leygardagur 29. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓNLEIKUR
tíðindaskriv
Ferðin til Íslands á festival í
Vestmannaoyggjunum,
sum GRÓT skipaði fyri við
bólkunum SIC og Ólavi og
Torfinni úr Gestum sein-
asta vikuskifti gekk frábera
væl.
Onnur kend nøvn spældu
eisini á festivalinum, mill-
um hesi frálíku vóru Hoff-
mann, sum vitjaðu G!
Festival seinasta ár og so
super 68ara bólkurin Brain
Police. Hesir teljast báðir
millum heilt væl umtóktu
bólkarnar í Íslandi fyri
tíðina.
Frásøgumaður á tiltak-
inum var hin væl kendi Óli-
palli frá Rás2 hjá íslendska
Ríkisútvarpinum.
Framførslan hjá Ólavi og
Torfinni var sera væl mót-
tikin og fólk sótu hugtikin
og lýddu á vøkru sangirnar,
framførdar
einans
við
kassaguitarum og sangi.
Løgini vóru nøkur vit
kenna frá Gestum, okkurt
spildur nýtt og so eitt
Clickhazelag, sum Ólavur
var við til at skriva og synja
við bólkinum tann tíð tað
var.
Sic setti veruliga lív í
áhoyrarafjøldina og vóru
avgjørt millum best dámdu
bólkarnar hetta kvøldið. Ja,
satt at siga vóru Vest-
mannaoyggjar á gosi hesa
løtuna meðan Sic við sín-
um orkulødda og grótharða
tónleiki
lótu
føroyskt
tónleikalava goysa úr sær.
GRÓT hevur fyrr skipað
fyri íslandsferðum og hesin
táttur fer væntandi framyvir
at verða tikin upp í størri
mun enn áður. Tað er
upplagt
fyri
føroyskar
bólkar at royna seg í Íslandi
og íslendsar bólkar at royna
seg í Føroyum.
18
Nr. 20 - 29. januar 2005
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði sonur og beiggi
Jákup Øster Joensen
Tórshavn
doyði og fór til gravar.
Takk fyri blómur, kransar og gávur.
Vit takka øllum, sum ringdu, skrivaðu og komu inn
á gólvið bæði heima og á Landssjúkrahúsinum.
Vit takka øllum, sum bóru okkum ígjøgnum svárar
dagar, og sum framvegis á so mangan hátt
stuðla okkum í sorgini.
Tøkk tit ungu, sum á tykkara serstaka hátt
ugga okkum.
Erling og Berit
Lydia og Kári
Bjarki,Tróndur, Magnus, Lea og Barbara
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaða kona mín, mamma, vermóður, omma
og langomma okkara
Kirsten F. N. Rasmussen,Tórshavn
fødd Olsen, ættað úr Leirvík
andaðist hósdagin 27. januar á Landssjúkrahúsinum,
85 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 30. januar kl. 17.00.
Jarðarferðin verður mánadagin 31. janaur kl. 13.00
úr Havnar kirkju.
Familjunnar vegna
Nicodemus, Oddmar, Suni, Ólavur, Jonna Kathrina
og Ninny
Tey, ið vilja minnast Kirsten við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata
KFUK í Havn eina gávu á konto í Føroya Sparikassa.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum,
sum sýndu samkenslu og vóru um okkum,
sendu heilsanir, blómur, kransar og gávur,
tá ið okkara góði elskaði maður, pápi, sonur og beiggi
Klæmint Olsen
Tórshavn
brádliga doyði og varð jarðaður.
Tøkk til prest, sangarar og øll tykkum, ið veittu okkum
stóra og góða hjálp við jarðarferðina.
Tøkk øll tit, ið fylgdu Klæmint til hansara
seinastu hvíld.
Vegna tey avvarðandi
Ragnhild, Elisabeth, Annika og Sunniva
og
Elisabeth
Leygardagin 29. januar fyllir ein
vælkend kvinna sjeyti.
Tað er nevniliga Adelborg Lin-
klett í Klaksvík.
At henda vinkona nú fyllir 70 er
ófatuligt – og man stendur spyrj-
andi: "Kann tað bera til" – hetta
lívstykkið – hendan "humør-
bumba" – hendan vakurleikadrotn-
ing – og fram um alt – hendan
megnar sjónleikarkvinna, ið ber
seg so væl.
