leygardagur 29. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2005
19
- Eg komi ikki fyri at
missionera ell um-
venda nakran, men í
eini roynd at gera tað
meir nátúrligt at tosa
um ta andligu síðuna
av tilveruni. Fyri meg
er ongin mótsetning-
ur millum siðbundna
Gudstrúgv og tað,
sum eg umboði, sigur
klárskygniskvinnan
Hanne Slot Thing,
sum í næsta mánað
vitjar í Føroyum fyri
triðju ferð
KLÁRSKYGNI
Anna V Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nú Hanne Slot Thing fyri
triðju ferð kemur til Føroy-
ar at kunna um klárskygni
og tilvitskuarbeiði, er tað
millum annað, tí hon av-
gjørt hevur ta fatan, at før-
oyingar eru sera forvitnir
eftir at fáa innlit í tann and-
liga partin av tilveruni.
Hinvegin heldur hon, at
føroyingar ofta aftra seg,
kanska tí teir eru eitt sindur
bangnir fyri, hvat onnur
munnu halda um, at man
hevur áhuga í slíkum.
- Vónandi kann mín vitj-
an vera við til at gera tað
meir nátúrligt at tosa opið
um ta andligu síðuna av til-
veruni. Endamálið við mín-
um arbeiði er stutt sagt at
vit gerast so erlig og vakin í
okkara lívi, at vit sjálvi seta
dagskránna
saman
við
Gudi, okkara hjálparum,
verndareinglum, ella hvat
vit velja at kalla teir, sigur
Hanne.
Samrøður, skeið
og fyrilestur
Hanne Slot Thing hevur
valt at skipa sína vitjan í
Føroyum soleiðis, at fólk
kunnu velja, um tey koma
til almennan fyrilestur,
skeið ella til privatar sam-
røður
- Privatu samrøðurnar,
ella clairvoyance sessiónir,
eru samrøður ella parsam-
røður, har tú kanst seta
teimu deyðu spurningar og
fáa svar gjøgnum meg.
Hetta kann geva innlit í,
hvar í tínum lívi tú stendur
beint nú, og hvørjir møgu-
leikar liggja fyri framman.
Vit kunnu eisini hyggja
nærri eftir, hvørjar forðing-
ar møguliga eru, og hvussu
tær lættast kunnu fáast
burtur, greiðir Hanne frá.
Eisini fer at bera til at
tekna seg til eitt tilvitsku-
skeið, sum Hanne lýsir,
sum eitt skeið fyri menn-
iskju, sum ikki eru nøgd
við bert at hoyra um and-
liga heimin frá øðrum, men
heldur sjálvi vilja heinta
svarini, tey sóknast eftir.
Her verður arbeitt við at
geva luttakarnum nøkur
amboð til at hyggja djúpri
inn í seg sjálvan, gera orku-
venjingar og meditatiónir
fyri at flyta forðingar, so
tað ber til at koma víðari í
lívinum.
Klárskygniskvøldið, har
øll kunnu koma, gevur eitt
breitt innlit í, hvussu Hanne
arbeiðir.
- Eftir eina stutta fram-
løgu leiði eg tað, sum tey
deyðu hava at siga, á ein
hátt soleiðis at tað viðkem-
ur teimum, sum er møtt
hetta kvøldið og tí, tey hava
brúk fyri at vita júst tá. Síð-
ani gangi eg runt og spyrji
hvønn einstakan, um tað er
okkurt, hann ella hon vil
vita meir ítøkiligt. Er tað
tað, leiði eg svarið frá tí
deyða til viðkomandi, so
vítt tað ber til, sigur Hanne.
Ikki fyri at missionera
Tilvitskufrøði, sum arbeið-
ið hjá Hanne grundleggj-
andi snýr seg um, er læran
um, hvussu vit brúka okk-
ara tilvitsku til júst tað, vit
ynskja. Til dømis klár-
skygni ella clairvoyance,
healing, at gjøgnumskoða,
um menniskju eru erlig ella
hava eina fjalda dagsskrá
og at endurskoða okkara
lív, virkismynstur og sam-
bond við onnur menniskju,
greiðir Hanne frá, og leggur
afturat, at endamálið ikki er
at umvenda nakran, men
heldur at geva fólki nøkur
amboð til at klára avbjóð-
ingarnar í gerandisdegnum.
Hetta verður gjørt í tøttum
sambandi við tað, hon kall-
ar okkara vegleiðarar, líka
frá Gudi, Jesusi og Jomfrú
Mariu til høvuðseinglarnar
og øll hægri vald, sum
bjóða seg fram.
- Hesi vísa seg ikki fyri
mína skyld, men fyri at
hjálpa teimum, sum søkja
sær hjálp gjøgnum meg.
Fyri meg er tað sostatt als
ongin mótsetningur millum
siðbundna Gudtrúgv og
tað, sum eg umboði, sigur
Hanne Slot Thing
Hanne Slot Thing er
fødd og uppvaksin í Vestur-
jyllandi í einum stórum
systkinaflokki. Hon er út-
búgvin fysioterapeutur, og
arbeiddi í yrkinum í 11 ár,
samtundis sum hon tók út-
búgvingina sum tilvitsku-
frøðingur. Hanne er gift og
eigur 4 børn.
Síðani fyrst í 2000 hevur
Hanne havt egna privata
viðtalustovu, hildið fyri-
lestrar,
klársýnskvøld,
verkstaðir og givið frálæru
í tilvitskuarbeiði.
Hanne Slot Thing verður
í Føroyum í døgunum 7. til
14. februar.
Lýst verður nærri í bløð-
unum.
Klárskygniskvinna til Føroyar:
Fær samband við tey deyðu
–Fyri meg er tað als
ongin mótsetningur
millum siðbundna
Gudtrúgv og tað, sum
eg umboði, sigur
klárskygniskvinnan
Hanne Slot Thing