongur sjáldan bara ein veg í náttúruni – og sum heild hjá øllum tí, sum livir og andar. Viðhvørt gongur væl, og viðhvørt gongur minni væl. Men tað gongur sjáldan bara væl og sjáldan bara illa. Viðhvørt eru fiskastovnarnir væl fyri, og viðhvørt eru teir minni væl fyri. Søgan sigur okkum, at tað vendir altíð, sum tíðin gongur, bæði hendanvegin og handanvegin. Sær betur út Í september 2004 var Magnus Heinason á Før- oyabanka og gjørdi reglu- ligar yvirlitstrolingar. Fólk frá Fróðskaparsetri Føroya og Fiskirannsóknar- stovuni vóru við havrann- sóknarskipinum og Eyð- finn Magnussen, biologur, sum starvast á Fróðskapar- setrinum, hevur skrivað frágreiðing um kanningar- nar. – Síðan ár 2000 er tosk- urin á Føroya Banka vorðin alsamt meira rak, og sein- astu árini er hann minkaður 15% í fiti. Men nú er vend komin í aftur, og fiskurin er vorðin feitari aftur. Eyðfinn Magnussen sig- ur, at toskur, hýsa og upsi á Føroyabanka nú eru millum 3 og 5% feitari, enn tey hava verið seinastu undan- farnu árini. Hann heldur, at tað eru náttúruviðurskiftni við minkandi føði á Bankan- um, sum hava verið atvold- in til, at fiskurin gjørdist so rak. Nógv minni veiða Nýggjastu kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni vísa eisini, at miðalveiðan av toski, hýsu og upsa er minkað munandi í fjør í mun til árið fyri. Toska- veiðan er minkað við 55%, hýsuveiðan við 20 og upsa- veiðan við 33%. – Men tað er ikki bert minni til av fiski á Bankan- um; fiskurin er eisini smærri. Helvtin av toskin- um er minni enn 68 cm. Hetta er væl minni enn miðskeiðis í nítiárunum, tá ið miðallongdin á toski var millum 85 og 90 cm. Nú eru einans 4% av toskinum størri enn 90 cm. Eyðfinn Magnussen vísir á, at tað óivað er tað stóra veiðitrýstið, sum hevur ver- ið á Føroyabanka, ið er at- voldin til, at toskurin ikki hevur havt møguleikar at veksa seg stóran. – Eisini upsin á Bankan- um er smáfallandi. Kann- ingarnar vísti, at helvtin av upsanum er 52 cm. til longdar. Hetta er 4-5 ára gamal upsi – og er saman upsastøddin, sum fingin varð í 2003. Miðallongdin á hýsuni var 45 cm., sum er 3-4 ára gomul hýsa. Hitin lækkar Á kanningarferðini hjá Magnusi Heinason í heyst máldu teir eisini hitan við botnin. – Hesar kanningar vístu, at sjógvurin á Føroyabanka er eitt sindur kaldari nú enn fyri einum ári síðan. Eyðfinn Magnussen sig- ur, at síðan 1999, at hitin støðugt vaksin, úr 10,44 stigum upp í 11,24 stig í 2003. – Miðalhitin hendan túrin var 10,95 stig, sum er 0,29 stig kaldari enn somu tíð í fjør, sigur Eyðfinn Magn- ussen, biologur. Sær betur út á Føroyabanka: Fiskurin er feitari men minni er til Fiskurin á Føroyabanka er nú feitari aftur, men nógv minni er til, og fiskurin er smærri, enn hann hevur verið Mynd: Vilmund Jacobsen