Kom at kenna Adelborg rættiliga
tíðliga, tá ið vit vóru til "skips"
saman við gl. Sjúrðarberg í Grims-
by. Vit vóru í Onglandi og seldu
fisk – og gjørdu nakrar umvælingar
á skipið – so vit vóru nakrar dagar
saman í Grimsby. Tað var nevnliga
so, at Kiss var telegrafistur – so har
var nógvur látur – tí stuttligari
mann kanst tú neyvan finna.
Tað sum eg minnist best til hend-
an túr, var at vit vóru í Cleedtorp,
og Adelborg lærdi meg at dansa.
Eisini var systurdótturin Helma við
á túrinum.
Tað var ógloymandi.
Seinni kom eg at kenna Adelborg
væl – og var hetta gjøgnum sjón-
leik.
Tað byrjaði í 1977, tá ið Klaks-
víkar Sjónleikarafelag var endur-
stovnað og vit spældu KARL XII.
Seinni bleiv tað til nógvar leikir:
Landastrokið,
Fríggjarafløkjan,
Heiðursborgarar, Delerium Bubon-
is og aðrir.
Tað hevur altíð verið ein fragd at
spælt saman við Adelborg, tí sjón-
leikari er hon ein av okkara bestu –
og tú skal ikki vera bangin fyri, at
tú ikki fær "respons", tá ið tú er á
palli saman við henni. Hon gongur
100 prosent upp í sín leiklut – men
er ikki bangin fyri at hjálpa øðrum
á palli, um tey ivast og ikki føla seg
væl. Hon hjálpir teimum at "finna"
persónin.
Er Adelborg ófør á palli, ja, so er
hon ikki minni ófør handan leik-
tjøld.
Tað er ótrúligt, hvat hon kann
finna upp á – finna lutir (rekvisitt-
ir) – og tað hevur verið so, at um
onnur feløg – eitt nú Havnar Sjón-
leikarafelag ella Gríma, standa og
mangla okkurt og ikki kunnu finna
tað, so er bara at ringja til Adel-
borg. Eigur hon tað ikki sjálv – ja,
so skaffar hon tað.
Síðan Klaksvíkar Sjónleikara-
felag var endurstovnað í 1977, hev-
ur Adelborg tey allarflestu árini
sitið í nevndini, mest sum formaður
– og tað má hon hava verið eini 20
ár tilsamans.
Eg taki ikki munnin ov fullan, tá
ið eg sigi, at har hevur Adelborg
verið "primus motor" – og uttan
Adelborg hevði einki sjónleikara-
felag verið í Klaksvík í dag. Tað er
heilt ótrúligt, hvat hon hevur verið
fyri hetta felag.
Eitt annað er – og sum vit ofta
flenna at – er at finna leikarar. Hon
kann "finna" tey mest ótrúligu fólk
at spæla sjónleik, fólk, sum tú ikki
hevði droymt um, kundu ella vildu
spælt sjónleik. Tey kemur Adelborg
"dragsandi" við – og eru eisini bliv-
in eitt stórt "aktiv" hjá felagnum.
Hin 12. mars 2004 fekk Adelborg
"Herðaklappið" frá Leikpalli Før-
oya, og hevur nakar innan fyri sjón-
leikaraverðina í Føroyum uppiborið
hendan heiður, so er tað Adelborg.
Vit, sum kenna Adelborg frá sjón-
leikaraheiminum, vóru sera glað
um hetta val.
Góða vinkona, eg kundi skrivað
nógv afturat (vit blása upp á tygara
harur/nú fari eg eftir lyklinum til
vínkjallaran o.s.v.) – men hetta
verður okkara millum.
Vil so fegin ynskja tær hjartaliga
tillukku – og at tú fær nógv góð ár
afturat saman við Kiss, synunum,
ommubørnunum og langommu-
børnunum.
Eg og mong við mær eru glað
fyri, at vit lærdu teg at kenna og
kunnu rokna okkum upp í tín stóra
vinaskara.
Jógvan E. Ósá
Adelborg Linklett
Ung kvinna fyllir 70
Vestmannaoyggjar
á gosi